Tjóðveldi krevur svar frá Eidesgaard:

27 October 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Á tingfundinum í dag, hevur Tjóðveldi sett ein hvassan og rættiliga avgerandi ófráboðaðan fyrispurning til Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra.

Tjóðveldi vil hava greitt svar: Hava Jóannes Eidesgaard og Fíggjarmálaráðið sagt ósatt um sína vitan um støðuna hjá Eik? Ella sigur danski ráðharrin, Brian Mikkelsen, ósatt í einum svari til Høgna Hoydal, fólkatingsmann, um kunningina til landsstýrið um støðuna hjá Eik.

Jóannes Eidesgaard hevur higartil tvíhildið um, at hann onki visti um støðuna í Eik. Og hann hevur - umframt seinu kunningina beint undan, at Eik fekk hørðu krøvini - , víst á, at hann tann 19. august 2010 var á árliga fundinum við danska búskapar- og vinnumálarráðharran, Brian Mikkelsen, har danska Fíggjareftirlitið eisini var umboðað. Og at hann á tí fundinum fekk at vita, at onki var at viðmerkja um støðuna hjá føroyskum peningastovnum. Eidesgaard og Fíggjarmálaráðið sendi tá út tíðindaskriv um, at alt stóð væl til í føroysku bankunum.

Men í einum svari til Høgna Hoydal, fólkatingsmann, um kunningina til landsstýrið, sigur Brian Mikkelsen, um hendan fundin tann 19. august 2010, sigur Brian Mikkelsen, at danska Fíggjareftirlitið gjørdi Eidesgaard greitt, at tey høvdu framskundað eina serstaja kanning av Eik-Banka í Danmark, orsakað av, at bankin hevði so nógv útlan á fastognarmarknaðinum.

Tað er sjálvsagt eitt álvarsmál og eitt greitt tekin um trupulleikar, um Fíggjareftirlitið framskundar eina serstaka kanning.

Kortini sendu Eidesgaard og Fíggjarmálaráðið út tíðindskriv, har tey løgdu doyin á, at onki var at viðmerkja, og at alt stóð væl til.

Spurningurin er tískil: Hevur Eidesgaard sagt ósatt og harvið villleitt bæði almenning og íleggjarar og marknað. Ella sigur Brian Mikkelsen sannleikan, tá hann svarar Høgna Hoydal?

Tíðindaskrivið hjá Eidesgaard og Fíggjarmálaráðnum frá 23. august 2010, segði í niðurstøðu síni:
"Fíggjarmálaráðið kann eftir fundirnar staðfesta, at donsku mydugleikarnir einki høvdu at viðmerkja til støðuna í føroyska peningastovnsgeiranum."

Svarið frá Briani Mikkelsen til Høgna Hoydal, sigur í niðurstøðu síni:

"På mødet blev den aktuelle situation for færøsk økonomi, herunder for de færøske banker, drøftet. Finanstilsynet, der jo fører et uafhængigt tilsyn, oplyste på mødet, at blandt andet henset til Eik Bank Danmark A/S’ betydelige ejendomseksponering havde Finanstilsynet fremrykket en funktionsundersøgelse af Eik Bank Danmark A/S til efteråret 2010."

Sostatt sigur onkur ósatt - antin Eidesgaard ella Brian Mikkelsen, og tað vil Tjóðveldi hava greiði á.

Tjóðveldi


- Niðanfyri eru endurgivin (vit hava tikið avgerandi lutirnir fram við feitari skrivt):

a) Svarið frá Briani Mikkelsen til Høgna Hoydal, dagfest 14. oktober 2010,

og

b) Tíðindaskrivið frá Eidesgaard og Fíggjarmálaráðnum frá 23. august 2010.

---

a):



ØKONOMI- OG ERHVERVSMINISTEREN

14. oktober 2010



Besvarelse af spørgsmål 2 alm. del stillet af Færøudvalget den 6. oktober 2010 efter ønske fra Høgni Hoydal (TF).

