Tilfeingisbúðin

21 July 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Tjóðveldi


Løgtingið


Løgtingsmál nr. X/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinri broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:

1) § 2, stk. 2-4 verða orðað soleiðis:
"Stk. 2. Stovnsett verður ein almenn tilfeingisbúð undir landsstýrismanninum, sum skal standa fyri fíggjarligu umsitingini av fiskirættindum, harundir skráseting, innlating, útboð og sølu av livandi tilfeinginum á føroysku landleiðunum og teimum rættindum, sum føroyska samfelagið eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar.

Stk. 3. Ágóðin, sum kemur inn í sambandi við avhending av fiskirættindum, fer í landskassan.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur fyri, hvussu tilfeingisbúðin verður skipað."
og stk. 3 verður hereftir stk. 5, soleiðis at verandi stk. 2 verður strikað.

2) § 5, stk. 3-4 verða orðað soleiðis:
"Stk. 3. Veiðiloyvi sambært hesi lóg er góðkenning, ið landsstýrismaðurin veitir ávísum fiskifari at veiða á føroysku landleiðunum og á leiðum uttan fyri føroysku landleiðirnar.

Stk. 4. Fiskirættindi sambært hesi lóg er tann rættur, sum landsstýrismaðurin hevur latið eigara av ávísum fiskifari, ella sum eigari ella leigari av ávísum fiskifari hevur útvegað sær um almennu tilfeingisbúðina ella frá øðrum, sum hava hesi rættindi. Fiskirættindini fevna um rættin til at veiða í eitt ávístfiskidagatal og/ella at veiða ávísa nøgd úr ávísum fiskastovnum á ávísum leiðum í ávísum fiskiári, ella parti av einum fiskiári."

3) § 5, stk. 10-13 verða orðað soleiðis:
"Stk . 10. Tilfeingisbúðin er fyrisitingarliga skipað undir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og fremur tær uppgávur, sum henni eru álagdar sambært hesi lóg. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setir eina nevnd, umboðandi fiskivinnuna á sjógvi og landi, at ráðgeva í spurningum viðvíkjandi fíggjarligu umsitingini av fiskirættindum. Nevndarlimir og varalimir verða valdir fyri 4 ár ísenn. Nevndin skipar seg sjálv. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setir stjóran í Tilfeingisbúðini og góðkennir yrkisskrá hjá nevnd og stjórn.

Stk. 11. Fiskiveiðieftirlitið er fyrisitingarliga skipað undir landsstýrismanninum og fremur eftirlit, sum fyrisett í hesi lóg.

Stk. 12. Havstovan er fyrisitingarliga skipað undir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og letur landsstýrismanninum metingar av støðuni í fiskastovnunum og metingar av broytingum í veiðievnum hjá fiskiflotanum undir Føroyum. Havstovan roknar út lutfalsliga virðið av fiskidøgum, grundað á veiðievni, og ger aðrar neyðugar lívfrøðiligar útrokningar sambært endamálunum í hesi lóg eftir áheitan frá landsstýrismaninnum í fiskivinnumálum. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setir eina nevnd, umboðandi fiskivinnuna á sjógvi og landi og føroyskan granskingarførleika, at ráðgeva í spurningum viðvíkjandi støðuni í fiskastovnum, lívfrøðiligum spurningum og viðvíkjandi veiðievninum hjá fiskiflotanum. Nevndarlimir og varalimir verða valdir fyri 4 ár ísenn. Nevndin skipar seg sjálv. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setir stjóran á Havstovuni og góðkennir yrkisskrá hjá nevnd og stjórn.

Stk. 13. Fiskidaganevndin:Landsstýris­maðurin velur eina fiskidaganevnd, umboðandi fiskivinnuna á sjónum. Fiskidaganevndin ummælir metingarnar hjá Havstovuni og letur landsstýris­manninum í fiskivinnumálum tilmæli um fiskidagar, og hvussu fiskiskapurin skal skipast komandi fiskiárið. Nevndin og varaumboð verða vald fyri 4 ár ísenn. Landsstýrismaðurin ger reglugerð um val og virki nevndarinnar og tryggjar nevndini neyðugt tilfar, lívfrøðiligt og búskaparligt, til tess at útinna arbeiðssetningin. Landsstýrismaðurin velur formann og varaformann og setir skrivara."
og § 5, stk. 13 verður hereftir stk. 14.

4) § 6 verður orðað soleiðis:
"§ 6. Tann, ið ætlar sær at avreiða, skal hava útvegað sær fiskirættindi sambært hesi lóg. Veiða til húsbrúks er undantikin frá hesi reglu."

5) § 7 stk. 1-4 verða orðað soleiðis:
"Stk. 1. Vinnuligur fiskiskapur sambært hesi lóg kann bert fara fram við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, ogsumhava veiðiloyvi eftir § 5, stk. 3 og fiskirættindi eftir § 5, stk. 4.Fyri at fáa fiskirættindi krevst, at eigararnir ella leigararnir eru:
1) Einkultpersónar, einkultpersónar í felagsskapi, sum hefta persónligt, solidariskt og beinleiðis, og sum lúka treytirnar í stk. 2, ella
2) Feløg, sum lúka treytirnar í stk.3.

Stk. 2. Eigararnir ella leigararnir sambært stk. 1 skulu hava fast tilknýti til Føroyar, allir skulu vera skrásettir í fólkayvirlitinum seinastu tvey árini, og allir skulu vera fult skattskyldugir í Føroyum.

Stk. 3. Um eigararnir ella leigararnir sambært stk. 2 eru skipaðir í felagi, skal tað lúka fylgjandi treytir:

  • 1) Felagið skal vera partafelag, smápartafelag, lutafelag ella partsreiðarí og skal hava fast tilknýti til Føroyar. Er talan um partafelag ella smápartafelag, skulu partabrøvini vera navnapartabrøv.
  • 2) Eigararnir av í minsta lagi 2/3 av eginpeninginum, herundir partapening­inum, umframt ábyrgdarpeninginum, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, skulu lúka treytirnar í stk. 2. Føroyska nevndarumboðanin skal í minsta lagi vera 2/3 av nevndini og lúka treytirnar í stk. 2. Skal felagið luta út vinningsbýti, skal føroyski parturin í minsta lagi fáa útlutað 2/3.
  • 3) Landsstýrismaðurin skal hava upplýsingar og skal góðkenna, tá útlendingar eiga uppi í fiskifari, heimahoyrandi í Føroyum, og tá broyting fer fram í býtinum millum føroyska partin og útlendska partin av eginpeninginum, herundir partapening­inum umframt ábyrgdarpeninginum, atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum. Broytast ognarviðurskiftini soleiðis, at lutfallið 1/3 og 2/3 broytist, og útlendski parturin harvið gerst størri enn 1/3, fellur veiðiloyvið burtur.

Stk. 4. Leigusáttmálar um fiskiskip, ætlað til fiskiskap sambært hesi lóg, skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Fyri útleigarar av skipi, sum ikki lúka treytirnar í stk. 2 og 3, er tann regla galdandi, at hesir ikki kunnu krevja leigusamsýning í mun til veiðu og inntøku hjá skipinum, men bert eitt fast gjald árliga."
og § 7, stk. 4-8 verða hereftir stk. 5-9.

6) § 8 verður orðað soleiðis:
"§ 8. Veiðiloyvi verður latið øllum fiskiførum, sum lúka treytirnar í galdandi lógum og reglum um at verða góðkend til fiskiskap. Landsstýrismanninum er heimilað í veiðiloyvinum at seta nærri treytir viðvíkjandi t.d. fiskiskapinum og regluligum fráboðanum til Tilfeingisbúðina og Fiskiveiðieftirlitið.

Stk. 2. Fiskirættindi skulu bjóðast út alment av Tilfeingisbúðini.

Stk. 3. Fiskirrættindi verða útbjóðað í hóskandi nøgdum fyri hóskandi tíðarskeið, tó í minsta lagi fyri hvønn ársfjórðing í fiskiárinum, og skulu øll verða endaliga útboðin í fiskiárinum.

Stk. 4 Fiskidagar verða boðnir út í tí høvuðsbólki, teir sambært § 29 eru latnir. Harumframt eru avmarkingarnar í § 14, stk. 1, pkt. 2-5 fyri avhending av fiskidøgum eisini galdandi tá fiskidagar verða boðnir út. Fyri kvotur eru reglurnar sambært § 15, stk. 1 galdandi, samsvarandi, tá hesar verða bodnar út av Tilfeingisbúðini.

Stk. 5. Fiskirættindi, ið eru keypt at nýta í einum ávísum tíðarskeiði, fella aftur til Tilfengisbúðina uttan endurgjald, um tey ikki eru nýtt, tá tíðarskeiðið er farið.

Stk 6. Fiskirættindi, sum higartil hava verið latin sum felagskvota, verða útbjóðað sum egnir kvotupartar av Tilfeingisbúðini.

Stk. 7. Í teimum førum har tað verður staðfest, at eingin kapping er um at bjóða upp á fiskisrættindini, kann Tilfeingisbúðin áseta ein minstaprís fyri hesi rættindi. Tá minstiprísurin verður ásettur, skal atlit takast til galdandi marknaðarprísir og fíggjarligu fortreytirnar og útlitini fyri burðardyggum rakstri hjá vinnuni."

7) § 11 verður orðað soleiðis:
"§ 11. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu ikki fara til vinnuligan fiskiskap uttan at hava veiðiloyvi sambært § 8, stk. 1, og eigarin ella leigarin hevur fiskirættindi sambært § 8, stk. 2-4 og 6.

Stk. 2. Fiskifør undir fremmandum flaggi kunnu bara veiða á føroysku landleiðunum við loyvi frá Fiskimálaráðnum sambært sínámillum fiskiveiðiavtalum."
8) § 12 verður strikað.
9) § 13 verður strikað.

