Tórbjørn fingið svar um Bank Nordik

11 February 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Løgtingsmál nr. S-54/2010: Fyrispurningur um handfaringina hjá BankNordik í málinum um leigu av rakstrargøgnunum hjá “Fiskavirkingarsamtakinum”.


Spurningar:
1. Er tað ein veruleiki, sum kann staðfestast ítøkiliga, at BankNordik, sum ein av veðhavarunum í trotabúnum, beint eftir, at konsernin var latin skiftirættinum, mælti bústjórunum til í mest møguligan mun at halda virkseminum gangandi, m.a. umvegis eitt møguligt leigumál?

2. Er tað ein veruleiki, at BankNordik, sum einasti av fleiri veðhavarum, í vikuni noktaði fyri, at eitt leigumál, sum undirskrivaður sáttmáli var gjørdur um í seinastu viku, ikki kundi fremjast í verki?

3. Um svarið er játtandi til omanfyri nevndu spurningar, og Útvarpið annars er eftirfarandi, hvør er so orsøkin til hetta fullkomna umskiftið í bankans vinnupolitikki í hesum máli?

4. Kann tað vera soleiðis, at BankNordik ikki er sinnaður at leiga gøgnini til júst hesar aktørarnar, sum bústjórarnir annars hava hildið verið nóg dyggar, táið báðir partar hava skrivað undir sáttmálan?

5. Veit landsstýrismaðurin um onkur annar alternativur aktørur hevði staðið betri í ljósinum hjá BankNordik, og kann trekin í mun til vrakaða sáttmálan hava nakað við aðra vinnulívsfígging hjá BankNordik í Føroyum at gera?

6. Hvussu stórur er samlaði váðin hjá BankNordik í gøgnunum, sum nú eru tikin upp til trotabúaviðgerð?

7. Hvørji onnur hugsandi atlit, enn tey reint fíggjarligu, kunnu vera orsøkin til, at BankNordik hevur valt at forða fyri aktuella leigumálinum, sum júst nú er fallið niðurfyri?

8. Hvat heldur landsstýrismaðurin um tað, at bankin, sum tað almenna eigur ein triðing av, á henda hátt forðar fyri, at hetta stóra vinnutólið fer í gongd aftur, í fyrstu atløgu umvegis eitt leigumál, sum bústjórarnir hildu vera í lagi?

Svar:
Bank Nordik er eitt partafelag, og sum spyrjarin ivaleyst eisini veit, kann politiski myndugleikin ikki fara inn og blanda seg í rakstrarligu avgerðirnar hjá einum partafelag, heldur ikki, sjálvt um landið er parteigari.


Eg eri púra samdur við spyrjaranum tá hann sigur, at tað hevur djúptøknar avleiðingar fyri samfelagið, at ein so stórur aktørur í høvuðsvinnuni gevur skarvin yvir, og givið er, at hetta hevur serliga stórar avleiðingar fyri tey økini í samfelagnum, har viðkomandi felag/feløg hava havt dastið av sínum virksemi. Eg havi tí vent mær til leiðsluna í bankanum fyri at hoyra teirra versión av hesum máli og havi í dag fingið hesa frágreiðing frá Súna Schwartz, stjóra:

“ BankNordik er bert veðhavari í tveimum av pørunum og ikki í nøkrum av virkjunum hjá trotabúgvinum Føroya Fiskavirking.

Eftir samráðingar um miðjan desember 2010 góðtók BankNordik upplegg til ein leigusáttmála fyri hesi skip, men tá var leigari ikki áhugaður kortini í at gera sáttmalan. Síðani er ein sølutilgongd av bústjórunum sett í gongd, har freistin fyri at geva bindandi boð er ásett at vera tann 11. februar 2011. Eftir miseydnaðu samráðingarnar í desember 2010 bjóðaði BankNordik seg, saman við Føroya Realkreditstovni, at seta skipini í drift fyri egna rokning. Bankin frætti einki aftur frá bústjórunum um hetta.

Nú so stutt tíð er til at keypsboð skulu verða bústjórunum í hendi og ein endalig søla tí kann fara fram, ynskir BankNordik ikki at órógva og longja sølutilgongdina við at leiga skipini út í eitt stutt tíðarskeið.”
Sum kunnugt er freistin fyri at geva bindandi boð úti um tríggjar dagar, og er tað tí mín vón, at bústjórarnar bera skjótt at, so virki og skip koma ígongd, og fólk sleppa aftur til arbeiðis.


Argir, 10. mars 2011


Jóannes Eidesgaard
landsstýrismaður