Tjóðveldi eigur tvey uppskot í Tinginum í dag

31 March 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Vit hava um dagarnar verið vitni til, at bankarnir hava sent fleiri 100 tals húskjum eina eykarokning
upp á fleiri 10-túsund krónur. Hetta hava teir gjørt við at hækka sokallaða lánsbidragið við 0,4
prosentum hjá teimum, sum hava donsk realkredittlán. Hetta samsvarar við eina hækking upp á
4000 kr. pr. mió. í láni pr. ár. Og hesa eykarokning skulu føroysku húskini bara góðtaka, sjálvt um
tey eru fíggjarliga ógvuliga sperd longu frammanundan.


Tey, sum fyri kortum vórðu eggjað til at broyta vanligu sethúsalánini til donsk realkredittlán, vóru í
stóran mun tey, sum høvdu stór sethúsalán. Hjá teimum, sum høvdu ½ mió í sethúsaláni ella minni,
loysti tað seg ikki at broyta, varð sagt, tí konverteringin var so dýr.

Tað kann tí hugsast, at serliga ungu barnafamiljurnar, sum frammanundan eru tey mest fíggjarliga
sperdu, tóku av hesum tilboði.

Les uppskotið her

Føroyum tørva eina skipan og ítøkilig amboð, ið kunnu tryggja ein sjálvbjargnan
føroyskan búskap. Eina skipan, ið tálmar sveiggjum í føroyska búskapinum. Eina
skipan, ið tryggjar langtíðaráhugmál Føroya, eins væl og stutttíðaráhugamálini.
Búskapargrunnur Føroya er eitt høvuðsamboð í eini slíkari skipan.

Les uppskotið her