Tjóðveldi mótmælir sparingar á Hamragarði

3 April 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Tjóðveldi ber rós til starvsfólkið, ið alment hava staðið fram og gjørt vart við støðuna.

Tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, at sparingar á eldraøkinum raka okkara borgarar so meint. Vit mótmæla staðiliga, at umrøddu sparingar á Hamragarði frátaka okkara eldru sjálvsøgd rættindi til góða umsorgan og røkt.

Tað er átaluvert, at ætlaðu sparingarnar á 700.000 kr viðføra, at búfólk koma at liggja í songini nógv meira enn neyðugt, tí arbeiðsorka ikki er at hjálpa teimum upp. Somuleiðis kann tað ikki góðtakast, at køkin verður stongd um vikiskifti, soleiðis at búfólkini skulu eta upphitaðan mat. Somuleiðis vera røktarstarsvfólk sett til aðrar uppgávur, við tí úrsliti at ongin orka verður til røkt, og nøkur tí skulu eta døgurða í songini.

Tað ber ikki til at byggja dýrar bústóvnar, og so ikki hava ráð at veita fólkunum nøktandi tænastu. Tì kann tað ikki góðtakast, at tænastan er so mikið skerd, at tað einans verður rúm fyri, at tey eldru eru turr, mett, og kanska sleppa upp. Allir ítrivstímar eru spardir burtur, og tí eru ongir mennandi aktivitetir at lætta fólki um í gerandisdegnum.

Umsorganin til okkara eldru má taka støði í sjálvsavgerðarrættinum hjá borgarunum. Tíð má vera til nærveru, at vera um, og til menniskjaligheit. Stórur partur av umsorganini er tengdur at grundleggjandi røktaruppgávum og at matinum. Tá ið hesi bæði nú vera so skerd, ber til at siga at røktin verður so minimal, at tað sansar at fakligum mørkum.

Hesi ætlaðu spariinntriv kunnu beinleiðis viðføra at heilsustøðan hjá búfólkunum versnar munandi, og uttan iva verður ávirkanin á starvsfólkini eisini negativ.

Tjóðveldi ynskir virðiligheit í eldrarøktini. Hetta bæði í mun til røktartilboðið, og í mun til tann máta okkara eldru verða bæði umrødd og viðfarin uppá. Tì heita vit staðiliga á landsstýriskvinnuna um at steðga ætlaðu sparingunum í stundini.

Tað tykist sum um eldraøkið skal niðurpínast so langt inn á bein sum gjørligt. Hetta fyri at fáa kostnaðin so mikið niður, við tí í huga at kommunurnar skulu fáa sum minst at umsita eldrarøktina fyri. Og hesin politikkur ber prógv um, at ætlanir landsstýrisins um at privatisera eldratænastur, fara at elva til, at tey fáu kunnu keypa sær góðar umstøður, meðan fjøldin skal liva undir sømiligum marki.

Tingmanning Tjóðveldis