10) § 14 verður orðað soleiðis:
"§ 14. Eigarar av fiskirættindum, hoyrandi til høvuðsbólk 2, 3 og 4, kunnu sínámillum til nýtslu í høvuðsbólkinum avhenda fiskidagar. Tó er ikki loyvt at nýta fiskidagar frá fiskifari, ið er minni enn 110 tons, til fiskifar, størri enn 110 tons, ella øvut. Somuleiðis er ikki loyvt at nýta fiskidagar, ætlaðir til húkaveiðu, til trolveiðu ella øvut. Farið verður fram eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð. Fyri nýtslu millum fiskifør skulu reglurnar áseta tað lutfalsliga virðið á fiskidøgum, grundað á veiðievni.

Stk. 2. Fiskirættindi, samsvarandi avhendar fiskidagar, verða løgd afturat rættindunum hjá móttakaranum.

Stk. 3. Tilfeingisbúðin skal hava fráboðan um avhending av fiskidøgum. Fráboðanin skal gerast skrivliga og skal váttast av báðum pørtum. Áður enn avhendaðu fiskidagarnir kunnu nýtast, skal Tilfeingisbúðin við skrivligari fráboðan til báðar partar hava staðfest, at hann, sum avhendar fiskidagar, hevur ræði yvir so mongum fiskidøgum.

Stk. 4. Fiskidagar kunnu setast í veð."

11) § 15 verður orðað soleiðis:
"§ 15. Egin kvotupartur, egin árskvota og egin hjáveiðikvota kunnu avhendast eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð.

Stk. 2 Fiskirættindi, samsvarandi avhendar kvotur, verða løgd afturat rættindunum hjá móttakaranum.

Stk. 3. Tilfeingisbúðin skal hava fráboðan um avhending av teimum í stk. 1 nevndu kvotum. Fráboðanin skal gerast skrivliga og skal váttast av báðum pørtum. Áður enn avhendaðu kvoturnar kunnu nýtast, skal Tilfeingisbúðin við skrivligari fráboðan til báðar partar hava staðfest, at hann, sum avhendar kvotur, hevur ræði á hesum kvotum.

Stk. 4. Egin kvotupartur, egin árskvota og egin hjáveiðikvota kunnu setast í veð."
12) § 17 verður strikað.

13) § 18, stk. 1 verður orðað soleiðis:
”Fiskirættindi ella partar av fiskirættindum detta burtur av sær sjálvum, tá ið kvotan er uppfiskað, fiskidagarnir eru nýttir, ella tá fiskiárið er úti."

14) § 21 verður strikað.

15) § 26, stk. 1, 2.-4. pkt. verða strikað.

16) § 27 verður orðað soleiðis:
"§ 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi frá 1. september 2010 til 31. august 2011."

17) Í § 28 verður sett inn nýtt stk. 3, sum verður soljóðandi:
"Stk. 3. Veiðan av øllum botnfiskasløgum á føroysku landleiðini er undir fiskidagaskipan."
18) Í § 29, stk. 1 verða orðini "sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin", strikað.

19) § 29, stk. 5 verður orðað soleiðis:
"Fiskifør í bólki 4, sum ikki hava roynt við troli eftir 1. januar 1995, kunnu ikki fáa fiskirættindi til trolveiðu. Landsstýrinum verður heimilað at gera undantøk frá hesum, um verandi fiskirættindi til trolveiðu verður flutt til annað fiskifar í hesum bólki, har fiskiorkan verður tann sama ella minni."

20) Í § 29, stk. 10, 1. pkt. verður orðið "Landsstýrismaðurin" broytt til "Tilfeingisbúðin".

21) § 31 verður strikað.

22) § 40, stk. 1, nr. 3 verður orðað soleiðis: "3. brýtur reglurnar í §§ 7, 8, 11, 14, 15, § 18, stk. 2, § 19, § 24, stk. 2, § 35a og § 35b"

23) § 45 verður orðað soleiðis:
"§ 45. Fiskiveiðieftirlitið kann beinanvegin taka inn veiðiloyvi, um skiparin á fiskifarinum er skuldsettur fyri brot á reglurnar í § 9, § 9a, § 10, § 18, um fiskifar hevur fiskað meir, enn tí er loyvt sambært fiskirættindunum ella reglum, ásettar við kunngerð um fiskiskap á og uttan fyri føroysku landleiðirnar, ella um fiskifarið ikki hevur hildið seg til treytir, ásettar í veiðiloyvinum ella við fiskirættindum. Veiðiloyvi kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Hevur fiskifar fiskað meir, enn tí er loyvt sambært fiskirættindunum, verður givið eigaranum ella leigaranum tríggjar daga freist at boða Fiskiveiðieftirlitinum frá, at hann við umseting av fiskidøgum, egnari árskvotu ella egnari hjáveiðikvotu hevur lokið treytirnar. Landsstýrismaðurin kann harafturat mótrokna nøgdina av mettu veiðuni, sum blakað er út aftur, í egnari árskvotu ella felags árskvotu.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka aftur veiðiloyvi fyri ávíst tíðarskeið, um skiparin á fiskifarinum er dømdur ella hevur góðtikið bót fyri brot á hesa lóg ella reglur, ásettar við heimild í lógini. Fiskiveiðieftirlitið kann beinanvegin taka aftur veiðiloyvið, um brot verða staðfest á reglurnar um vernd av ungfiski, ásettar sambært § 9. Veiðiloyvi kann verða tikið aftur upp til 3 vikur hvørja ferð.

Stk. 3. Veiðiloyvishavarin kann krevja, at avgerðin eftir stk. 1 og 2 verður løgd fyri dómsvaldið. Avgerðin skal innihalda upplýsing um rættin til at leggja avgerðina fyri dómsvaldið og kærufreist. Áheitan skal fráboðast landfútanum í seinasta lagi 1 viku eftir, at avgerðin er boðað viðkomandi. Málið verður lagt fyri dómsvaldið eftir reglunum í revsilógini § 78, stk. 3. Áheitanin frestar ikki tiknu avgerðina."

24) § 48 verður orðað soleiðis:
"§ 48. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at avgerðir, sum tiknar eru sambært § 45 um at taka aftur veiðiloyvi, ikki kunnu kærast til landsstýrismannin."

§ 2
Hendan løgtingslóg fær gildi tann 1. september 2010.

§ 3
Fyri fiskirættindi, sum eru givin, áðrenn henda lóg fær gildi, hevur rætturin til fiskidagar, egnan kvotupart og egna hjáveiðikvotu gildi í 6 ár. Hetta er galdandi fyri eitt skiftistíðarskeið, sum fyri fiskidagar byrjar tann 1. september 2010, og fyri kvotur tann 1. januar 2011. Rættindini verða niðurskrivað sambært ásetingunum í stk. 2, til hesi eftir lokið tíðarskeið upp á 6 ár endaliga fella burtur.

Stk. 2. Fiskirættindi sambært stk. 1, latin sum fiskidagar, verða frá 31. august 2010 og hvønn 31. august hvørt fylgjandi ár latin aftur til tað almenna við 16 % og í fiskiárinum 2016/2017 við 20 % hvønn 1. september av upprunaliga tillutaðu fiskidøgunum og latin Tilfeingisbúðini at umsita og víðari avhenda. Fiskirættindi, latin sum kvotur, verða frá 1. januar 2011 og hvønn 1. januar hvørt fylgjandi ár latin aftur til tað almenna við 12 % og 1. januar 2018 við 16 % hvønn 1. januar av upprunaliga tillutaðu kvotunum árliga og latin Tilfeingisbúðini at umsita og víðari avhenda.

Stk. 3. Fyri fiskifør, sum, áðrenn henda lóg kemur í gildi, eru undir bólki 5 sambært § 28, stk. 1 og hava fiskiloyvi, er ásetingin í stk. 2, 1. pkt. ikki galdandi. Fiskirættindini hjá hesum fiskiførum fella burtur í einum tann 31. august 2016.

Stk. 4. Fiskirættindi sambært stk. 1 kunnu framvegis avhendast fyri meira enn eitt ár, og eftir reglunum í §§ 14 og 15, men skulu tá fylgja lutfalsliga vøkstri og niðurskurði sambært stk. 1 og 2, umframt í sama mun, sum ásetingin í § 29, og felags árskvotan fyri hvørt fiskiár broytist. Avhending av fiskidøgum er annars treytað av, at í minsta lagi 60% av tillutaðu døgunum fiskiárið frammanundan eru nýtt til fiskiskap við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum. Fiskidagar, fevndir av hesi grein, kunnu eisini framvegis avhendast sambært tí higartil galdandi ásetingini í § 14, stk. 2, tá 3 mánaðir eru eftir av fiskiárinum. Avhending av botnfiskakvotum í íslendskum sjógvi er somuleiðis treytað av, at í minsta lagi 60% av tillutaðu kvotunum álmanakkaárið frammanudnan eru nýtt til fiskiskap við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum. Avhending av fiskirættindum í bólki 5 kann tó bert fara fram til keyparar, sum yvirtaka bát ella bátar og brúka hesar til sama fiskiskap ella lata aðrar samsvarandi bátar koma inn ístaðin.

Stk. 5. Fyri teir rættindahavarar, sum, áðrenn hendan lóg fær gildi, hava fingið tillutað fiskirættindi uttan fyri føroysku landleiðirnar, avhendar Tilfeingisbúðin hesar nøgdir til rættindahavararnar sum egnar kvotupartar, egnar árskvotur ella felags árskvotur. Har fiskirættindini uttan fyri føroysku landleiðirnar eru ásett sum fiskidagar, skal Tilfeingisbúðin lata teir rættindahavarar, sum, áðrenn hendan lóg fær gildi hava fingið tillutað hesi rættindi, fiska av ásetta dagatalinum undir einum ella luta dagarnar millum skipini. So hvørt fiskirættindini, sum fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu veiða uttan fyri føroysku landleiðirnar, verða latin aftur eftir reglunum í stk. 2, skal Tilfeingisbúðin avhenda hesar nøgdir sum fiskidagar, egnar kvotupartar ella egnar árskvotur sambært reglunum í § 8."


