Tjóðveldi vil steðga spekulasjón

8 March 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Tjóðveldi vísir á, at við verandi fiskivinnupolitikki og jánkasligu umsitingini av ogn Føroya fólks, er ein støðugt størri partur av fiskiflotanum og fiskirættindum savnaður á fáum hondum, har útlendsk kapitaláhugamál stýra og fáa vinningin gjøgnum føroyskar strámenn.

Í roynd og veru er stórur vandi fyri, at føroyska fiskimarkið og ríkidømið í føroyskum sjógvi, sum Tjóðveldi stríddist fyri í 30 ár, áðrenn tað varð framt, nú er í ferð við at verða avreitt uttanlands í berari spekulasjón.

Tjóðveldi staðfestir, at ásetingin í verandi lóg um vinnuligan fiskiskap, har loyvt er útlendingum at eiga ein triðing í føroyskum fiskiførum, tykist elva til, at við kreativum loysnum verður ognar- og avgerðarrætturin kortini á útlendskum hondum. Og at tær fyritøkur og virki, ið verða fíggjaðar við sterkum útlendskum eigarum, leggja meira og meira inn undir seg.

Tí skjýtur Tjóðveldi upp, at lógin verður broytt soleiðis, at útlendski ognarparturin verður settur til null beinanvegin. Á henda hátt verður beinanvegin forðað fyri, at nýggir handlar og umskipingar við útlendskum kapitali kunnu fremjast. Og lógaruppskotið gevur so eina freist uppá knøpp 6 ár, har allur núverandi útlendskur kapitalur skal vera burtur í fiskiflotanum.

Við at seta útlendska ognarpartin til null, heldur Tjóðveldi, at tað verður munandi lættari at hava eftirlit við og at gjøgnumskoða strámannavriksemi, soleiðis at verandi gongdin við avreiðing av tjóðarrættindum kann steðgast.

Lógaruppskotið er endurgivið niðanfyri.

meira fæst at vita við at venda sær til Páll á Reynatúgvu á tlf. 21 68 32

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

§ 1.

Í løgtinslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 112 frá 2. september 2011, verða gjørdar hesar broytingar:

1) § 7, stk. 3, nr. 2 verður orðað soleiðis:
"Eigararnir av øllum eginpeninginum, herundir partapeninginum, umframt ábyrgdarpeninginum, skulu lúka treytirnar í § 7, stk. 2.”

2) § 7, stk 3, nr. 3 verður orðað soleiðis:
"Broytast ognarviðurskiftini í ósamsvari við § 7, stk, 3, nr. 2, fellur veiðiloyvi/ fiskiloyvi burtur.”

3) Í § 7, stk. 3 verður sum nr. 4 sett:
"Fyri feløg, ið hava havt útlendingar sum eigarar, skal útlendski ognarluturin vera burtur innan 1. januar 2018, og feløgini lúka treytirnar í § 7, stk. 3, nr. 2 og § 7, stk. 3, nr. 3.

§ 2.

Henda lógin fær gildi frá framløgu­degnum.

Almennar viðmerkingar

Endamálið við hesum lógaruppskoti er at seta forboð fyri útlendskum eigaraskapi í føroyskum fiskiførum, soleiðis at avgerðarætturin, vinningurin og rættindini til at troyta føroyska tilfeingið ikki endar uttanfyri ræðið hjá føroyska fólkinum.

Atvoldin er tann støðan, at í alt størri mun hevur spekulasjón í fiskirættindum vundið uppá seg, og hetta verður í stóran mun fíggjað gjøgnum útlendskar íleggjarar, sum eftir lógini í dag kunnu eiga upp til ein triðing í feløgum, sum reka føroysk fiskifør.

Umvegis atknýtt feløg bendir alt á, at peningur verður læntur ímillum, soleiðis at bæði vinningur í feløgunum, og tann veruligi avgerðarrætturin endar hjá útlendska íleggjaranum. Føroyska parturin gerst harvið í nógvum førum eitt strámannavirksemi fyri útlendsku kapitaláhugamálini, har avgerðarættur og vinningur fer av landinum.

Hyggja vit at gongdini í flotanum bara seinastu fáu árini, so verður ein alt størri partur av bæði heimaflotanum, uppisjóvarflotan, flakatrolarunum á fjarleiðum og ídnaðarskipunum, savnaður hjá feløgum, ið hava útlendskar eigarar og íleggjarar aftanfyri seg.

Í lógini um vinnuligan fiskiskap er í dag ásett, at bert ein triðingur av ognarlutinum og avgerðarrættinum kann vera útlendskur. Og roynt hevur verið at sett reglur inn, ið skulu tryggja, at hetta krav verður hildið. Sostatt hevur breið semja verið um, at avgerðarættur, vinningur og eigaraskapur skal vera á føroyskum hondum.

Hetta kravið í lógini skal sjálvandi haldast, eftirlitið herðast og brot skulu fáa avleiðingar.

Men tað tykist alt ov lítið gjøgnumskygt og merkt av stórum ivamálum at tryggja upprunaliga endamálið við ásetingini.

Tí skjýtur Tjóðveldi upp, at gera støðuna púra greiða: At seta útlendska ognarlutin til null – og harvið gera tað munin einfaldari at halda neyvt eftirlit við strámannavirksemi og kreativum loysnum.

Til § 1, nr. 1.

Ásett verður, at eigararnir av øllum eginpeninginum, herundir partapeninginum, umframt ábyrgdarpeninginum skulu lúka treytirnar í § 7, stk.2, tvs. at teir skulu hava fast tilknýti til Føroyar, allir skulu vera skrásettir í fólkayvirlitinum seinastu tvey árini, og allir skulu vera fult skattskyldugir í Føroyum.

Til § 1, nr. 2.

Ásettar verða reglur um, í hvørjum førum veiðiloyvi/fiskiloyvi fellur burtur.

Til § 1, nr. 3.

Ásettar verða reglur um, nær útlendski ognarluturin fellur burtur.

Til § 2.

Í hesi lóg verður skotið upp, at hon fær gildi frá framløgudegnum, so ongi nýggj mál við útlendskum eigaraluti í fiskiførum taka seg upp. Og at tey reiðarí, sum hava útlendskan ognarlut í dag, fáa knøpp 6 ár at fáa viðurskiftini í rætt lag.

Á Løgtingi, 29. februar 2012

Høgni Hoydal Sirið Stenberg Páll á Reynatúgvu

Bjørt Samuelsen Gunvør Balle Kristina Háfoss