Løgtingið viðger í dag ymsar broytingar í teimum sonevndu bankapakkunum. Síðani teir fyrst bankapakkarnir komu á ting, hevur Tjóðveldi kravt, at føroyskir myndugleikar settu treytir við, soleiðis at politisk átøk fyri peningastovnarnar komu teimum føroysku brúkarunum og tí føroyska búskapinum til góðar.
Hetta er ikki hent. Ístaðin er stórur kostnaður lagdur á tann vanliga føroyska brúkaran og vinnulívið til tess at fíggja bankapakkarnar. Og peningastovnarnir leggja miðvíst týdningarmiklar partar av sínum virksemi og avkastinum av peningi, virðum og lánum hjá føroyska brúkaranum og vinnulívinum uttanfyri føroyska samfelagið.
Í øðrum londum hava politisk átøk, har skattgjaldarin og vanligi brúkarin skulu bjarga fíggjarstovnum, havt sum treyt, at peningastovnar lækka rentuna hjá vanligum húsarhaldum og vinnu til tess at fáa styrkt búskapin og sosialu støðuna í samfeløgunum.
Tjóðveldi ger tí greitt, at flokkurin undir ongum umstøðum tekur undir við at seta nýggjar lógir í verk fyri peningastovnarnar uttan so, at landsstýrið fær eina greiða avtalu við peningastovnarnar um, at teir vilja lækka rentuna hjá vanligum sethúsaeigarum og at møguleikarnar verða bøttir hjá smærri og og miðalstórum vinnulívsfyritøkum at fáa reella fígging við rímiligum rentutreytum.
Tjóðveldi heitir á allar flokkar um at standa saman um hetta krav, ið politiski myndugleikin nú aftur hevur møguleika at seta.
Samstundis endurtekur Tjóðveldi síni uppskot frá fyrru viðgerðunum av bankapakkum um, at avlopið av teimum inngjøldum, ið Føroyar hava rindað til trygdargrunnar, fella aftur til landskassan og ikki til danska statskassan, sum Løgtingið annars hevur samtykt.
Á løgtingi 28. apríl 2010
Tjóðveldi

