Fýra tingfólk løgdu tvey broytingaruppskot fram, Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen, Bill Justinussen og Kári P. Højgaard, ynsktu, at fýrati túsund krónur vórðu játtaðar til laboratoriið í Runavík, soleiðis, at hetta kundi latast upp aftur beinanvegin og at tær sekshundrað og seksti túsund krónurnar til bygdar- og ungdómshús vóru settar innaftur á fíggjarlógina, ímóti landsstýrisins vilja.
Orðaskiftið vardi í hálvanannan tíma. Endin varð, at landsstýrismaðurin í heilsumálum, boygdur, bardur og bendur, eisini av sínum egnu, nakkalangur mátti fara uppá røðarapallin fyri at staðfesta, at laboratoriið í Runavík letur uppaftur komandi týsdag, og at hetta fór at henda líkamikið um hann fekk hesar 40 túsund krónurnar ella ikki. Fyrst bakkaði hann fyri trýsti frá Landssjúkrahúsinum, táið laboratoriið fyri mánaða síðani varð stongt tað ið eftir var av árinum, og í dag bakkaði hann fyri trýsti í tingsalinum. Málið kemur aftur í rættlag, bara orsakað av uppskoti okkara. Táið hendan ultimativa útsøgnin var komin frá landsstýrismanninum tók Tórbjørn Jacobsen vegna uppskotsstillararnar uppskotið aftur.
Hitt málið snýr seg um bygdar- og ungdómshús. Helena Dam á Neystabø hevur upplýst fyri tinginum, at ongin umsøkn skuldi vera búgvin til viðgerð, og tí kundi ongin stuðul latast nøkrum í hesum árinum. Hetta vísti seg at vera misinformatión. Í fíggjarnevndini eru skjalprógv komin á borðið um, at í minsta lagi ein umsøkn hevur verið búgvin til politiska avgerð í langa tíð. Landstýrismaðurin, Helena, hevur ligið omaná málinum, og at hon nú valdi at skvisa játtaðu upphæddina av fíggjarlógini sigur nakað um, hvørja ætlan hon hevði hesi umsøkn viðvíkjandi. Tað eydnaðist andstøðufólkunum at fáa undirtøku fyri uppskotinum, tvs., at játtanin nú er inni á fíggjarlógini aftur. Atkvøðugreiðslan virkaði til mikla øsing í samgonguni, sjálvt løgmaður var mitt í rokanum, í øðini, tí samgonguagin var brotin, táið m.a. fleiri sambandsmenn atkvøddu fyri andstøðuuppskotinum. Málið, sum er skjalprógvað í fíggjarnevndini, er eitt nýtt skótahús í Runavík.
tj
