Hóast smálutirnir í kanningini ikki eru kunngjørdir almenninginum, so ber til at gera nakrar niðurstøður úr mettu styrkini hjá flokkunum, og tingmannatalinum, sum hevði verið ein veruleiki, um kanningin hevði verið umboðandi fyri eitt løgtingsval, sum var hildið í dag.
Samgongan, ið situr, er somikið stór og breið, at ongin veljarakanning koppar henni, tað kann bara tann politiski veruleikin gera, og metaltroyttheitin, sum sviðnaroykurin nú gongur so treystur frá, er ikki til at fara skeivur av. Fíggjarlógararbeiðið var kaotiskt, og bara ad hoc loysnir frammi í evsta sekundi bjargaðu samgonguni eitt framhaldandi lív yvir um árskiftið.
Ruðuleikin um sosialpolitikkin heldur bara fram, fyrstifiólleikarin í sápuopruni spælir bara falskari fyri hvønn dag sum gongur, og fyri kortum fingu vit at vita, at kommunalreformurin stórt sæð verður parkeraður, tí ongin semja fæst um partspolitikkin, og í fiskivinnumálum hongur samgongan føst í eini feudalari fatan av tilfeingispolitikkinum, har Fólkaflokkurin er drívakkerið, sum hevur hakað í ein skalla, og kabularhjólið hjá javningunum megnar onki í mun íhaldið, serliga hjá ráðharranum í fiskivinnumálum sjálvum.
Onki er tí so víst í okkara politisku skipan, sum tað, at hendan samgongan ikki heldur longur enn hetta valskeiði røkkur, - ella hagartil løgmaður velur at skriva út nýval.
Neyðugt er tí at hyggja eftir alternativum møguleikum. Soleiðis sum politisku viðurskiftini hátta sær í einum hjálandi, eru møguleikarnir mangir. Umframt blokkar í vinstra-høgra politikkinum er siðvenja fyri blokkum á tjóðskaparásini og hartil hava vit síðani 2004 verið stjórnað av einum konglomerati av báðum, eini fløkju av øllum, og úrslitið er ein skjót gongd fram í móti einum búskaparligum heimastýrisbankarotti.
Tað er í grundini líkamikið hvussu stóra undirtøku Sambandsflokkurin fær í eini veljarakanning ella á einum løgtingsvali. Hetta er bara tann latenta emotionella deyðvektin, ørindadreingirnir hjá donsku maktini, sum verður ein veruleiki soleingi tjóðskaparspurnigurin ikki er avkláraður. Javnaðarflokkurin, sum er partur av tí deyðvektini, kvinkar eitt lítið sindur uppeftir í mun til seinastu kanning, men gongur nógv aftur í mun til seinasta løgtingsval.
Orsøkin kann vera ótryggleikin, sum finst í øllum kanningum, men grundin kann eisini vera, at flokkurin umsíðir sær út til at hava funnið rætta avloysaran í ættarliðsskiftinum eftir Atla P. Dam. Higartil hevur Aksel V. Johannessen gjørt ein góðan figur í Heilsumálaráðnum, hóast onkran minni kiksara, eitt nú í Heilsutrygdarmálinum.
Nakrir av mest eyðsýniligu møguleikunum eru sambært hesi kanningini:
ADE (landsstýrini frá 63-67 og frá 98-02), 49,7% 16 tingmenn
CHE (vinstrastjórn), 50,2% 17 tingmenn
ABD (borgarlig stjórn), 49,3% 16 tingmenn
BCD (gamla heimastýrissamgongan), 47,0 % 16 tingmenn
ADEH (fullveldissamgonga roynd frá 02-04), 59,4% 19 tingmenn
Ein annar møguleiki er sjálvandi samgongan frá 74-80, men ein illa særdur Javnaðarflokkur er neyvan motiveraður til annað enn ein andstøðuleiklut í løtuni, tí tykist hesin møguleikin ikki serliga sannlíkur, annars hevði undirtøkan fyri hesi konstellatiónini verið:
ACE (samgongan frá 74-80), 59,3% 20 tingmenn
Flestu av konstellatiónunum vit kenna ríða harvið um snarið, um parlamentariskur meiriluti er undir teimum ella ikki, í hvussu er tykjast tær somikið veikar á pappírinum, at neyvan nakar samgonguleiðari dittar sær til at fara undir eitt heilt valskeið við einum tingmanni á vágskálini. Endurtøkan av eini smalari CHE-samgongu, við at kalla somu tingmonnum, er neyvan møgulig, so ivasamir summir teirra vóru í íløgu- og fiskivinnupolitikkinum.