Spørgsmål:

Ministeren bedes oplyse, hvad forskellen var på situationen i Eik Bank den 19. august 2010, da ministeren informerede det færøske landsstyre om, at der ikke var fare på færde, til at der kom helt andre beskeder fra Finanstilsynet kun en måned senere.

Svar:

Jeg afholdt den 19. august 2010 det årlige møde med den færøske finansminister Joannes Eidesgaard. I mødet deltog ligeledes Finanstilsynets direktør.

På mødet blev den aktuelle situation for færøsk økonomi, herunder for de færøske banker, drøftet. Finanstilsynet, der jo fører et uafhængigt tilsyn, oplyste på mødet, at blandt andet henset til Eik Bank Danmark A/S’ betydelige ejendomseksponering havde Finanstilsynet fremrykket en funktionsundersøgelse af Eik Bank Danmark A/S til efteråret 2010.

Finanstilsynet var dog ikke på dette tidspunkt klar over problemernes omfang, blandt andet henset til at Eik bankerne den 10. august havde offentliggjort et regnskab for 1. halvår 2010, der samlet set var positivt, men dog med et underskud i den danske del af koncernen.

På baggrund af indikationer fra flere kilder afholdt Finanstilsynet den 15. september 2010 møde med Eik Bank-koncernens ledelse. Finanstilsynet fandt på baggrund af mødet, at der kunne være problemer i Eik Bank Danmark A/S. Finanstilsynet indledte derfor en haste-undersøgelse af Eik Bank Danmark A/S, da den generelle statsgaranti ville udløbe den 30. september 2010.

I forbindelse med undersøgelsen, der blev gennemført den 20. – 24. september 2010, blev en række af Eik Bank Danmark A/S’ største engagementer gennemgået. Undersøgelsen viste relativt hurtigt, at Eik Bank Danmark A/S’ tabskapacitet ikke var tilstrækkelig. Der var også risiko for, at de finansielle vanskeligheder kunne føre til, at moderselskabet Eik Banki P/F kunne få finansielle vanskeligheder.

Finanstilsynet påbegyndte den egentlige engagementsundersøgelse af Eik Banki P/F den 23. september 2010. Det blev da konstateret, at det ikke kun var i Eik Bank Danmark A/S, at der var økonomiske problemer, men at der også var selvstændige økonomiske problemer på Færøerne.

Finanstilsynet vil i henhold til § 352 a i lov om finansiel virksomhed offentliggøre en redegørelse for sin tilsynsvirksomhed.


---

b):

"Tíðindaskriv, 23. august 2010 frá Fíggjarmáláráðnum:

Árligur kunningarfundur um fíggjarkervi


Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, er á árliga fundinum við danska vinnu- og búskaparmálaráðharran, Brian Mikkelsen, kunnaður um støðuna hjá føroysku peningastovnunum. Á fundinum luttóku eisini danska fíggjareftirlitið og danski tjóðbankin.

Kunnandi fundur var eisini við Finansiel Stabilitet A/S, sum er felagið, ið vegna myndugleikarnar ger metingarnar, tá staturin skal veita peningastovnum lán ella veðhald.

Fíggjarøkið er danskt málsøki, tí tekur Fíggjarmálaráðið ikki lut í eftirlitinum av føroysku peningastovnunum, men hevur samskifti við donsku myndugleikarnar. Einaferð um árið – í august – er fundur millum føroyskar og danskar myndugleikar.

Høvuðsendamálið við fundinum er, at danski vinnu- og búskaparmálaráðharrin kunnar um og viðger saman við landsstýrismanninum í fíggjarmálum gongdina í føroyska peningastovnsgeiranum. Eisini kunnar danski tjóðbankin um gongdina á penga- og gjaldoyraøkinum. Búskapargongdin í báðum londum varð somuleiðis umrødd og lógarbroytingar á peningastovnsøkinum, sum skulu setast í gildi í Føroyum, vórðu viðgjørdar.

Fíggjarmálaráðið kann eftir fundirnar staðfesta, at donsku mydugleikarnir einki høvdu at viðmerkja til støðuna í føroyska peningastovnsgeiranum.