Almennar viðmerkingar:


1. Upprunaliga ætlanin við verandi skipan

Í 1992 steðgaði føroyski búskapurin upp, og Føroyar vórðu settar undir umsiting. Eingin ivi er um, at ein høvuðsorsøk til kreppuna vóru teir sera óhepnu politisku karmar, sum tá vóru um fiskivinnuna. Almenn veðhald og lán, rakstrastudningur, kilostudningur, oljustudningur og mangar aðrar skipanir gjørdu, at tað als ikki bert var skilagóður rakstur, sum gjørdi av, hvussu tað gekst teimum ymisku skipunum. Minst líka týdningarmikið var, hvat fekst úr landskassanum.

Tá kreppan rakti, og landskassaveðhald fyri ørandi upphæddir gjørdust effektiv, stóð greitt, at hetta mátti broytast. Vit máttu hava eina vinnu, sum kastaði so nógv av sær, sum til bar, og varð loyst frá landskassanum og politisku skipanini, bæði táið ráddi um nýíløgur og rakstur.

Fiskivinnan skuldi hava greiðar karmar, har frí kapping var, og har møguleikarnir fyri politiskari stýring vóru burtur.

Tað stóð eisini greitt, at konkurslógin, hvussu ráð hon enn kann tykjast, er ein avgerandi fyritreyt í øllum sunnum og dynamiskum vinnulívi. Ein tilætlað uppruddingarskipan í kapitalistisku búskaparskipanini. Tað má vera so, at tey bestu, dugnaligastu og ídnastu fólkini kunnu sleppa framat. Tey, sum ikki fáa tað at bera til, kunnu ikki haldast uppi við almennum stuðli, men mugu víkja fyri øðrum. Jú størri kappingin er, jú meira dynamikkur fæst í skipanina. Í fiskivinnu, eins og í allari aðrari vinnu, er monopol skaðiligt – júst tí, at kappingin tá ikki er frí.

Eftir mikið stríð við donsku stjórnina, sum kravdi kvotuskipanir settar í verk, eydnaðist føroyingum í 1994 at semjast um og seta í verk lógina um vinnuligan fiskiskap. Karmurin er serliga skilagóður í føroyskum høpi so blandað, sum fiskaríið kann vera á landgrunninum, trupulleikin hesi seinastu árini hevur tó verið, at alt ov nógvir dagar hava verið úti í karminum, sum nú eru orsøkin til, at vit í alt ov stóran mun hava gjørt okkum inn á lívfrøðiliga burðardyggu javnvágirnar, serliga hvat toski og hýsu viðvíkur, og ábendingar eru nú um, at trýstið á upsastovnin eisini hevur verið í størra lagi. Hesin trupulleiki er komin okkum aftur um brekku á keypara-marknaðunum, hvørs tilvit um burðardygd er og verður vaksandi sum frálíður. Fram til skiftið 1. januar 2018 verður takið at seta dagatalið eftir lívfrøðiligu tilráðingini, og at seta ein generator við brúkskyldu inn í skipanini, fyri at allir ásettir dagar kunnu verða nýttir í øllum bólkum í einum fiskiári. Eftir 1. januar 2018 verður útlutaða fiskidagatalið, ið handlað verður umvegis Tilfeingisbúðina, lagað eftir lívfrøðiligu tilráðingini ár fyri ár.

Í lógini um vinnuligan fiskiskap verður stórur dentur lagdur á ta fríu kappingina í vinnuni, og at eingin monopolstøða má koma í. Í § 2, stk. 1 verður grundreglan knæsett við hesum orðum: “Livandi tilfeingið á føroysku landleiðu­num og tey rættindi, føroyska heima­stýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku land­leiðirnar, eru ogn Føroya fólks”.

Í stk. 3 í somu lógargrein verður uppaftur greiðari sagt, at vit ikki vilja hava nakað, sum minnir um monopolstøðu í føroyskari fiskivinnu: “Ein meginregla í umsitin­gini av til­feingi, ið ikki er avmarkað av altjóða- ella øðrum avtalum, sum Føroyar eru partur í, er at veita so frælsa atgongd til hetta tilfeingi sum gjørligt fyri fiskifør undir føroyskum flaggi”.

Her stendur ikki, at fræls atgongd skal veitast verandi fiskiførum, men fiskiførum undir føroyskum flaggi. T.e. eisini fiskifør hjá fólki, ið ikki hava fiskidagar sum er, men sum ynskja at royna seg í føroysku fiskivinnuni í fríari kapping við onnur.

Hetta er rættiliga greitt. Kappingin skal vera fræls; eingin skal hava serstøðu.

Men tey, ið orðaðu og samtyktu lógina, løgdu enn størri dent á, at vit ikki máttu enda í eini støðu sum minti um monopol. Tí staðfestir § 3, stk. 2 í lógini eisini hetta: “Fiskirættindi, latin sambært hesi lóg, veita ikki einstøkum bólkum ella ein­stak­lin­gum ognarrætt. Somuleiðis kunnu rættindi til fiskiskap takast aftur uttan endur­gjalds­kyl­du”.

Hetta var hugsað sum eitt greitt brot við ta skipan, vit kendu áðrenn, har tað neyvan er skeivt at siga, at politisk tilknýti og spurningurin um, hvussu nógv fekst úr landskassanum, kundu hava týdning fyri, hvør var í vinnuni, og hvør ið ikki slapp framat. T.e. at einstakir bólkar og einstaklingar - helst av politiskum orsøkum – høvdu framíhjárætt.

Allan vegin gjøgnum lógina um vinnuligan fiskiskap gongur aftur, at tíðin, har politikarar hava ávirkan á ella beinleiðis gera av, hvør skal vera í vinnuni og ikki, skal vera farin. Kappingin skal vera frí, og øll skulu hava atgongd. Einasta avgerandi parametur skal vera evnini at fáa fiskiskapin at bera seg so væl, sum til ber. Tann, sum dugir tað best, skal eiga rættin at reka fiskiveiðu.

Henda sama hugsan lá aftan fyri ásetingina í grein 13 um, at fiskidagar bert verða latnir í 10 ár. Rætturin at fiska skuldi altso ikki roknast sum ein ognarrættur, ið varð latin ávísum reiðaríum endaliga.

Rætturin at fiska skuldi sambært lógini heldur ikki kapitaliserast og síðani seljast og keypast sum ein handilsvøra. Tað skuldi ikki skapast nakar millumliður millum hugað og virkisfýst fólk, og fiskin í havinum.

2. Veruleikin er ikki í samsvari við upprunaligu ætlanina.

Tá lógin kom í gildi í 1994, var rætturin at fiska latin teimum, sum tá høvdu skip í sjónum, í 10 ár. Hetta var gjørt fyri at fáa gongd á vinnuna aftur sum skjótast.

Skipini vóru júst sanerað, og somu eigarar høvdu í flestu førum keypt tey aftur frá fíggjarstovnunum fyri sera lágan prís. Hetta var eitt slag av studningi – vit kunnu kalla tað kapitaliseraður rakstrarstudningur – latin sum eingangsupphædd. Tapini hjá skipunum/bankunum vórðu jú rindað við lánum, sum landskassin fekk frá danska statinum.

Bæði at sanera við almennum pengum og lata ókeypis fiskirættindi í 10 ár, vóru sera góðar treytir. Tað var helst gjørt, tí bæði vinnan og landið alt var í undantaksstøðu, og okkurt mátti gerast fyri at fáa skipini aftur til fiskiskap sum skjótast – undir góðum treytum.

Men við orðunum “Fiskirættindi latin sambært hesi lóg veita ikki einstøkum bólkum ella ein­stak­lin­gum ognarrætt” varð gjørt púra greitt, hvat endamálið var – og ikki var.

Kortini er nú júst tað hent, sum eingin vildi hava í 1994, og sum sjálvur lógarteksturin var ætlaður at forða fyri: Rætturin at fiska, sum varð latin nøkrum reiðaríum ókeypis at umsita, og sum skuldi falla aftur til landið, er vorðin kapitaliseraður. Hann verður í roynd og veru umsitin, sum var hann privat ogn – beint ímóti lógarinnar bókstavi, og beint ímóti Løgtingsins vilja.

Tá sorópta fullveldissamgongan í 2002 legði skatt á sølu av fiskidøgum, var hetta heldur ikki ein legitimering av sølu av fiskiloyvum. Talan var um at leggja skatt á sølu av fiskidøgum samsvarandi lógini um umsetiligheit av fiskidøgum.

Løgtingið hevur ongantíð samtykt, at rætturin at fiska skal gerast ein ogn hjá ávísum reiðaríum, ið kann kapitaliserast.

Men hetta er nú hent, og vit eru tí endað júst har, sum lógin frá 1994 skuldi forða fyri, at vit endaðu.

Hetta er ikki at kasta teimum reiðaríum fyri, sum virka í vinnuni. Tey virka sjálvsagt sambært teimum politisku signalum, sum eru. Vinnan rættar seg sjálvsagt inn eftir politiska veruleikanum, sum til eina og hvørja tíð er ráðandi. Og myndugleikarnir hava stillisliga góðtikið, at fiskiloyvi í veruleikanum eru endað sum privat ogn og harvið eisini sum privat handilsvøra.

Myndugleikarnir mugu sostatt takka sær sjálvum fyri, at støðan er vorðin, sum hon er vorðin.

Men Løgtingið, sum samtykti lógina í 1994, hevur eisini skyldu at bøta um skaðan. Tí skaðin er stórur. Privata kapitaliseringin av rættinum at fiska hevur við sær sera stór og álvarsom vandamál. Bæði fyri fiskivinnuna sum heild, fyri tey fólk, ið starvast í fiskivinnuni, og fyri samfelagið alt.

Teir trupulleikar og vandar, ið standast av kapitaliseringini, eru m.a. hesir:

- Monopolisering. Tað er sera trupult hjá nýggjum fólki at sleppa framat fiskivinnuni í dag, tí skalt tú keypa skip, mást tú eisini keypa rættin at fiska frá einum reiðaríi. Og royndirnar sýna, at hesin rættur kann kosta minst fimm-tíggju ferðir so nógv, sum skipið sjálvt kostar. Tí eru tey reiðarí, sum eru í vinnuni í dag – og kapitalsterk útlendsk feløg – í veruleikanum tey einastu, sum hava møguleikan at reka fiskarí í Føroyum. Dynamikkurin í vinnuni verður tískil als ikki so stórur, sum hann kundi verið og var ætlaður at verða.

