§52 a fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, um lestrarstuðul til lesandi undir 18 ár
1. Hvussu nógvir næmingar eru á miðnámsskúla í løtuni, sum eru undir 18 ár?
2. Hvussu nógvir næmingar kunnu væntast at byrja á miðnámsútbúgving komandi skúlaár 2012/13, sum eru undir 18 ár?
3. Hvørji eru tølini fyri, hvussu leingi næmingar eru á miðnámsskúla, áðrenn teir fylla 18 ár – t.e. hvussu nógvir næmingar eru undir 18 ár í meira enn hálvt ár, meira enn eitt ár o.s.fr.?
4. Hvørjar broytingar eru hendar viðvíkjandi lestrarstuðli hjá lesandi undir 18 ár seinastu árini – og heldur landsstýrismaðurin, at tær hava verið skilagóðar?
5. Hvussu heldur landsstýrismaðurin, at viðurskiftini viðvíkjandi lestrarstuðli eru hjá teimum lesandi undir 18 ár í mun til tey, sum eru fylt 18?
6. Heldur landsstýrismaðurin, at hetta er ein rættvísur munur, sum verður gjørdur millum lesandi, ið ganga á sama skúlastigi og í sama flokki?
7. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til at broyta stuðulin hjá lesandi undir 18 ár?
8. Ætlar landsstýrismaðurin at hækka vistarhaldsstudningin til lesandi undir 18 ár, ið ikki eru heimabúgvandi?
Viðmerkingar
Viðurskiftini hjá lesandi undir 18 ár viðvíkjandi lestrarstuðli, eru munandi øðrvísi enn hjá teimum, ið eru fylt 18 ár.
Hetta elvir til stóran mismun millum næmingar, ið ganga á sama skúlastigi og í somu flokkum á miðnámsskúlunum. Til dømis: Hjá einum næmingi, ið er føddur ávísan mánaða í árinum, kann mismunurin kennast ovurstórur í mun til skúlafelagar ella floksfelagar, ið eru føddir mánaðar frammanundan.
Fyri næmingar undir 18 ár, ið flyta burtur heiman undir lestrinum, er vistarhaldsstuðulin eisini munandi minni enn hægri lestrarstuðulin hjá lesandi yvir 18 ár.
Tí verður spurt, hvussu nógvar næmingar talan er um, og hvussu leingi tey eru á miðnámi undir hesum muni. Eisini um støðan hjá hesum bólki er versnað seinastu árini.
Og spurt verður, hvat landsstýrismaðurin heldur um hesa skipan, og um hann hevur ætlanir um at broyta hana.
Á Løgtingi 1. februar 2012
Høgni Hoydal
Løgtingsmaður

