Tjóðveldi átalar harðliga ómenniskjaligu sparingarnar á eldraøkinum

8 May 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Í fjør feldi samgongan øll broytingaruppskot frá andstøðuni til fíggjarlógina, sum høvdu broytt støðuna grundleggjandi í vælferðartænastum og steðgað sparingunum. Og so seint sum mánadagin í hesi vikuni feldi samgongan alternativið uppskotið til fíggjarkarmar frá andstøðuni, sum ávaraði staðiliga móti fastfrystu játtanunum til m.a. eldraøkið og hevði størri játtan.


Tað er ein menniskjarættur at fáa tað mest neyðturvuligu røktina. Tað kann als ikki góðtakast, at eldri fólk á røktarheimum vegna sparingar nú skulu liggja óhjálpin í songini, skulu uppliva, at tað skal sparast uppá matin, ikki skulu sleppa á wc ta ið tað er neyðug, ikki sleppa í bað eftir tørvi, ikki fáa neyðuga fakliga røkt, ikki kunnu endurvenjast og fleiri aðrar ótespiligar sparingar.


Sparingarnar eru als ikki forsvarligar og fara bert at elva til, at fólk gerast enn meira røktarkrevjandi, og harvið gerst eldraøkið við tíðini bert dyrari, bæði menniskjaliga og fíggjarliga. Umframt hetta, so eru avleiðingarnar fyri starvsfólkini álvarsaman bæði likamliga og sálarlig. Avvarðandi og búfólk kenna seg sjálvsagt sera ótrygg og ørkymlað.


Tað ber ikki til at halda fast í at samfelgið skal rekast fyri sama krónutal. Tá ið alt annað dyrkar og lønirnar hækka, so sigur tað seg sjálvt, at tað ikki hongur saman. Hugsanin um, at sparingarnar ikki skulu raka búfólkini hevur ikki samband við veruleikan. Hvønn annan enn tey eldru kann ein sparing á eldraøkinum raka.


Umframt sparingarnar á røktarheimunum, so er vert at hava í huga, at tænastan til heimabúgvandi eldri og óhjálpin als ikki er nøktandi, og í ávísum førum als ikki til staðar. Samanumtikið ber til at staðfesta, at partur av okkara gomlu líður undir almennum umsorganarsvíki, og tí heitir tingmanning hjá Tjóðveldi staðiliga á samgonguna um at játta meira pening til røktina av okkara gomlu


Tingmannningin hjá Tjóðveldi, 8 mai 2013