Spurningurin var soljóðandi:
1. Tá ið landsstýrismaðurin í kunngerð frá 7. september 2009 ásetir, at kanningar fyri CTD-sjúku eru ókeypis í Sjúkrahúsverki Føroya, við ávísum lýstum treytum, skal tað tá skiljast soleiðis, at hann í verandi karmi fyri heilsuverkið hevur fíggjarligt rúm fyri hesum kanningum?
2. Tá ið vit mega ganga út frá, at landsstýrismaðurin í heilsumálum neyvan hevði skrivað undir kunngerðina um gjald fyri CTD-kanningar, um fíggingin ikki longu var í lagi, hví kom hann tá í Fíggjarnevndina sama dag, sum kunngerðin er dagsett, við einum fíggjarnevndarskjali, har heitt verður á nevndina um at játta kr. 900.000,- til hendan bráðkomna trupulleika?
Ad. 1 og 2
Áðrenn kunngerðin fekk gildi fingu øll, ið høvdu sjúkueyðkenni ella vóru skyldfólk við ein sjúkan, boðið ókeypis kanning eftir ávísing frá kommunulækna, og hetta verður ikki broytt við kunngerðini. Hetta er ein skylda hjá sjúkrahúsverkinum sambært sjúkrahúslógini, og um tað ikki fæst eykajáttan til hesar meirútreiðslur, verður neyðugt at finna rúmd fyri hesum við sparingum á øðrum økjum.
Harafturímóti hevur landsstýrismaðurin við kunngerðini nýtt heimildina í § 5, stk. 5 í sjúkrahúslógini, ið heimilar landsstýrismanninum at “...áseta reglur um, at tað í serligum førum verða ásett gjøld fyri ávísar viðgerðir og veitingar ella fyri viðgerðir á ávísum stovnum.”
Kunngerðin heimilar, at tað kann takast gjald frá persónum, ið hvørki hava sjúkueyðkenni ella eru skyldfólk við ein sjúkan. Soleiðis er endamálið við kunngerðini at geva møguleika fyri at víðka tilboðið til eisini at fevna um hendan persónsbólk, og har tað er ásett eitt gjald fyri kanning av hesum persónsbólki. Hetta er ein heimild, ið ikki hevur verið til staðar áður.
Fyri at kunna nágreina tann bólkin, ið skal gjalda, er tað lógartekniskt vanligt fyrst í § 1 at nágreina tann minna bólkin, sum framvegis og av røttum skal kannast ókeypis, og so harnæst áseta í § 2, at persónar, sum ikki eru nevndir í § 1, skulu gjalda fyri kanningina.
Soleiðis snýr kunngerðin seg um gjald fyri CTD kanningar og ikki um, at kanningar fyri CTD sjúku í síni heild eru ókeypis, sum spyrjarin sipar til.
Við kunngerðini hevur landsstýrismaðurin fingið lógarheimildina at seta í verk eina skipan, har allir føroyingar fáa eitt tilboð um at verða kannaðir, og har áðurnevndi bólkur kemur at gjalda fyri kanningarnar. Landsstýrismaðurin metir tað vera bráðneyðugt at fáa sett eina tílíka skipan í gongd, samstundis sum ein screeningseind og ein genetisk klinisk ráðgeving verða skipað fyri at kunna fyriskipa og fylgja kanningunum upp, og tí hevur hann ikki drálað við kunngerðini. Ein tílík skipan verður tó ikki sett í verk, fyrr enn fíggjarlig játtan er fingin til vega til endamálið.
Heilsumálaráðið, 25.september 2009
Aksel V. Johannesen
landsstýrismaður
