Tjóðveldi hevur seinastu árini havt aðalstjórnarfundir kring landið. 2014 hevur ikki verið nakað undantak, og mánakvøldið í vikuni varð fundur settur í Miðstovuni úti í Klaksvík.
Tjóðveldi aðalstjórnarfund í Klaksvík
Fundirnir kring landið hava verið eitt gylt høvi at koma á tal við nevndarlimir, býráðs- og bygdaráðslimir umframt veljarar annars.
Fundirnir hava borið á brá av, hvar teir hava verið hildnir, og fundurin í Klaksvík snúði seg um fiskivinnu, nádd mál í býráðspolitikkinum og støðuna í Norðuroyggjum sum heild. Breið semja var á fundinum um, at tjóðveldisumboðan úr Norðuroyggjum á tingi er ongantíð so neyðug sum nú. Sjálvsstýriðsstríðið hevur í stóran mun verið virkið í Klaksvík og Norðuroyggjum, og norðoyingar hava søguliga sligið manngarð um tjóðveldsihugsjónina, tann støðan skal endurvinnast.
Býráðsumboðini høvdu áhugvaverdar framløgur um úrslit og ætlanir. Góða arbeiðslagið í samgonguni í Klaksvíkar býráði merkist aftur og bjartsskygni og árræði merktu umboð floksins í býráðnum - Óluvu Klettskarð, Jóhann Lützen og Steinbjørn Jacobsen. Framgongdin er sjónlig í vinnulívinum, skúla og útbúgving, trivnaðinum hjá øllum borgarum, eldarøkinum, bussleið og nýbygging. Tað grør um gangandi fót við Tjóðveldinum í býráðssamgonguni í Klaksvík.
Fundurin í Klaksvík var seinasti fundurin í ár, og næsti fundur verður í Sandoynni 19. januar 2015.
Petur í Gong
aðalstjórnarformaður

