Hetta hóast Uttanríkisráðharrin fyri stuttum boðaði frá, at sáttmálin var so gott sum klárur at undirskriva. Tað kom fram í svari uppá fyrispurning frá Bjørt Samuelsen til Helenu Dam á Neystabø um møguleikarnar fyri at føroyskir granskarar kundu vera við í granskingarverkætlanum um varandi orku, sum ES júst hevur sett á breddan.
Heldur ikki eru nakrir pengar settir av á fíggjarlógini fyri komandi ár til evropiska granskingarsamstarvið, sum tað annars fleiri ferðir hevur verið fráboðað at vit skulu verða við í.
Bjørt Samuelsen spurdi:
1. Hvat verður gjørt fyri at stimbra undir og tryggja føroyska luttøku í evropisku granskingarverkætlanum innan orku?
2. Eru útlit til, at føroyingar vera við í einari ella fleiri av granskingarverk¬ætlanunum, sum snúgva seg um orku í 7. rammuskránni hjá ES?
3. Nær verður sáttmálin um føroyskan atlimaskap í ES-granskingarsáttmálanum lagdur fyri Løgtingið til góðkenningar?
4. Hvussu nógvir pengar verða settir av til ES-granskingarsamstarvið hetta til og við ár 2013?
Viðmerkingar:
ES kunngjørdi fyri kortum sjey nýggj útboð eftir granskingarverkætlanum innan orku. 14. september verður í Brússel ein kunnandi fundur um hesar orkuverkætlanir.
Millum annað er ætlanin at granska í, hvussu orku-avbjóðingarnar kunnu loysast – bæði sæð í stutttíðar- og langtíðarhøpi. Eitt nú eru verkætlanir, ið snúgva seg um menning av tøkni til orkuveiting, um varandi orkukeldur og um orkusparandi bygging.
Hetta eru alt øki, sum eru sera relevant hjá føroyingum at vera við til at granska í. Samstundis eru Føroyar væl egnaðar til pilot-projektir, og hava góðar fortreytir fyri menning av varandi orkukeldum – bæði á sjógvi og landi. Uttan iva kundu fleiri lond verið áhugað í at samstarva við føroyingar um menning av varandi orkukeldum og orkutøkni.
Orkuveitingartrygd er ein hin størsta avbjóðing, vit standa yvirav komandi mongu árini. Tí er sera umráðandi, at føroyskir myndugleikar gera alt, sum gerast kann, til tess at tryggja føroyska luttøku í viðkomandi gransking innan orku. At føroyskir granskarar luttaka í slíkum fleirtjóða verkætlanum gevur ikki einans henta vitan, men er eisini við til skapa sambond og gera teir møguleikar, vit her hava, sjónligar fyri umheiminum. Eisini sæð úr einum fíggjarligum sjónarhorni er samstarv við onnur lond av avgerandi týdningi.
Føroyar sum partur av ES-granskingarsamstarvinum
Sambært tíðindaskrivi frá Uttanríkisráðnum hin 14. juli í ár er: “sáttmálin um føroyskan atlimaskap í ES-granskingarsáttmálanum stavváttaður”.
Hetta merkir, at tað fyrireikandi embætisarbeiðið fyri, at Føroyar kunnu fáa atlimaskap í 7. rammsuskránni fyri gransking og tøkniliga menning, er komið á mál.
“Næsta stigið í tilgongdini er, at sáttmálin verður lagdur fyri Løgtingið, Evropiska Ráðharraráðið og Evropatingið til góðkenningar. Treytað av, at Løgtingið samtykkir sáttmálan, verður miðað ímóti, at sáttmálin verður endaliga undirskrivaður seinni í ár” skrivar Uttanríkisráðið.
Við fullgildugum atlimaskapi í 7. rammuskránni kunnu føroyskir granskarar luttaka á jøvnum føti í granskingarsamstarvinum hjá ES og við hesum fáa atgongd til fígging, netverk og vitan. Limaskapurin gevur eisini møguleikan at átaka sær at samskipa og standa fyri evropiskum granskingarverkætlanum. Tað kostar tó eisini fitt av peningi at vera við í samstarvinum.
Orkugransking er bert eitt av fleiri spennandi granskingarøkjum, ið eru við í ES-granskingarsamstarvinum. Sera áhugavert er at frætta, hvussu leikur fer í Mentamála¬áðnum í sambandi við ætlaða limaskapin í 7. rammuskránni.
