Tjóðveldi roynir nú á triðja sinni at bøta um korini hjá einsamøllum uppihaldarum

11 September 2007
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. (barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar)


Í løgtingslóg nr. 71 frá 20. maj 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 6 frá 25. januar 2001, verða gjørdar hesar broytingar:

§ 1.

1) Eftir § 19 verður sett:

“2a. partur

Barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar

§ 19a. Barnaískoyti verður rindað einsamøllum uppihaldarum fyri hvørt barnið, sum er undir 18 ár.

Stk. 2. Persónur, sum livur í parlagi, ið kann sammetast við hjúnalag, er ikki at meta sum einsamallur uppihaldari.

§ 19b. Barnaískoyti verður rindað tí, sum hevur foreldramyndugleikan, og er einsamallur uppihaldari.

Stk. 2. Hava foreldrini felags foreldra-myndugleika, verður barnaískoyti rindað tí, sum barnið uppiheldur sær mest hjá, um viðkomandi er einsa-mallur uppihaldari.

Stk. 3. Uppiheldur barnið sær líka nógv hjá báðum, verður barnaískoyti rindað tí, sum barnið sambært fólkayvir-litinum er skrásett at búgva hjá, um viðkomandi er einsamallur uppihaldari.

§ 19c. Rætturin til at fáa barnaískoyti útgoldið er herumframt treytaður av, at treytirnar í § 3, stk. 2, nr. 1 - 5 eru loknar.

§ 19d. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um fyrisitingina í sambandi við metingina av, um umsøkjarin er at meta sum einsamallur uppihaldari.

§ 19e. Umsøkjari skal árliga eftir áheitan frá Almannastovuni skrivliga vátta, at viðkomandi framhaldandi er einsamallur uppihaldari. Hevur Almannastovan ikki innan ein mánað móttikið váttanina, steðgar útgjaldið av barnaískoytinum frá og við komandi ársfjórðingi. Útgoldið verður aftur við virknaði fyri komandi ársfjórðing eftir, at váttanin er Almannastovuni í hendi.

§ 19f. Almannastovan rindar eftir umsókn barnaískoyti frammanundan hvønn ársfjórðing. Umsøkjarin skal lúka treytirnar fyri at fáa barnaískoyti frá fyrsta degi í ársfjórðinginum.”

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008.


Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Endamálið við lógaruppskotinum er at veita einsamøllum uppihaldarum eitt árligt barnaískoyti fyri hvørt barnið, sum er undir 18 ár.

Skotið verður upp, at upphæddin verður kr. 1.375 hvønn ársfjórðing, ella árliga kr. 5.500. Hetta er tað sama, sum barnafrádrátturin í landsskattinum er í dag. Upphæddin verður ásett í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum, sí løgtingsmál 20/2007.

Tjóðveldisflokkurin hevur tvær ferðir áður roynt at bøta um korini hjá einsamøllum uppihaldarum við uppskotum um dupultan barnafrádrátt sum broyting í ásetingarlógini, sí løgtingsmál 96/2006, og sum broytingaruppskot til fíggjarlógina, har skotið varð upp, at einsamallir uppihaldarar fingu dupultan barnafrádrátt í landsskattinum. Hesi uppskot vóru feld í Løgtinginum.

Í kjakinum um at veita einsamøllum uppihaldarum serstakar veitingar hevur verið ført fram, at trupult er at lóggeva um henda bólk, tí tað vegna vantandi skrásetingar er nærum ómøguligt at staðfesta, hvør er einsamallur uppihaldari, men í hesum uppskotinum verður gjørd ein roynd at útgreina, hvør er einsamallur uppihaldari, umframt at landsstýrismanninum verður heimilað at áseta neyvari reglur fyri hesum, so tann forðingin skuldi nú verið burtur.

Uppskotið verður lagt fram í eini roynd at fáa ítøkiligan fíggjarligan bata hjá einsamøllum uppihaldarum í Føroyum beinanvegin.

Uppskotið um barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar rakar eftir Tjóðveldisfloksins hugsan bæði sosialt rætt og kann gera veruligan fíggjarligan mun hjá einsamøllum uppihaldarum. Er talan um einsamallan uppihaldara við lágari inntøku, verður barnaískoytið ein lutfalsliga stór hækking í inntøkuni.

Hugtakið “einsamallur uppihaldari”

Til tess at verða fevndur av hugtakinum “einsamallur uppihaldari”, skal viðkomandi eisini í roynd og veru vera einsamallur uppihaldari. Avgerðin byggir á eina ítøkiliga meting, grundað á umstøðurnar og upplýsingarnar í einstaka málinum. Í roynd og veru merkir, at avgerðin um, um persónur er einsamallur uppihaldari, t.d. ikki einans kann grundast á, at viðkomandi í fólkayvirlitinum er skrásettur at búgva einsamallur.

