Tjóðveldi
Til Løgtingið
Løgtingsmál nr. X/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Uppskot
Til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður § 29, stk. 10 orðað soleiðis:
"Stk. 10. Fiskifør, ið hava fingið tillutað fiskidagar við heimild í hesi grein, skulu avreiða alla livur og øll rogn í sambandi við hesa veiðu. Í fiskiárinum 1. september 2010 til 31. august 2011 er avreiðingarskyldan avmarkað til 25%. Í fiskiárinum 1. september 2011 til 31. august 2012 er avreiðingarskyldan avmarkað til 50%. Í fiskiárinum 1. september 2012 til 31. august 2013 er avreiðingarskyldan avmarkað til 75%. Avmarkaða avreiðingarskyldan er galdandi samanlagt fyri alt viðkomandi fiskiárið."
§ 2
Hendan løgtingslóg fær gildi tann 1. september 2010.
Viðmerkingar:
Fyri nøkrum árum síðani varð avgjørt, at útlutast skulu eyka fiskidagar til teirra, sum taka livrina til lands.
Ein minnilutin í vinnunevndini – umboðini hjá tjóðveldinum - mæltu tá til at broyta uppskotið soleiðis, at tað við eini skiftistíð skuldi verða álagt øllum, sum fáa tillutaðar fiskidagar, at avreiða alla livur og øll rogn.
Minnilutin hevði tá hesar viðmerkingar til broytingaruppskotið:
"Tað kennist eitt sindur løgið, at veiðiflotin skal premierast við øktum veiðitrýsti fyri at taka til lands tilfeingi, sum teir hava fingið frammíhjárættindi til ígjøgnum fiski- & veiðiloyvini, teir hava um hendi. Lógin um vinnuligan fiskiskap leggur upp til, at alt sum veitt verður, kemur til sættis og verður gagnnýtt, tí mátti tað verið skilabetri at lóggivið fyri hesum við eini skiftistíð soleiðis, at flotin fær høvi til at fáa sær útgerð, ið eru neyðug fyri, at hetta kann gerast i praksis. Minnilutin skjýtur tí upp, at lóggivið verður soleiðis, at skip og bátar í fiskiárinum 2005/2006, skula taka 25% av livrini og rognunum til lands, og at skipað verður soleiðis fyri frameftir, at talið veksur við øðrum 25%´um hvørt av komandi árum soleiðis, at øll livurin og øll rognini koma til høldar um 4 ár. Víst verður í hesum sambandi á, at tað í § 40, stk. 1, nr. 4 er ásett revsing við bót fyri tann, ið ikki fylgir treytum, knýttum at loyvum, latin eftir lógini um vinnuligan fiskiskap. Eisini ræður um, sum skjótast, at skipa so fyri, at alt tað, sum veitt verður, kemur til lands og verður gagnnýtt. Bara haðani kann ein komandi virðisøking koma í okkara høvuðsvinnu. Hetta eru útlitini í grannalandinum fyri vestan, Íslandi, øðrvísi verður tað ikki her. Vantandi motivasjónin og munurin ímillum hugburðin á hesum øki landanna millum kemur kanska av tí sannroynd, at vit hava lættari atgongd til deyða olmussukapitalin, ið javnt og samt seyrar úr danska ríkiskassanum."
Við hesum verður broytingaruppskotið hjá minnilutanum í løgtingsmáli nr. 2/2005 enn einaferð lagt fyri Løgtingið til støðutakan, hesaferð tó sum upprunauppskot til broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Tað er umráðandi, at vit nú leggja okkum eftir at fáa búskaparliga grundarlagið undir samfelagnum á rættkjøl aftur, og at sum mest av virðisøking fæst burturúr á lívfrøðiliga burðardyggum støði, - alt tos um ein sjálvberandi búskap er tokutala um vit ikki megna politiskt at skipa vinnuligu karmarnar soleiðis, at teir geva sum mest til allar tættir í vinnuni og ikki minst til samfelagið.
á Løgtingi, 20. juli 2010
Tórbjørn Jacobsen

