Vísandi til tilsøgn tygara verða tygum sett sum kanningarstjóri samb. § 38, stk. 2 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya.
Vísandi til hjáløgdu áheitan frá 14 tingmonnum verður heitt á tygum um at kanna embætisførsluna hjá løgmonnum og landsstýrisfólkum í sambandi við flytingina, byggingina og umvælingina av skúladeplinum á Heiðunum í Hovi og tilknýti til ætlanina við ellis- og røktarheimi og psykiatriskum depli í Vági.
Hava landsstýrisfólkini umsitið málsøki síni á lógligan og fullgóðan hátt, tá ið fyrireikað, bygt og umvælt varð, og hava tey svarað Løgtinginum á skeivan ella villleiðandi hátt í málinum, m.a. tá sóknast varð eftir innaru viðurskiftunum viðvíkjandi kostnaði og møguligum brekum.
Harumframt verða tygum biðin um at taka støðu til, hvørt grund er til at halda, at løg- ella landsstýrismenn, tilætlað ella av grovum ósketni hava skúgvað til viks tær skyldur, sum áliggja teimum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi teirra.
Vísandi til rættarligu ábyrgdina av fyrisiting landsstýrismanna sambært stýrisskipanarlógini verða tygum eisini biðin um at taka støðu til fyrisitingarligu mannagongdirnar í sambandi við fyrireikingarnar av hesum byggimálum og víðaru gongdini hesum viðvíkjandi.
Tygum verða í arbeiði tygara biðin um at taka støði í teimum skjølum og frágreiðingum, ið longu liggja í málinum, herundir frágreiðingum frá Landsgrannskoðaranum, Landsstýrismálanevndini og teimum løgtingsmálum, fyrispurningum v.m., ið eru málinum viðkomandi.
Tygum verða biðin um at venda aftur fyri at gera avtalu um samsýning, áðrenn farið verður undir arbeiðið.
Hergeir Nielsen
løgtingsformaður