Spurningarnir eru settir til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í granskingarmálum.
Landsstýriskvinnan svaraði:
Svar 1
Gjøgnum tað dagliga arbeiðið við at kunna føroyska granskingar- og menningar¬umhvørvið um møguleikar í ES-granskingarsamstarvnum, vísa føroysku NCP-umboðini í Granskingarráðnum eisini á møguleikar innan orku. Ítøkiliga hava umboðini í august havt fundir við umboð fyri flestu granskingarstovnarnar um, hvørju útboð (calls) eru innan relevantu økini komandi mánaðirnar. Innan økið orku hava umboðini verið á Havstovuni og Umhvørvisstovuni og har m.a. víst á viðkomandi útboð. Nú uppskotið um granskingarsáttmála við ES er stavváttað á embætismannastigi í summar (2009), eru NCP umboðini í holt við vitjanir á viðkomandi og áhugaðum granskingarstovnum.
Tað ber okkum ikki til at tryggja føroyska luttøku í evropiskum verkætlanum, annað enn at hjálpa til við at miðla møguleikarnar og leggja lag á í umsóknargongdini. Avgerðin um, hvørjar verkætlanir verða stuðlaðar, liggur einsamalt hjá ES-kervinum.
Svar 2
Tað er ilt at siga, hvørt føroyingar vera við í einari ella fleiri av granskingar¬verkætlanunum, sum snúgva seg um orku í 7. rammuskránni hjá ES. Enn hevur Føroya Løgting ikki bundið Føroyar til luttøku í FP7. Hetta er í sær sjálvum ein forðing fyri luttøku. Hvørt tað eru føroyingar, sum fara at søkja, er ikki vist enn, men fleiri stovnar eru, sum kundu søkt og sum umhugsa málið í løtuni. Tað, at Føroyar enn ikki formliga hava bundið seg til ein granskingarsáttmála við ES og enn ikki hava játtað neyðuga peningin til føroyska luttøku í FP7 samstarvinum, tykist ávirka áhugan hjá granskarunum at fara til verka at skriva umsóknir.
Svar 3
Tilgongdin at vinna Føroyum atlimaskap í FP7 er nú komin so mikið áleiðis, at sátt¬málin er stavváttaður av pørtunum báðum og klárur at leggja fyri Føroya Løgting sum uppskot til samtyktar. Uttanríkisráðið umsitur sáttmálasamráðingarnar og Menta¬mála¬ráðið umsitur innihaldið av sáttmálanum og tað fyrisitingarliga virksemið, ið fylgir við atlimaskapi í FP7.
Nær sáttmálin verður lagdur fyri Løgtingið til góðkenningar, dugi eg ikki at siga í løtuni. Uttanríkisráðið hevur boðað frá, at fyri at granskingar¬sáttmálin kann verða samtyktur at koma í gildi 1. januar 2010 sam¬svarandi grein 1 í “Lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya Landsstýris at gera”, er tað eisini ein treyt, at yvirtøkan av málsøkinum ídnaðar¬hugverksrættur, sum er málsøkið hjá Vinnumálaráðnum, er framd í seinasta lagi 1. januar 2010. Hesin spurningur er ikki liðugt viðgjørdur.
Svar 4
Sambært Uttanríkisráðnum kemur árliga luttøkugjaldið í miðal at liggja um 9 mió. kr. fyri árini 2010-2013. Harafturat er neyðugt at seta av pening til fyrisitingarútreiðslur og útreiðslur til at skriva umsóknir o.l. Mett verður, at samlaði meirkostnaðurin av granskingarsáttmálanum verður einar 10,5 mió. kr. árliga. Sum er, er ongin peningur settur av á fíggjarlógaruppskotinum 2010. Í august 2009 handaði ein arbeiðsbólkur mær sítt álit um, hvussu vit kunnu útvega pening úr ymsum grunnum at seta í Granskingargrunnin og til at fíggja granskingarsáttmálan. Ein annar arbeiðsbólkur handaði mær sítt álit til broytingar í lógini um Granskingargrunnin. Politiska viðgerðin av hesum tilmælum er ikki liðug, og aðrir fíggingarhættir verða eisini kannaðir.
Vinarliga
Mentamálaráðið
Helena Dam á Neystabø
landsstýriskvinna

