Tjóðveldisveitsla!

12 November 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Í samband við eyka flokstingið hjá Tjóðveldi, verður veitsla fyri øllum frælslyntum føroyingum í bygdarhúsinum í Haraldssundi tann 23. november.

Til tað góða ræsta kjøtið, eplini og røturnar av Sandi og durasnapsin og dessertina frá fyrireikarunum, veitslurøðuna frá Tobba og tónleikin frá Rana og Steintór, verður bjóðað til veitslu í bygdarhúsinum í Haraldssundi, leygardagin 23. november kl. 19:00!

Tekning fer fram hjá Jógvani Ravnsfjall við at ringja til 755072 ella meyla til ravn@kallnet.fo. Kostnaður kr. 300,-.