Tingfregnir 14-15-16. mars 2009

17 March 2009
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Hendan weekendin gjørdist tó eitt undantak. Nationala flogfelagið hevur rættiliga verið í eldlinjuni. Orsøkin er, at sambandsmaðurin Johan Dahl ætlar, sum vinnumálaráðharri, at kollvelta felagið. Í fyrstu atløgu við at snýsa privatu partaeigararnar av, við at taka nevndarlimin frá teimum. Almennar fundarfrágreiðingar frá privatu íleggjarunum benda eisini á, at hann hartil hevur meira djúptøknar ætlanir við felagnum, eitt nú at skifta leiðsluna í felagnum út við eina nýggja. Tað standa ivaleyst fleiri í korridorunum og bíða eftir kjansinum, og landsstýrismaðurin er ikki júst kendur fyri objektiva sakligheit, táið tað snýr seg um at seta fólk í starv, eitt nú setti hann Bárð Nielsen í nevndina í Vága Floghavn. Maðurin, sum er høvuðsorsøkin til ringa fíggjarliga standin í almennu finansunum í hesum døgum.

Tað er vandamikil politiskur sportur, at gera politisk inntriv í felag, sum er skrásett í keypsskálum. Hetta burdi Johan Dahl vita, nú hann hevur presentera seg sjálvan, sum ein stóran businessmann, fyri útlendingunum, sum eiga í felagnum. Annars hevur Fólkaflokkurin funnist hvassliga at landsstýrismanninum og Tórbjørn Jacobsen og Bill Justinussen hava mótmælt vandamiklu kósini hjá sambandsmanninum úr Vági í einum tíðindaskrivi. Í gjár fanst Bjarni Djurholm eisini at landsstýrismanninum, og gjørdi greitt, at hesin hevði brotið tey lyftir, sum landsstýrið hevði givið teimum privatu. Í dag hevur Sjálvstýrisflokkurin gjørt tað sama.

Nú tykist málið vera komið hartil, at landsstýrið er klovnað í einum prinsippmálið, ið snýr seg um, um tað skal vera politisk íblanding ella ikki í eitt partafelag, sum landið er høvuðspartaeigari í. Fólkaflokkurin heldur ikki, meðan hinir báðir samgonguflokkarnir eftir øllum at døma halda hetta vera í fínasta lagi, hvørji motivir teirra annars eru í málinum. Í einum prinsippmálið plagar annar parturin at skulla bakka ella skrædnar tað millum partarnar. Ein semingsloysn er ikki væntandi, tí so ger Fólkaflokkurin seg sekan í tí, sum teir sjálvir hava funnist hvassliga at hesar seinastu dagarnar. Nú fáa vit at síggja hvør stirðilin er í Jørgen & Co.

Paradoksið í málinum er, at meðan allar heimsins stjórnir virka í samdøgursdrift fyri at bjarga fíggjargeirum og nationalum flogfeløgum, hevur ein føroyskur vinnumálaráðharri onki annað at taka sær fyri, enn at knúsa landsins nationala flogfelag, sum ongar fíggjarligar trupulleikar hevur. Tvørturímóti.

Landsstýrið er annars farið á eina Suðuroyarsafari, har teir skullu yvirtaka miðnámsskúlan, sum ABC-samgongan fyrra, dýrkaði úr 45 millónum krónum upp í 96 milliónir krónur. Tá hongur eitt rættarmál um hálsin á teimum umframt, har entreprenørurin hevur kravt MMR eftir umleið 8 milliónum afturat. Størsta byggiskandala í landsins søgu. Tað hoyra vit bara onki um, heldur ikki í tí heilagu objektivu public-service rásini í Sørtudíki/Vørðsluni.

tj