- Stórur váði. Tann, sum keypir skip, má eisini rinda kapitaliseraða virðið á rættinum at fiska í óendaliga tíð fram. Tá prísurin á fiskirættindum verður lagdur omaná, hefta skipini fyri eini nógv størri skuld, enn tey eru verd. Sanna virðið á hesum rættindum kennir ongin, og tí er váðin, ið tikin verður, sera, sera stórur. Hetta er eisini galdandi, tá rættindi verða seld millum skip, sum longu eru í vinnu.

- Ógjørligt at fíggja. Støðan verður enn truplari, tá hugsað verður um, at peningastovanrnir ikki kunnu fáa pant í fiskiloyvinum, og tí eru trekir at fíggja tað, tað kostar. Tann, sum vil keypa skip, skal tí úr egnum lumma leggja fleiri ferðir virðið á skipinum á borðið.

- Peningastovnar í vanda. Vilja peningastovnar kortini veita fígging til slík skipakeyp – og tað verða teir stundum noyddir til – seta teir seg sjálvar í líka stóran vanda, sum teir gjørdu í áttitiárunum – um enn tað í dag er á ein annan hátt:

  • Yvirfígging. Tá prísurin á fiskiloyvinum verður lagdur omaná prísin á skipinum, má peningastovnurin fara inn í prosjekt, har stór yvirfígging er, tí hann má fíggja rættin at fiska, hóast hann ikki fær pant í hesum. Peningastovnurin verður sostatt eisini noyddur at taka á seg sera stóran váða, um hann yvirhøvur skal vera við til at fíggja føroyska fiskivinnu.

  • Virðisleysur pantur. Av tí at peningastovnarnir ikki kunnu fáa pant í tí fiskiloyvi, teir fíggja, verður tað eitt nærum púra virðisleyst skip, ið bankin fær, um reiðaríðið fer á húsagang og myndugleikarnir umboðandi Føroya fólk gera sín ognarrætt til fiskiloyvið galdandi. Skipið kann jú als ikki nýtast, um tað ikki hevur fiskiloyvi. Hetta er vandamikið fyri peningastovnarnar – og tað kann eisini hava við sær, at teir halda seg frá at fara inn í slíkar verkætlanir yvirhøvur.

  • Vandi fyri “konkursryttaríi”. Skipanin skapar eisini stóran vanda fyri “konkursryttaríi”. Tí fer eitt skip á heysin, er rættiliga upplagt, at sami eigari keypur tað aftur frá peningastovninum fyri spottprís. Peningastovnurin hevur jú ikki fiskiloyvið. Uttan tað kann skipið als ikki nýtast og hevur í veruleikanum bert virði, um tað verður selt av landinum. Í hesum liggur vandi fyri “konkursryttaríi”. Vit hava ikki sæð tað enn, tí tað hevur fyri tað mesta gingið so toluliga í føroyskari fiskivinnu síðani henda skipanin tók seg upp. Men vandin fyri, at tað hendir, nú tíðirnar gerast trengri, er stórur.
  • Hóttan móti útjaðaranum. At tað krevst so veldugur kapitalur og at so stórur váði skal takast fyri at sleppast kann inn í vinnuna, skapar vanda fyri, at rætturin at fiska miðsavnast har, ið mesti kapitalurin er – og tað er eisini har, ið flestu loyvini eru frammanundan. Nógv dømi eru um, at útjaðarin hevur mist til miðstaðarøkið.
  • Rætturin at fiska fer av landinum. At keypa sær rættin at fiska í óendaliga tíð fram er so kostnaðarmikið, at tað mangan bert eru feløg sum samstarva tætt við útlendskt feløg, í kunnu gera tað. Hetta hevur við sær, at rætturin at fiska føroyskan fisk endar á útlendskum hondum.
  • Skeiklað býti av virðum. At fiskiloyvini eru vorðin kapitaliserað – t.e., at tað, sum sambært lógini skuldi verið ”ogn Føroya fólks”, er vorðið ogn hjá nøkrum reiðaríum – hevur við sær sera stóran mun í ogn og inntøku millum føroyingar. Flestu politisku flokkar munnu halda hetta vera óheppið, sæð úr einum sosialpolitiskum sjónarhorni.
  • Øll verða rakt. Alt samfelagið verður rakt av, at rætturin at fiska er kapitaliseraður.
  • Reiðaríið. At føroyskt reiðarí, fyri at sleppa at fiska, skal rinda 5-10 ferðir tað, ið skipið er vert, ger raksturin nógv tyngri, enn natúrligt hevði verið.
  • Fiskimaðurin. At raksturin gerst so tungur, rakar manningarnar.Flakavinnan. At fiskiskapurin ikki hevur optimalt avkast og hevur alt ov dýran rakstur, rakar sjálvsagt eisini flakavinnuna á landi.
  • Samfelagið. Tað er eyðsæð, at ein fiskivinna, hvørs íløgur gerast so ovurhonds stórar orsakað av kapitaliseringini av fiskiloyvunum, kastar minni av sær til samfelagið, enn hon hevði gjørt, um reiðaríini ikki skuldu rinda hesar veldugu uppæddirnar fyri at sleppa at fiska.

3. Brandskatting og tilfeingisrenta eru ikki loysnin

Í kjakinum um søluna av fiskiloyvum hevur verið ført fram, at til ber at brandskatta tann vinning, ið fæst, tá fiskiloyvi verða seld. Besta boðið higartil hevur verið heilt uppi á 80%´um. Hetta uppskotið kom í sínari tíð frá núverandi formanni Fólkafloksins.

Hetta er avgjørt ongin loysn á teimum trupulleikum, sum vinnan stríðist við.

Hetta hevði í fyrsta lagi ikki gjørt tað bíligari hjá hugaðum fólki at gjørt skip út til fiskiskap, tí prísurin á fiskiloyvunum hevði ikki lækkað. Tvørturímóti er sannlíkt, at hann hevði hækkað, tí skal seljarin rinda meginpartin av vinninginum í landskassan, er hugsandi, at hann trýstir prísin upp fyri at fáa meira í sín part. Brandskatting hevði sostatt gjørt raksturin enn tyngri, enn hann longu er vorðin.

Ein skipan við brandskatting hevði í øðrum lagi eisini fyri fyrstu ferð alment legitimerað, at rætturin at fiska er vorðin privat ogn.

Í triðja lagi hevði ein slík skipan knæsett tað monopolstøðu, sum er íkomin innan føroyska fiskivinnu.

Tað hevur eisini verið ført fram, at tilfeingisrenta skal áleggjast fiskivinnuni. Men hetta kann í veruleikanum eisini fara at kennast sum ein skattur, ið kann gera raksturin tyngri. At hetta gjald skal ásetast av umstingini, er eisini ein vansi, tí sera trupult er hjá uttanfyristandandi at rokna seg fram til, hvat eitt rímiligt gjald skal vera. Tí hevði ein slík skipan uttan iva og av góðum grundum elvt til mótstøðu frá vinnuni.

4. Tilfeingisbúðin

Hvussu tann skipan, ið skotin verður upp, ítøkiliga skal virka, gongur fram av lógaruppskotinum sjálvum. Her skal kortini verða nortið við nøkur viðkomandi viðurskifti:

Yvirskipað

Í dag eru fá ella ongin, ið talar ímóti, at fiskidagar kunnu umsetast yvirhøvur. Bæði vinnan og politiska skipanin meta tað vera neyðugt, at fiskidagar kunnu keypast og seljast til tess at gera skipanina liðiliga.

Spurningurin er tískil bara, hvør skal standa sum seljari av rættinum at fiska: Um tað skal vera sum í dag, har reiðarí, sum hava fingið hendan rætt fyri einki frá landinum, skulu selja rættin víðari, ella um landið – sum er veruligi eigarin vegna Føroya fólk - skal selja hendan rætt.

Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap er talingur ikki um privatan ognarrætt, og tí er eingin ivi um, at tað má vera tað almenna, sum selur.

Men júst tí, at rætturin at fiska ikki kann vera privat ogn, kann tað almenna ikki selja hesi rættindi í allar ævir, men bert í avmarkað tíðarskeið.

Til tess at fáa fiskivinnuna aftur á beint, verður tí skotið upp, at stovnað verður ein tilfeingisbúð, har fiskidagar verða bodnir út á uppboðssølu.

Grundhugsanin undir hesum uppskoti byggir m.a. á teir tankar, sum lagdir vórðu fram í frágreiðing Búskaparráðsins á vári 2000 undir heitinum “Fiskidagamarknaður fyri Føroyar”.


Millum 16 og 20 % verða afturborin um árið

Í § 3, stk. 2 í lógini stendur, at fiskirættindi ikki veita einstøkum bólkum ella einstaklingum ognarrætt, og at rættindi til fiskiskap kunnu takast aftur uttan endurgjald. Skotið verður upp at fremja hesa áseting á tann hátt, at verandi fiskirættindini, í samljóði við nýásettu regluna um eina tíðaravmarking fram til 31. desember 2017, verða afturborin til tað almenna við 16 og seinasta fiskiárið við 20%´um av teirri upprunaligu mongdini á hvørjum ári, soleiðis, at tá tíðarskeiðið er runnið, eru øll rættindini afturborin til eigaran – t.e. Føroya fólk. Hetta verður sjálvsagt regulera við teimum døgum, sum á hvørjum ári koma afturat ella fara burturav samlaðu mongdini. T.e., at samtykkja myndugleikarnir at vaksa um veiðitrýstið við 5 %, so hækkar mongdin hjá bæði tilfeingisbúðini og hvørjum skipi sær við 5 %.

Tað verður ásannað, at verandi regla, við rullandi loyvunum fram til 31. desember 2017 kann vera ein trupulleiki í sambandi við afturbering av rættindunum. Hugsandi er, at tey feløg, sum hava hesi rættindi á hondum í dag, fara at siga, at teirra fiskiloyvi er tryggjað 7-8 ár fram í tíðina, og at hesi rætindi tískil ikki kunnu krevjast aftur, fyrr enn hetta tíðarskeið er liðið.

