Ein § 25 nevnd at viðgera Uppskot til broyting í Tingskipanini er vald í dag, Høgni Hoydal er valdur í nevndina vegna Tjóðveldi
Tvær 1. viðgerðir eru á skrá í dag, uppskot til løgtingslóg um at leggja ítróttarhøll í Sandoynni og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til menning av fiskivinnu á landi.
Eisini skulu 2 skrivligir fyrispurningar svarast.
Í morgin er tingfundur kl 11.00, og har eru nógvir munnligir fyrispurningar frá tingfólkunum í Tjóðveldi, og svar upp á skrivligan fyrispurning til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, frá Páll á Reynatúgvu (Tórbjørn Jacobsen), løgtingsmanni, viðvíkjandi undirsjóvartunnilsætlanum hjá sitandi samgongu

