Tjóðveldi og Framsókn hava lagt lógaruppskot fyri Løgtingið um, at Føroyar frá nýggjárinum taka øll uttanríkismál - harundir verju- og trygdarmál - á føroyskar hendur
Flokkarnir vísa í uppskotinum á týdningin av, at Føroyar kunnu umboða seg sjálvar beinleiðis í altjóða samfelagnum og at Føroyar kunnu samstarva beinleiðis við og gera avtalur við øll lond og altjóða felagsskapir.
Flokkarnir siga somuleiðis, at tey seinastu árini hava enn einaferð prógvað við, hvussu neyðugt tað er at føroyingar sjálvir røkja síni áhugamál og sínar skyldur í heiminum:
- Danmark tekur avgerð um tiltøk ímóti Russlandi – og Føroyar eru hvørki eftirspurdar ella hava ávirkan á viðurskifti, ið kundu havt ógvisligar avleiðingar fyri okkara vinnu, útflutning og búskap. Og eingin demokratisk viðgerð er av málinum í Føroyum.
- Danmark fer í kríggj og dregur formliga Føroyar við sær. Men Føroyar eru ikki eftirspurdar, og eingin demokratisk viðgerð er í Føroyum.
- ES setir umfatandi handilstiltøk í verk ímóti Føroyum í sambandi við ósemju um býtið av norðhavssild, og Danmark, sum skal røkja uttanríkispolitikkin vegna Føroyar, tekur lut í tiltøkunum.
Hetta eru bert feskastu og mest átrokandi dømi um, at Føroyar eiga at taka fult ræði á sínum egna uttanríkispolitikki og at umboða seg sjálvar mótvegis øllum altjóða samstarvi og felagsskapum.
Tjóðveldi og Framsókn
Meira fæst at vita við at venda sær til Høgna Hoydal - tlf. 220 250.