Eingin nærri greining er í viðmerkingunum um hvussu henda regla skal skiljast. Tað stendur bert, at rættindi eru galdandi í 10 ár í senn. T.v.s., at loyvini vóru í útgangsstøðinum galdandi frá tí at lógin kom í gildi í 1994 og fram til 2004. Seinri er ásetingin broytt soleiðis, at øll hesi viðurskifti kunnu takast upp av nýggjum pr. 31. desember 2017.

Ongin formlig endurnýgging av loyvunum er tó farin fram eftir 2004, tá tey meginregluliga runnu út sambært upprunaætlanini.

Spurningurin er tí, um loyvini framvegis eru galdandi uttan endurnýgging, ella um talan er um eina sonevnda ”rullandi skipan”, har loyvini av sær sjálvum verða endurnýggjað til myndugleikarnir beinleiðis boða frá, at tann ”automatiska” endurnýggingin ikki longur heldur fram.

Lógin sigur onki um hetta, men orðingin ”í senn” er sett inn í lógina aftaná, og í 1998 samtykti tingið nakrar drúgvar viðmerkingar til lógina, har m.a. hetta verður sagt: “Fyri fiskifør 15 tons og størri skal ásetingin skiljast soleiðis, at játtan um fiskirættindi verður latin fyri 10 ár í senn galdandi frá fiskiársins byrjan. Í fiskiloyvi verða rættindi fyri inniverandi fiskiár talfest. Árið eftir verða rættindi aftur givin fyri næstu 10 árini, og fiskirættindini tað árið talfest o.s.v”. Henda viðmerking kann skapa iva um løgfrøðiliga grundarlagið, og letur upp fyri teirri fatan, at talan kann vera um eina “rullandi skipan”. Hetta er seinri broytt, og neyðugt er skjótast gjørligt at skipa nýggjar karmar fyri vinnuna, fyri at hon kann búgva seg til eina nýggja støðu eftir árskiftið 2017/2018.

Men sama hvør tulking verður løgd til grund, og sama hvat er komið at standa í viðmerkingunum til lógina, so stendur greitt í sjálvari lógini, at loyvini ikki veita einstøkum bólkum ella einstaklingum ognarrætt, umframt at tey kunnu takast aftur uttan endurgjaldsskyldu.

Øll sum hava fingið ella yvirtikið fiskirættindi kenna hesar reglur, og uttan mun til hvussu leingi loyvið varðar, so kann eigarin taka aftur sína ogn, sum í veruleikanum er lánt út, uttan at hetta ber í sær, at eigarin kemur undir endurgjaldsábyrgd. Fyritreytirnar fyri loyvunum eru kendar frammanundan, tí hetta er greitt tilskilað í lógini. Tað stendur sostatt einumhvørjum loyvishavara greitt, at rættindini undir ongum umstøðum eru latin í eitt óavmarkað tíðarskeið.

Men av tí at nógv reiðarí hava gjørt íløgur í skip við fiskiloyvi, ber ikki til at taka inn loyvini frá degi til dags. Tí verður skotið upp, at loyvini verða inndrigin yvir 7-8 ár. Hetta gevur øllum loyvishavarum umstøður at tillaga seg til nýggju karmarnar.

Henda lóg skal sostatt umsita tvær skipanir í senn í 7-8 ár - eina farandi, og eina komandi. Hetta kann gerast trupult, men tað er eisini ein fyrimunur, at nýggja skipanin verður sett í verk so líðandi, soleiðis at vinnan kann tillaga seg, og veikleikar kunnu staðfestast og rættast so hvørt.


Øll skip, sum lúka treytirnar, hava veiðiloyvi

Tað er ikki heppið, at skipanin virkar bæði við umsetiligum fiski- og veiðiloyvum, sum gjøgnum landsstýrismannin verða latin einstaklingum og feløgum undir serligum fyritreytum.

Fyri at gera skipanina meiri liberala og marknaðarvinarliga, uttan bureaukratiskar forðingar, verður skotið upp, at øll skip, sum annars lúka galdandi trygdarligar, umhvørvisligar og tekniskar treytir fyri at vera fiskiskip, og viðv. stødd og orku koma undir serligu veiðibólkarnar í galdandi reglum í lógini um vinnuligan fiskiskap, skulu fáa veiðiloyvi.

Ongin orsøk er til at avmarka møguleikarnar at fáa veiðiloyvi meira enn neyðugt, tá tað í veruleikanum ikki eru veiðiloyvini, sum regulera fiskiskapin, men kvotur og fiskidagar.

Tá skip fær veiðiloyvi, verður hetta sett í serligan bólk við ávísari nærri tilskilaðari fiskiorku, eftir stødd, maskinorku, útgerð v.m.

Tá kvotur og fiskidagar verða keyptar/ir frá Tilfeingisbúðini ella umsett millum fiskiskip, verður tað gjørt við støði í einum ávísum umrokningarfaktori, sum verður avgerandi fyri, hvussu stór tann faktiskt nýtiliga kvotan ella fiskidagarnir verða í sambandi við handilin.


Møguleiki at leiga skip

Eisini verður skotið upp, at tann, sum er áhugaður at koma inn í vinnuna og ikki hevur umstøður og kapital at keypa sær fiskiskip, skal hava møguleika at leiga sær fiskiskip.

Harvið gerst skipanin meira opin og atkomulig fyri minni kapitalsterkar persónar og feløg, samstundis sum stórar peningaupphæddir ikki nýtast at verða bundnar í dýrum og stórum skipum, men heldur vera nýttar til onnur meira gagnlig endamál, sum gera vinnuna meira kappingarføra.

Samanumtikið verður hildið, at møguleikin at leiga skip eigur at vera loyvdur, tá tað ikki er nøkur saklig orsøk til at banna eini skipan, sum bæði ger vinnuna meiri rasjonella og meiri liberala.

Ein skipan við leigu av fiskiskipum treytar kortini, at lógin um skipaskráseting verður broytt soleiðis, at møguleiki eisini verður at ”Bare Boat chartra” fiskiskip, eins og tað í dag er loyvt at ”Bare Boat chartra” onnur skip.

Reglurnar í § 7 viðvíkjandi eigaraviðurskiftum í skipum verða varðveittar óbroyttar, tó soleiðis, at leigarar av fiskiskipum, sum skulu gagnnýta føroyska fiskatilfeingið, eisini skulu lúka somu treytir um eigara- og avgerðarviðurskifti, sum galdandi er fyri eigara, tá vandi annars hevði verið fyri, at útlendingar tann vegin fingu atgongd til føroyska fiskiríkidømi.

Tá útlendskir útleigarar av skipi umvegis veiðuna kunnu fáa lutfalsliga stóra ávirkan á føroyska felagið, sum leigar skipið, verður ásett, at leigugjaldið ikki kann verða tengt at veiðiúrslitinum, men skal ásetast sum fast gjald.

Avmarkingarnar viðvíkjandi býti og avhending av fiskidøgum og kvotum millum ymsu veiðibólkarnar verður varðveitt, soleiðis, at avhending av fiskirættindum millum trol- og húkaveiðu umframt millum fiskifør størri og minni enn 110 tons ikki er loyvd.


Møguleiki fyri minstaprísi

Fremsta endamálið við uppskotinum um eina tilfeingisbúð er ikki, at tað almenna skal fáa stórar inntøkur ígjøgnum sølu av kvotum og fiskidøgum. Endamálið er at liberalisera tann fastlæsta bygnað, sum er íkomin í fiskivinnuni, og at skapa vinnuni eitt grundarlag, har íløgurnar ikki nýtast at verða so ovurhonds stórar, sum tær nú eru vorðnar, og har raksturin sostatt eisini kann gerast bíligari.

Tað almenna skal als ikki blanda seg uppí, hvussu nógv fiskidagarnir verða seldir fyri. Henda prís skulu aktørarnir í vinnuni, í fríari kapping, sjálvir áseta.

Men tað kann hugsast, at tað innan onkran skipabólk, har aktørarnir eru fáir, als ikki verður nøkur kapping, men avtalaður prísur. Kann hetta staðfestast, verður hildið, at Tilfeingisbúðin skal hava heimild at áseta ein minstaprís.


Lemmatrolarar størri enn 1000 hestar inn í skipanina

Lemmatrolarar størri enn 1000 hestar hava higartil verið undantiknir fiskidagaskipanini. Hesum er ongin saklig grundgeving fyri, og tí verður skotið upp, at teir verða tiknir inn í skipanina í bólki 1. Finnast má fram til, hvussu nógv teirra veiða hevur verið frammanundan, og hvussu nógvar dagar teir tískil skulu hava við sær inn í skipanina.

Til tess at gera skipanina meiri liðiliga og kappingarelementið størri verður eisini mælt til, at skipini í bólki 1 og bólki 2 fáa møguleika at bjóða upp á somu dagar. Hvussu hetta verður gjørt, má støða takast til í sambandi við ásetingina av fiskidøgunum. Mest nærliggjandi er helst at áseta eitt felags fiskidagatal fyri bólk 1 og 2.


Møguleiki at veðseta loyvi

Ein týðandi og rættiliga kollveltandi broyting í hesum uppskoti, í mun til verandi skipan er, at fiskirættindi, t.v.s. tey í lógini avmarkaðu brúksrættindini, nú kunnu veðsetast sum trygd fyri lánum til fiskiflotan.

Mett verður, at hetta er ein skilagóð og fyri tað almenna vandaleys loysn á tí fíggingartrupulleika, sum í dag er í vinnuni.

Vinnan verður í løtuni fíggjað undir teirri formliga følsku fyritreyt, at tað almenna endaliga hevur givið frá sær sín ognarrætt til rættin at fiska. Lánini verða sostatt í løtuni helst veitt til einstøku skipaeigararnar, tí fíggingarstovnarnir, orsakað av ógreiðum politiskum signalum, hava fingið ta fatan, at myndugleikarnir, umboðandi Føroya fólk, aldrin fara at gera sín ognarrætt galdandi.

Sostatt verður fígging veitt, tí tað, beinleiðis í stríð við lógina, er vorðið siðvenja, at fiskirættindini reelt fylgja skipinum og harvið í praksis koma undir pantið.