Ein samgonga millum Tjóðveldið og Sambandið er framvegis ein hypotetiskur møguleiki, sum neyvan verður fyrsta royndin eftir eitt val. Harvið er hendan nýggjasta veljarakanningin hjá Fynd óvanliga greið, væl greiðari enn undanfarnar kanningar hava verið, serliga tí at politiski gerandisdagurin nú rópar eftir einum alternativi til verandi samgongu, sum bara anir av gomlum vana og valdshugmóð.
Kanningin staðfestir, at tjóðskaparflokkarnir ongantíð hava staðið sterkari í Føroyum. Samgongan, ið sat frá 2002 fram til 2004, er í grundini einasti realistiski møguleikin eftir at eitt val hevur verið. Tjóðskaparstríðið eigur nærum 60% av fólkinum aftanfyri seg ímeðan samríkisflokkarnir eiga undirtøkuna frá hinum 40%´unum av fólkinum.
Frælsistøkan av tjóðini rennur út úr kanningini, og tí er tað bara ein spurningur um, hvussu hesir fýra flokkarnir positionera seg í mun til hvønn annan og hvussu teir fáa eina politiska verkætlan við greiðum málum at hanga saman til eitt drúgvari samstarv, sum ber á mál. Helst eru tað fleiri, sum ivast um hendan møguleikan, tí at høgra-vinstra problematikkurin kann gerast snávingarsteinurin. Serliga millum Tjóveldið og Fólkaflokkin. Eitt nú hevur verið ein øgiligur divergensur í hugsjónaðarliga grundarlagnum viðvíkjandi fiskivinnupolitikkinum.
Í seinastuni eru fleiri røddir í Fólkaflokkinum tó farnar at ressast í so máta, m.a. sást í eini grein hjá tunga dreinginum Bjarna Djurholm nú ein dagin, at hann av álvara nærkast hugsunarháttinum hjá tjóðveldismonnum, og onkuntíð hava Heðin Zachariassen og Poul Michelsen róð fram undir tað sama, og helst liggur sterka kvinnan í flokkinum, Annika Olsen, eisini í hesum nýggja rákinum.
Tíðin er líkasum farin frá feudala hugsunarháttinum hjá Vestergaard & Niclasen. Til tað er gerandisdagurin á marknaðum okkara vorðin ein alt ov herskin biti. Hetta er ein veruleiki, sum má loysast politiskt, í mun til altjóða vit, skil og vísund og ikki í mun gamla innansyndis feudala tankagongd frá tíðini, táið høvini vóru fræls, hetta snýr seg hóast alt um høvuðsvinnuna, ið fyrst og fremst skal vera búskaparliga súlan undir føroyska statinum.
Tí bendir alt á, um viljin annars er til tað, at eitt fullveldislandsstýri tekur um róðursvølin, táið val verður aftur, annaðhvørt táið valskeiðið er umliðið ella so skjótt sum løgmaður gerst varugur við, at hesum landinum tørvar eina stjórn, sum megnar at stjórna landinum burturúr búskaparliga kaosinum, eftir eitt 6 ára gamalt ABC-regime og fyri at fáa tjóðskaparliga spurningin avkláraðan einaferð fyri allar.
tj-.