Persónur, sum livur í parlagi, ið kann sammetast við hjúnalag, er ikki at meta sum einsamallur uppihaldari. Avgerandi táttur í metingini av hesum er, um tvey ógift hava felags húsarhald.

Sum grundarlag fyri metingini hjá Almannastovuni verður skotið upp, at landsstýrismaðurin í kunngerð ásetir, at gingið verður út frá, um tvey vaksin eru skrásett at búgva á sama bústaði, at umsøkjarin livur í parlagi. Samsvarar hetta ikki við veruligu umstøðurnar, liggur tað á umsøkjaranum at prógva tað. Skotið verður eisini upp, at landsstýrismaðurin ásetir, at Almannastovan, har tað grundað á umstøðurnar og upplýsingarnar í málinum er mest líkt til, at umsøkjarin ikki er einsamallur uppihaldari, kann biðja umsøkjaran um at útgreina/prógva ávís ítøkilig viðurskifti.

Í metingini av, um umsøkjari er einsamallur uppihaldari, eigur dentur m.a. at verða lagdur á:

  • Um umsøkjarin skrivliga hevur váttað at vera einsamallur uppihaldari
  • Um umsøkjarin livur í parlagi, ið kann sammetast við hjúnalag
  • Um fleiri vaksin eru skrásett at búgva á bústaði umsøkjarans
  • Hvussu bústaðarviðurskiftini eru háttað
  • Hvussu fíggjarligu viðurskiftini eru háttað (felags peningastovnskontu v.m.)
  • Um fleiri rinda til húsarhaldið

Kravið um, at viðkomandi í roynd og veru skal vera einsamallur uppihaldari, hevur m.a. við sær, at ikki bert ógift kunnu metast sum einsamallir uppihaldarar. Ein gift kvinna/maður, sum vegna ósemju ikki livur saman við manninum/konuni, og sum møguliga eru sundurlisin, kann eisini vera einsamallur uppihaldari.

Til tess í mestan mun at tryggja, at barnaískoytið ikki verður útgoldið av órøttum, verður skotið upp, at umsøkjarin á hvørjum ári eftir áheitan frá Almannastovuni skal vátta framhaldandi at vera einsamallur uppihaldari.

Fyri at umsøkjari ikki skal ivast í, um hann/hon av røttum kann vátta at vera einsamallur uppihaldari, er neyðugt at Almannastovan vegleiðir um, hvørji atlit verða tikin við í metingina, umframt at váttanin sambært § 19e er so greið sum gjørligt.

Tann, sum móttekur barnaískoyti, hevur sambært § 21, stk. 1 í lógini skyldu til at boða Almannastovuni frá, um viðurskifti, sum kunnu hava við sær, at barnaískoyti fellur burtur, broytast.

Avgerðir hjá Almannastovuni, um umsøkjari er einsamallur uppihaldari, kunnu sambært § 20 í lógini innan 4 vikur kærast til Kærunevndina í almannamálum.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum:

Fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan

Eingi hagtøl eru um, hvussu nógvir einsamallir uppihaldarar eru, og hvussu nógv børn teir eiga. Tí ber ikki til neyvt at siga, hvør samlaði kostnaðurin er av uppskotinum. Fyri at fáa eina ábending kann hyggjast eftir, hvussu nógvir persónar fáa útgoldið barnapening í forskoti frá Almannastovuni. Barnapeningur í forskoti verður, sambært avgerð hjá Ríkisumboðnum, rindaður teimum, sum ikki búgva saman við pápanum/mammuni at barninum. Sambært fíggjarlógini fyri 2007 rindar Almannastovan 822 persónum barnapening í forskoti. Tað ber tó ikki til at gera ta niðurstøðu, at tað eru uml. 822 einsamallir uppihaldarar, tí barnapeningur í forskoti er ikki treytaður av, at móttakarin er einsamallur uppihaldari.

Umsitingarligar avleiðingar

Væntast má, at umsitingin av hesi skipan krevur økta umsitingarliga orku á Almanna-stovuni.

Kap. 3. Serligar viðmerkingar:

Til § 1

§19a. Barnaískoytið er kr. 1.375 hvønn ársfjórðing (árliga kr. 5.500) fyri hvørt barnið undir 18 ár. Upphæddin verður sambært § 23 ásett í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum og verður javnað á hvørjum ári við 4%.

Stk. 2: Avgerandi táttur í metingini av, um fólk liva í parlagi, ið kann sammetast við hjúnalag, er, um tvey hava felags húsarhald. Avgerðin byggir á eina ítøkiliga meting, grundað á umstøðurnar og upplýsingarnar í einstaka málinum. Til tess at vera fevndur av hugtakinum “einsamallur uppihaldari”, skal viðkomandi í roynd og veru vera einsamallur uppihaldari. Hetta merkir, at avgerðin um, um persónur er einsamallur uppihaldari, byggir t.d. ikki einans á, um viðkomandi í fólkayvirlitinum er skrásettur at búgva einsamallur. Sí eisini serligu viðmerkingarnar til § 19d.