Um landið ger ognarrættin til veruleika, við at krevja at hesi rættindi nú verða afturborin, eftir ávísari skipan, kann tað gerast ein trupulleiki fyri vinnuna, um so er, at brúksrættindini ikki í framtíðini kunnu veðsetast saman við skipinum.

Tá tann falska trygdin er burtur, má onnur verulig trygd tí koma ístaðin. Fyri at tryggja framtíðar fíggingina av fiskiflotanum, verður tískil skotið upp, at peningastovnurin fær pant í fiskirættindunum.

Eingin váði er fyri tað almenna at heimilað eini slíkari veðseting, tí ognarrætturin er óbroyttur, og brúksrættindini verða so líðandi afturborin til tað almenna.

Pantið minkar harvið við 16 og seinasta árið við 20%´um árliga, sum svarar til eina avskriving av einum hvørjum rakstrargagnið, sum hevur eina livitíð uppá 7-8 ár, og við einum rímiligum avkasti letur tað seg sostatt væl gera at útvega fígging undir slíkum fyritreytum.

Vandamálið við útlendskari fígging og trygd í rættindunum er heldur ikki stórur, tí rættindini kunnu bert nýtast av føroyskt skrásettum skipum við føroyskum eigarum. Um peningastovnurin skal gera nýtslu av hesum rættindum, við avmarkaðari livitíð, má hann sostatt skjótt lata rættindini av hondum, fyri í heila tikið at fáa dekning fyri sítt pant. Og rættindini kunnu bert latast føroyskum fyritøkum við føroyskum eigaraskara.


Bólkur 5 hildin uttanfyri

Í verandi skipan hevur bólkur 5 – tað eru skip undir 15 tons – felagskvotu. Einstøk reiðarí hava sostatt hvørki formliga ella reelt staðið sum eigarar av ásettum fiskidøgum.

Hevði hesin bólkur verið tikin við í nýggju skipanina, høvdu reiðaríini sostatt skula keypt allar sínar dagar frá fyrsta árið, meðan reiðarí í øðrum bólkum eiga eitt minkandi tal av døgum í 7-8 ár.

Hetta hevði verið órættvíst, og tí verður hildið, at bólkur 5 – ið hvussu er tey fyrstu árini – skal haldast uttan fyri skipanina. Hetta verður gjørt á tann hátt, at rættindini hjá hesum bólki detta burtur í einum tann 31. august 2016.

At bátar í bólki 5 hava stóran týdning fyri fleiri smápláss í Føroyum ger tað enn týdningarmeiri, at bólkurin ikki verður við skerdan lut. Tó eigur politiska skipanin at leggja til rættis eina skipan, har nágreiniliga verður ásett hvørjir útróðrarbátar eru fullriknir og hvørjir ið verða brúktir í hjávinnu. Stóra fiskidagtalið í hesum bólki hevur fyrr regulerað fiskiveiðuna á landgrunninum skeiva vegin, serliga táið vistfrøðin er viðgangandi, tí er umráðandi at gera umskipingar í hesum bólkinum, soleiðis, at eitt alt ov stórt veiðitrýst í bólki 5 ikki forplantar seg negativt ígjøgnum alla skipanina tvs. allar hinar bólkarnar.


Skipað við kunngerð

Tilfeingisbúðin skal skráseta og skipa fyri afturberingini av øllum fiskirættindunum, sum í dag eru tillutað einstaklingum og feløgum. Tá afturberingin verður sett í verk, skal Tilfeingisbúðin somuleiðis vera til reiðar at selja hesi rættindi aftur upp á vanligar marknaðartreytir á ein so skynsaman hátt sum gjørligt. Hetta treytar, at nøgdirnar, sum bodnar verða út vera á einum hóskandi støði, soleiðis at sølan gevur vinnuni best møguligar fyritreytir at virka undir.

Tað verður ásett í kunngerð, hvussu Tilfeingisbúðin skal skipast.


5. Fyrimunir fyri allar partar

Tað er týdningarmikið at hava í huga, at hetta ikki er ein eyka skattur, sum lagdur verður á fiskivinnuna. Avgjald er jú longu inni í skipanini, sum er. Tann, sum skal byrja fiskivinnu í dag, má rinda ovurhonds stórar upphæddir fyri tað. Ikki til landið, men til reiðarí, sum í dag, orsakað av umsitingarligum praksis, sita við rættindunum. Tann, sum er í vinnuni, og vil víðka um sítt virksemi, má somuleiðis rinda privatum fyri hetta.

At fara frá teirri verandi til ta nýggju skipanina, verður til fyrimunar fyri allar partar:

· Tann, sum vil gera íløgur í føroyska fiskivinnu – t.e. hann, sum er nýggjur í fiskivinnuni, ella hann, sum vil víðka um sítt virksemi – fær fyrimun á tann hátt, at viðkomandi ikki skal rinda fyri rættin at fiska í allar ævir, men bert í eitt stutt tíðarskeið í senn. Virðið á rættinum at fiska í eitt stutt tíðarskeið er sjálvsagt óvist – men virðið á hesum rættinum í óendaliga tíð fram er fullkomiliga óvist. Og við teirri nýggju skipanini verður ongantíð rinda meira fyri rættin at fiska, enn raksturin ber. Tí er eingin ivi um, at nýggja skipanin fer at gera tað munandi meiri lokkandi at gera íløgur í føroyska fiskivinnu.

· Peningastovnarnir fara sjálvsagt eisini at sýna størri áhuga fyri at fíggja nýíløgur undir teirri nýggju skipanini. Bæði tí at prísurin á skipunum fer munandi niður, og tí meginparturin av kostnaðinum ikki – sum nú – fer til ein púra ókendan faktor, sum bankin enntá ikki kann fáa veð í. Harumframt verður vandin fyri konkursryttaríi, sum er til staðar í dag, burturi.

· Útjaðarin fær fyrimun, tí miðsavningin av loyvum verður steðgað. Smærri reiðarí, sum í dag ikki klára seg í kappingini um fiskiloyvini við stór føroysk og útlendskt feløg, fara kortini at kunna keypa fiskidagar í eitt stutt tíðarskeið í senn.

· Rættarstøðan verður eins. Ein tilfeingisbúð fer at gera, at allir borgarar verða javnsettir. So er ikki í dag, har nøkur mugu rinda ovurhonds upphæddir fyri at sleppa at fiska, meðan onnur hava fingið henda rætt fyri onki, og enntá kunnu selja burturav honum. At javnseta allar borgarar og allar fyritøkur eigur at verða eitt aðalmál í einum rættarsamfelag.

· Sosial javnstøða. Harumframt verður tann sosiali skeivleikin, sum er íkomin av verandi skipan, rættaður. Sjálvandi skulu fólk kunna gerast múgvandi av fiskivinnuni – ynskið at fáa tað at bera væl til og harvið víðka um virksemið er sjálv drívmegin undir vinnuni. Men politiskt eiga øll at verða javnsett. So er ikki í dag, har nøkur politiskt hava fingið fyrimun.

· Dynamikkurin í vinnuni verður nógv størri, tá øllum stendur í boði at royna seg á jøvnum føti, og íløgurnar ikki nýtast vera so ovurhonds stórar. Tí er lítil ivi um, at avkastið verður størri, til fyrimunar fyri allar partar.



Fíggjarligar avleiðingar

Vegna tað, at vinnan sambært nýggju skipanini sjálv fer at áseta prísin á kvotum og fiskidøgum, er ógjørligt at meta um fíggjarligu avleiðingarnar av uppskotinum.

Av tí at verandi lóg greitt ásetir, at fiskirættindi kunnu takast aftur uttan endurgjald, verður ikki mett, at vandi er fyri rættarmáli, um hetta uppskotið verður samtykt.

Harumframt er tann 7-8 ára yvirgangsskipanin júst skotin upp til tað at tryggja, at skiftið frá verandi skipan til ta nýggju skipanina skal vera so lagaligt sum gjørligt hjá teimum, sum virka í vinnuni í dag.

Mett verður, at rakstrarkostnaðurin av Tilfeingisbúðini í stóran mun kann fíggjast við avgreiðslugjøldum.


Viðmerkingar til einstøku broytingarnar:

Ad. 1)
Skotið verður upp, at sett verður á stovn almenn tilfeingisbúð, sum skal taka sær av fíggjarliga partinum av umsitingini av fiskirættindum, nú skipanin verður broytt soleiðis, at ávísur partur av nýtslurættindunum verður latin eigaranum – tí almenna - aftur árliga.
Ágóðin sum kemur inn, tá nýtslurættindini til hesa almennu ogn verða latin privatum at gagnnýta í ávíst avmarkað tíðarskeið, fer natúrliga í Landskassan og verður hereftir ein partur av fíggjarlógini.


Tá hesin nýggi stovnur er partur av almennu fyrisitingini, er ásett, at landsstýrismaðurin við kunngerð setir nærri reglur fyri, hvussu Tilfeingisbúðin verður skipað, harundir hvussu stovnurin skal røkja sítt endamál við fyrisiting, starvsetanum og uppgávubýti.
Tað er umráðandi, at ein effektiv og rasjonel uppboðssøla fæst at virka. Tilfeingisbúðin skal røkja hesa uppgávu, og tí er týdningarmikið, at greiðar reglur verða ásettar fyri, hvussu hetta virkisøkið hjá Tilfeingisbúðini skal gjøgnumførast í praksis.

Tá føroyska fiskivinnan hevur dyggar royndir frá verandi privatu uppboðssølu av fiski, kundu tær mannagongdir, sum her hava verið nýttar, fyri ein stóran part verið fyrimynd og grundarlag undir almennu uppboðssøluni.


