Tjóðveldi vil taka ræði á føroyska loftrúminum við lóg

7 March 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Tjóðveldi hevur lagt lógaruppskot fyri tingið um at taka loftrúmið undir føroyskt ræði. Við broytingunum í tingskipanini, sum vórðu samtyktar í summar, ber nú til at leggja lógaruppskot fram, sum viðvíkja føroyskum fullveldi. Áður vóru slík mál afturvíst, tí tey stríða móti heimastýrislóg og øðrum donskum lógum.

Í uppskotinum verður víst á, at tað ber væl til hjá føroyskum myndugleikum at fyrisita føroyska loftrúmið, at gera avtalur við onnur lond og at fáa tær inntøkur, ið liggja í at loftrúminum, har flogfør gjalda at flúgva ígjøgnum.

Í dag hevur Danmark lagt umsitingina av føroyska loftrúminum til Íslands, og ongin hevur enn fingið innlit í, hvørji gjøld eru millum partarnar, og hvørji gjøld verða kravd.

Útrokningarnar , ið fylgja við lógaruppsktinum vísa, at alt eftir, hvussu farið verður fram, kann fyrisitingin av loftrúminum geva upp í trísiffraðar millíónaupphæddir, sum skulu tengjast at útreiðslum av at hava eftirlitsmyndugleika, tílbúgving og annað.

Hetta kann sostatt bæði geva bæði inntøkur, nógv arbeiðspláss, ið krevja fakliga vitan og kann menna føroyskar førleikar sum heild.

Sambært lógaruppskotinum, verður loftrúmið við lóg tikið á føroyskar hendur tann 1. januar 2013.

uppskotið kann lesast her !

Tjóðveldi