§ 19b. Eingin viðmerking.

§ 19c. Rætturin til at fáa barnaískoyti rindað er sambært hesi áseting treytaður av somu viðurskiftum sum fyri at fáa útgoldnan barnapening í forskoti. Í § 3, stk. 2, nr. 1 – 5 eru ásettar treytir um heimarætt, bústað í Føroyum, at barnið er ógift, at barnið ikki er sett heiman v.m.

§ 19d. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um fyrisitingina í sambandi við metingina av, um umsøkjari er at meta sum einsamallur uppihaldari, herímillum at tað í viðgerðini verður gingið út frá, at umsøkjari er ikki einsamallur uppihaldari, um annar tilkomin persónur sambært fólkayvirlitinum eisini er skrásettur at búgva á sama bústaði, umframt at Almannastovan kann biðja um fleiri prógv, um Almannastovan, grundað á umstøðurnar í málinum annars, heldur tað vera mest líkt til, at umsøkjarin ikki er einsamallur uppihaldari.

Í metingini av, um umsøkjari er einsamallur uppihaldari, verður dentur m.a. lagdur á:

  • Um umsøkjarin skrivliga hevur váttað at vera einsamallur uppihaldari
  • Um umsøkjarin livir í parlagi, ið kann sammetast við hjúnalag
  • Um fleiri eru skrásett at búgva á bústaði umsøkjarans
  • Hvussu bústaðarviðurskiftini eru háttað
  • Hvussu fíggjarligu viðurskiftini eru háttað (felags peningastovnskontu v.m.)
  • Um fleiri rinda til húsarhaldið

§ 19e. Móttakari av barnaískoytinum hevur skyldu til eftir áheitan frá Almannastovuni eina ferð árliga at vátta, at viðkomandi framhaldandi er einsamallur uppihaldari og lýkur grundleggjandi fortreytina fyri barnaískoytinum.

§ 19f. Lýkur umsøkjari ikki treytirnar frá fyrsta degi í ársfjórðinginum, verður barnaískoyti ikki útgoldið fyri hendan ársfjórðingin.

Til § 2

Gildiskomuáseting

Á Løgtingi tann 10. september 2007

Annita á Fríðriksmørk, Heidi Petersen, Finnur Helmsda

Høgni Hoydal ,Tórbjørn Jacobsen

Hergeir Nielsen , Páll á Reynatúgvu

Uppskot til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar)


Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 4. apríl 2002, verður gjørd henda broyting:

§ 1.

1) Í § 3 verður “Upphæddir fyri ár 2002” broytt til: “Burtursæð frá barnaískoytinum, eru upphæddirnar fyri ár 2002”.

2) Sum síðsta pkt. verður sett:

Barnaískoyti sbrt. § 19a

5.500 (2008)

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008.


Kap. 1. Almennar viðmerkingar:

Endamálið við lógaruppskotinum er at veita einsamøllum uppihaldarum eitt árligt barnaískoyti fyri hvørt barnið, sum er undir 18 ár.

Sambært løgtingsmáli 19/2007 verður skotið upp at rinda gjaldið hvønn ársfjórðing, soleiðis at gjaldið í 2008 er kr. 1.375 hvønn ársfjórðing.

Víst verður annars til viðmerkingarnar í løgtingsmáli 19/2007.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan

Eingi hagtøl eru um, hvussu nógvir einsamallir uppihaldarar eru, og hvussu nógv børn teir eiga. Tí ber ikki til neyvt at siga, hvør samlaði kostnaðurin er av uppskotinum. Fyri at fáa eina ábending kann hyggjast eftir, hvussu nógvir persónar fáa útgoldið barnapening í forskoti frá Almannastovuni. Barnapeningur í forskoti verður, sambært avgerð hjá Ríkisumboðnum, rindaður teimum, sum ikki búgva saman við pápanum/mammuni at barninum. Sambært fíggjarlógini fyri 2007 rindar Almannastovan 822 persónum barnapening í forskoti. Tað ber tó ikki til at gera ta niðurstøðu, at tað eru uml. 822 einsamallir uppihaldarar, tí barnapeningur í forskoti er ikki at treytaður av, at móttakarin er einsamallur uppihaldari.

Kap. 3. Serligar viðmerkingar til einstøku ásetingarnar:

Til § 1

Barnaískoyti í 2008 er íalt kr. 5.500, sum sambært lógini um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. verður útgoldið við kr. 1.375 hvønn ársfjórðing.

Til § 2

Gildiskomuáseting

Á Løgtingi, tann 10. september 2007

Annita á Fríðriksmørk Heidi Petersen Finnur Helmsdal

Høgni Hoydal Tórbjørn Jacobsen

Hergeir Nielsen Páll á Reynatúgvu