Ein annar týðandi partur av virkseminum hjá Tilfeingisbúðini er ávegis skráseting av øllum fiskirættindum hjá føroyska samfelagnum bæði í føroyskum sjógvi og uttan fyri føroyskt sjóøki í fremmandum og altjóða sjógvi. Allar avhendingar av fiskirættindum bæði millum einstaklingar og feløg skulu hereftir fráboðast og skrásetast í Tilfeingisbúðini, soleiðis, at eitt neyvt eftirlit fæst at virka. Endamálið er, at upplýsingarnar um, hvør til eina og hvørja tíð kann gagnnýta hesi rættindi verða dagførdar so hvørt. Bert á henda hátt kann tað effektivt forðast fyri, at mistøk henda, og at misnýtsla fer fram. Líka so stóran týdning sum eftirlit og skráseting við privatum avhendingum av fiskirættindum hevur innanhýsis skráseting av útbjóðaðum og afturbornum fiskirættindum. Haldast skal skil á hesum fiskirættindum, sum Tilfeingisbúðin sjálv fær inn hvørt ár og handlar víðari til privatar, samstundis sum tey rættindi, ið til eina og hvørja tíð eru tøk í sjálvari Tilfeingisbúðini, verða neyvt viðlíkahildin við eini effektivari skrásetingarskipan. Hetta er ikki minst neyðugt fyri at halda skil á, hvat fiskirættindini upprunaliga vóru ætlað til, t.d. trol ella húk og støddina á fiskifarinum, soleiðis at Tilfeingisbúðin tryggjar sær grundarlag fyri at kunna halda seg til reglurnar í §§ 14 og 15.

Ad. 2)

Viðvíkjandi stk. 3. Fyri at fiska krevst, at fiskifarið fær útskrivað veiðiloyvi. Landsstýrismaðurin skal sostatt framhaldandi veita veiðiloyvi eftir umsókn til tey fiskifør sum søkja um tað. Ongin orsøk er til at undantaka bólk 5 frá hesi reglu, tí tað er umráðandi, at øll fiskifør lúka tær generellu treytirnar, sum verða ásettar sambært § 5, stk. 4, til tess at fáa veiðiloyvi.

Viðvíkjandi stk. 4. Tá tað ikki longur krevst serstakt fiskiloyvi til at fiska, verður definisjónin av hesum rættindum broytt grundleggjandi. Í fyrstu atløgu verður orðingin um, at landsstýrismaðurin hevur latið hesi rættindi, varðveitt fyri verandi loyvi, meðan hetta verður broytt fyri nýggju rættindini soleiðis, at rættindini nú eisini kunnu stava frá yvirtøku/keypi av rættindum frá øðrum, sum hava útvegað sær hesi rættindi við keypi innanhýsis, umframt eisini tey rættindi, sum viðkomandi hevur útvegað sær um almennu tilfeingisbúðina.
Eisini verður orðingin víðkað til at fevna um leigara av fiskifari, nú skipanin verður liberaliserað soleiðis, at vinnurekandi í fiskivinnuni ikki longur eru tvingað at keypa skip, men ístaðin kunnu leiga skip til tess at gagnnýta hesi rættindi, um tey bert lúka treytirnar í § 7 um eigaraviðurskifti.


Ad. 3)

Viðvíkjandi stk. 9. Tað verður hildið at vera rættari, at fyrisitingarligu viðurskiftini hjá Tilfeingisbúðini vera løgd til rættis undir § 5 saman við allýsingini av øðrum almennum stovnum. Fyri at geva vinnuni medábyrgd av allari skipanini, verður skotið upp, at ein nevnd, sum umboðar vinnuna, verður sett at ráðgeva í spurningum viðvíkjandi fíggjarligu umsitingini av fiskirættindum. (Nevndarlimir verða valdir eftir tilmæli frá vinnufeløgunum.)
Viðvíkjandi stk. 11. Broytingarnar í greinini annars fáa nøkur viðurskifti upp á pláss, sum hava tarnað umsitingini av lógini um vinnuligan fiskiskap síðan 1996. Havstovan skal framvegis gera tilmæli sambært § 22, stk. 2, umframt framleiða tað tilfar, sum Fiskidaganevndin skal ummæla og byggja síni tilmæli á, og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal byggja sítt árliga uppskot á til fiskidagar at leggja fyri Løgtingið. Havstovan fær álagt at meta um støðuna í stovninum, og sum nakað nýtt, møguligar broytingar í veiðievnunum hjá fiskiflotanum á landleiðini, sum hava alstóran týdning fyri at tryggja, at veiðitrýstið á høvuðsstovnarnar verður í miðal ájavnt við tey 25-33 %, sum tryggja burðardygga veiðu. Harumframt kann landsstýrismaðurin biðja um útrokningar, sum hava týdning fyri at umsita lógina, so hon tryggjar burðardygga veiðu. Havstovan hevur framhaldandi ábyrgdina av, at leggja til rættis kanningar og gransking, sum tryggja, at metingar teirra eru so haldgóðar og vissar sum gjørligt.

Tosað hevur verið um síðani áttatiárini, at vinnan fær ávirkan á arbeiðið hjá Havstovuni. Skotið verður tí upp, at ein nevnd við vinnuumboðum og umboðum fyri føroyskan granskingarførleika fær ábyrgd av at ráðgeva í spurningum viðvíkjandi støðuni í fiskastovnum, lívfrøðiligum spurningum og viðvíkjandi veiðievninum hjá fiskiflotanum

Viðvíkjandi stk. 12. Broytingin er, at Fiskidaganevndin heldur enn at gera egnar metingar av støðuni í botnfiskastovnunum undir Føroyum skal vandin ummæla metingarnar hjá Havstovuni og byggja síni tilmæli á tær. Óhepna broytingin, tá Fiskdaganevndin varð skipað í 2001, har limirnir skuldu verða valdir millum aktivar sjómenn, verður tikin burtur. Hetta varð mett sum eitt politiskt álop á vinnufeløgini, sum sjálvi eiga at avgera, hvussu tey kenna seg best umboðað. Eisini verður skotið upp sum nýtt, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum umframt lívfrøðiligt tilfar frá Havstovuni útvegar fiskidaganevndini búskaparligt tilfar.

Ad. 4)

Her er bara talan um eina staðfesting av galdandi reglum um, at fiskirættindi ikki krevjast til at veiða til húsbrúks við tí annarleiðis orðing, sum broyttu orðingarnar í lóggávuni krevja.

Ad. 5)

Grundleggjandi ásetingarnar um eigara- og avgerðarviðurskifti til skip, sum gagnnýta føroyska fiskatilfeingið, verða varðveittar óbroyttar.
Tað, sum elvir til broytingarnar í hesi reglu, eru nýggju møguleikarnir at nýta leiguskrásett skip til fiskiskap í føroyskum ella fremmandum sjóøki, har føroyska tjóðin hevur fiskirættindi.
Sett verður í hesum sambandi krav um, at somu reglur verða galdandi hjá einstaklingum og feløgum, sum leiga skip til endamálið, eins og fyri tey, sum eiga skip.
Í hesum sambandi er neyðugt at broyta lógina um skráseting av skipum soleiðis, at møguleiki verður fyri at fáa leiguskrásett fiskiskip í føroysku skipaskránna.
Hesar broytingar í skrásetingarlógini mugu fremjast samstundis, sum nýggju broytingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap koma í gildi.
Fyri at útlendingar ikki óbeinleiðis skulu fáa ræði á fiskiríkidøminum við Føroyar umvegis leigu av skipum til føroyingar, verður tann avmarking gjørd, at leigugjaldið ikki kann ásetast til eina upphædd, sum stendur lutfalsliga í mun til veiðuna. Tá landsstýrismaðurin skal góðkenna allar leigusáttmálar, verður mett, at eftirlitið við leigu av skipum verður nøktandi, og at sloppið verður undan, at útlendingar á henda hátt kunnu fáa eina ávirkan sum er størri, enn ásett í reglunum í § 7.

Ad. 6)

Í sambandi við, at farið verður burtur frá verandi skipan við serstøkum veiðiloyvi til verandi rættindahavarar, er ásett, at øll fiskifør nú kunnu fáa veiðiloyvi, bara tey lúka vanlig trygdar-, umhvørvis og heilsukrøv v.m. sambært galdandi reglum. Ongar serstakar avmarkingar eru sostatt galdandi fyri at fáa veiðiloyvi uttan tær, sum eru sakliga grundaðar í tekniskum, trygdarligum og heilsufrøðiligum krøvum v.m.
Fyri at varðveita býtið millum skipabólkarnar, er neyðugt, at veiðiloyvi verður frámerkt at galda fyri ávísan skipabólk alt eftir stødd og motororku á skipinum soleiðis, sum hetta er tilskilað í § 28.

Nýggju reglurnar um, at 16-20 % av fiskirættindunum verða latin aftur hvørt ár, eru settar í eina skiftisreglu, t.e. § 3.

Undanfarnu reglur um veiðiloyvi, verða tiknar av.
Reglan verður hereftir tann, at av samlaða fiskidagatalinum og kvotunum, ásettar árliga, verða 12-20 % latin Tilfeingisbúðini ávikavist hvønn 31. august og 31. desember soleiðis, at hesi rættindi kunnu avhendast víðari á uppboðssølu til áhugaðar keyparar fyri komandi fiskiár.


Byrjað verður upp á nýggju skipanina í 2010 soleiðis, at 16 % av fiskidøgunum fyri fiskiárið 1. september 2010 – 31. august 2011 fara inn í Tilfeingisbúðuna til víðari avhending. Sama er galdandi fyri kvoturnar, sum verða ásettar fyri álmanakkaárið 2011.


Nýggja skipanin er rullandi, skilt á tann hátt, at sama er galdandi fyri eftirfylgjandi árini soleiðis, at av verandi fiskirættindum er seinasti parturin fallin aftur til eigaran pr. 31. august 2017 hvat fiskidøgum og pr. 31. desember 2017 hvat kvotum viðvíkja.
Tað er eitt krav, at fiskirættindi, sum latin eru aftur til eigaran, verða útboðin aftur í sama ári, ella rættari í næsta fiskiárinum, og at hetta verður gjørt á skynsaman hátt eftir tørvi í minsta lagi við byrjan á hvørjum ársfjórðingi. Tað skal ikki drálast óneyðugt við útbjóðing av rættindum til eina tíð, tá møguleikin fyri at gagnnýta rættindini burðardygt er avmarkaður.
Ásett er, at øll fiskirættindi skulu verða endaliga útboðin í fiskiárinum. Hetta er eisini galdandi fyri fiskirættindi, ið fella aftur til Tilfeingisbúðina, sambært ásetingini í stk. 5. Her er ásett, at eru fiskirættindi t.d. boðin út og keypt fyri oktober mánað, so skulu tey nýtast í oktober, og eru tey ikki tað, so fella tey aftur til Tilfeingisbúðina uttan endurgjald.


