Tjóðveldi vil hava trygga, samhaldsfasta og vælskipaða pensjónsnýskipan

13 March 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Við stórum broytingum í fólkasamansetingini komandi árini, er ein pensjónsnýskipan - har allir føroyingar spara upp til pensjón - alneyðug fyri at tryggja at komandi pensjónistar fara at fáa eina munagóða pensjón.

Men aðaltátturin er, at tann stættarmunur og tann nýtslan av pengum frá framtíðini, ið samgongan hevur sett í verk við ófyrireikaðu uppskotunum um skattabroytingar og skatting av pensjónum, verður fingin á beint.

Varð rætt borið at, kundu Føroyar verðið undangonguland á pensjónsøkinum.

Tjóðveldi vil tí eisini gera sítt ítarsta fyri, at røkka einari góðari pensjónsnýskipan, men fyritreytin er, at samgongan hevur vilja til at viðgera allar tættir í nýskipanini við atliti til at røkka eini so góðar skipan sum møguligt fyri núverandi og komandi føroyingar.

Í hesum sambandi er alneyðugt at eisini partarnir á arbeiðsmarknaðinum gerast partar av arbeiðinum at gera skipanina til veruleika.

Um samgongan hinvegin velir at trýsta partar av skipanini í gjøgnum longu nú og síðan taka aðrar partar seinni, uttan at vilja viðgera avleiðingar og taka allar viðkomandi partar við, so verður ongin semja um framtíðar pensjónsskipan føroyinga.

Tjóðveldi vónar at samgongan velur semju og samstarv í hesum so týðandi máli fyri allar føroyingar.

Á Løgtingi, 13. mars 2012

Tjóðveldi