Tjóðveldi hevur fingið sendandi yvirlýsing frá 20 fakfeløgum, har tey heita á politisku flokkarnar um at fáa Arbeiðseftirlitið at virka aftur.
Vegna Tjóðveldi skal eg takka fyri skrivið og vísa á, at vit hava reist málið á løgtingi fleiri ferðir og mótmælt tí niðurskurði og umlegging, ið landsstýrið setti í verk frá degi til dags.
Arbeiðsumhvørvi og arbeiðaravernd eru avgerandi fyri rættindi, heilsu og trivnað hjá øllum borgarum í einum framkomnum samfelag. Tjóðveldi vil sjálvsagt ganga undan at tryggja, at Arbeiðseftirlitið fæst at virka aftur sambært lógini og fær neyðugar umstøður at fremja sínar lógarkravdu uppgávur um arbeiðaravernd.
Vegna Tjóðveldi
Høgni Hoydal
formaður