Til tað at tryggja, at somu reglur viðvíkjandi umseting av fiskidøgum og kvotum verður galdandi millum ymsu skipabólkarnar, eru ásettar somu avmarkingar sum í verandi lóggávu soleiðis, at dagar, sum eru latnir aftur frá skipum, sum veiða við troli, bert kunnu nýtast av sama skipabólki, eins og avmarkingarnar við umseting av døgum fyri ymsu støddirnar av línuskipum somuleiðis verða varðveittar. Ei heldur skulu stóru skipini kunna nýta dagar frá útróðarflotanum í bólki 5 ella øvut.


Dentur skal leggjast á, at ein og hvør, sum lúkar treytirnar í grein 7, kann keypa fiskidagar og kvotur. Avmarkingin er ístaðin sett til nýtslu av døgunum, sum hvør sær eru skilmarkaðir til nýtslu í hvørjum skipabólki fyri seg, og eftir galdandi umrokningarfaktorum innan fyri skipabólkarnar, umframt avmarkingar í veiðihættum.


Fiskidagar og kvotur kunnu sostatt keypast uttan at verða nýtt. Hetta er tó bert ein teoretiskur møguleiki, tá ongin fer at nýta pening til keyp av slíkum rættindum uttan til fulnar at royna at gagnnýta rættindini til inntøkugevandi virksemi. Annar møguleiki er, at fiskirættindini verða keypt uttan at vera nýtt av viðkomandi keypara sjálvum, men at hesi ístaðin verða seld víðari. Hetta er so ein váði, sum tann privati tekur á seg, sum tað almenna onga orsøk hevur til at leggja seg út í.


Keyptar kvotur og fiskidagar skulu eins og undir verandi skipan leggjast afturat verandi fiskidøgum og kvotum, um dagar ella kvotur eru frammanundan. Er talan um nýggjan keypara, sum ikki frammanundan eigur nýtslurættindi til fiskidagar ella kvotur, so er sjálvsagt onki at leggja afturat. Ístaðin verður byrjað av nýggjum, har nýggj rættindi kunnu leggjast afturat um slík rættindi seinni verða yvirtikin.


Tá partur av felagskvotu verður latin aftur til eigaran, er neyðugt at broyta mannagongdina soleiðis, at hesin partur verður seldur aftur sum eginkvota. Hetta ber í sær, at allar felagskvotur so líðandi minka við 12-20 % fyri hvørt árið fyri at enda eftir samanlagt 7-8 árum at gerast til eginkvotur burturav.


Ad. 7)

Treytin fyri at fara undir vinnuligan fiskiskap er framvegis sum undir verandi skipan, at veiðiloyvi er útvegað. Somuleiðis verður kravt, at viðkomandi antin frammanundan hevur um hendi ella hevur útvegað sær fiskirættindi frá øðrum rættindahavarum ella um almennu Tilfeingisbúðina. Hesi rættindi verða frameftir bert fingin við støði í keypi/yvirtøku av fiskidøgum ella kvotum. Tá fiskidagar ella kvotur eru útvegaðar, og viðkomandi frammanundan hevur veiðiloyvi, kann farast undir vinnuligan fiskiskap eftir galdandi reglum.
Stk. 2 gongur út, tá hetta bert er ein endurtøka av stk. 1.

Ad. 8)

Av tí, at tað er nógmikið, at veiðirættindi og fiskirættindi eru útvegað til tað at útinna vinnuligan fiskiskap, nýtast ásetingarnar í § 12 ikki longur at vera galdandi. Skotið verður samsvarandi hesum upp, at lógargreinin verður strikað.

Ad. 9)

Nú rætturin til fiskidagar og kvotur verður latin aftur til eigaran, og eingin automatisk endurnýgging fer fram, er neyðugt at broyta ásetingina um, at hesin rættur er galdandi fyri 10 ár ísenn. Skotið verður upp, at henda orðing verður flutt til eina skiftisreglu og broytt soleiðis, at rætturin hevur gildi í 7-8 ár, til rættindini við teimum í lógini tilskilaðu avmarkingum endaliga fella burtur, tá hetta tíðarskeið er runnið. Ásetingarnar í stk. 2 - 4 verða strikaðar og ikki tiknar upp aftur í skiftisregluni.


Ad. 10) Tann sum eigur nýtslurætt til fiskidagar ella kvotur, kann hereftir frítt avhenda hesi fiskirættindi til nýtslu innan fyri teir bólkar, sum ásettir eru í lógini. Avmarkingarnar í lógini um nýtslu av fiskidøgum og kvotum innan einstøku skipabólkarnar verða sostatt varðveittar.
Í sambandi við handil við kvotum og fiskidøgum verða somu reglur nýttar sum áður, har broytingarnar verða skrásetar av Tilfeingisbúðini bæði fyri avhendara og móttakara soleiðis, at Tilfeingisbúðin alla tíðina hevur eitt neyvt og fullfíggjað yvirlit yvir broytingar og flytingar av hesum nýtslurættindum.


Ein grundleggjandi broyting í nýggju skipanini er, at fiskidagar hereftir kunnu setast í veð saman við skipinum soleiðis, at hesir kunnu verða grundarlag undir fíggingini av skipinum Hetta er eitt frambrot, sum kemur at geva fiskivinnuni munandi betri sømdir á fíggjarmarknaðinum.


Tá fíggingarstovnarnir kunnu úvega sær eina meira fullgóða trygd fyri teimum lánum, sum verða veitt til vinnuna, skuldi hetta givið vinnuni fyrimunir í bøttum lánimøguleikum og bíligari lánum.
Fyri tað almenna er eingin vandi í eini slíkari veðseting, tá verandi rættindi við niðurskrivingini fella aftur til eigaran eftir 7-8 árum, líkamikið um peningastovnurin ella onkur annar gerst eigari av hesum nýtslurættindum og nýggj rættindi eru avmarkað til styttri tíðarskeið.


Ad. 11)

Fyri § 15 eru somu viðmerkingar galdandi sum fyri § 14, tá talan her bert er um kvotur ístaðin fyri fiskidagar. Viðgerðin og mannagongdirnar eru tær somu sum fyri fiskidagarnar.


Ad. 12)

Ongin viðmerking.


Ad. 13)

Her verður orðið fiskiloyvi, sum er dottið burtur í nýggju lóggávuni, avloyst av orðinum fiskirættindi.

Ad. 14)

Vegna tað at veiða úr øllum stovnum nú kemur undir kvotu- ella fiskidagaskipan, verður skotið upp, at nevnda regla fellur burtur.


Ad. 15)

Ásetingin í § 26, stk. 1, 2.-4. pkt. verður strikað. Samstundis verður skiftisáseting sett inn í § 3, stk. 5. Víst verður til viðmerkingarnar ad. § 3.
Viðmerkjast skal eisini, at ásetingin í § 26, stk. 3 gerst innihaldsleys, tá felagskvoturnar hvørva.


Ad. 16) Broytingin er grundað á, at lemmatrolarar nú eisini eru undir fiskidagaskipanini.


Ad. 17) Umráðandi er, at allur fiskiskapur verður reguleraður og kemur undir fiskidagaskipanina soleiðis, at skipað viðurskifti eisini koma at valda fyri tey fiskasløgini, sum ikki eru positivt nevnd í lógini, so sum t.d. longa, brosma, havtaska v.m.


Ad. 18) Fiskirættindi skulu í framtíðini ikki býtast millum fiskiførini, men bjóðast út sambært reglunum í § 8. Fiskirættindi, sum eru givin, áðrenn henda lóg fær gildi, eru tó givin við fortreyt í tí reglu, sum hervið verður strikað.


Ad. 19) Fiskiloyvi verður broytt til fiskirættindi sambært nýggju reglunum.


Ad. 20) Livradagarnir verða frameftir tillutaðir av Tilfeingisbúðini og ikki landsstýrismanninum.


Ad. 21) Tá farið verður burtur frá skipanini um at avmarka fiskiskapin við tali á veiðiloyvum, er ein natúrlig avleiðing av hesi broyting, at reglan í § 31 fellur burtur.


Ad. 22) Broytingin er ein avleiðing av, at § 21 verður strikað.


Ad. 23) Broytingarnar í § 45 eru ein avleiðing av, at farið er burtur frá fiskiloyvinum sum hugtak í lóggávuni. Ístaðin verða sett veiðiloyvi og fiskirættindi.


Ad. 24)Broytingarnar í § 48 eru somuleiðis ein avleiðing av, at farið er burtur frá fiskiloyvinum sum hugtak í lóggávuni. Ístaðin verða sett veiðiloyvi .


Ad. § 2)

Lógin fær gildi 1. september 2010, samstundis sum skiftistíðarskeiðið fyri fiskidagar byrjar.


Ad. § 3)

Víst verður til almennu viðmerkingarnar og viðmerkingarnar til § 8, ad. 6).
Eins og í galdandi lóggávu fylgja fiskidagarnir og kvoturnar hjá hvørjum einstøkum reiðaríi hækking og niðurskurði í samlaðu tillutaðu fiskidøgunum og kvotunum. Hækka samlaðu fiskidagarnir ávíst fiskiár við t.d. 5 %, og eitt reiðarí, sum upprunaliga hevur fingið tillutað 300 fiskidagar og harvið 10 % minking hvørt árið, eftir trimum árum eigur 210 fiskidagar eftir, so verður samlaða dagatalið fyri hetta árið 210 + 10,5 dagar ella íalt avrundað til 221 dagar. Í sama føri, har upprunatalið hjá sama reiðarí sum kunnugt er 300 dagar, og talið sambært nýggju reglunum lækkar loypandi við 10 % ella 30 døgum hvørt árið, so vera fjórða árið 180 dagar eftir + ella – regulering, sum í hesum føri kann verða 5 % niðurskurður ella 9 dagar, soleiðis at fiskidagarnir hetta árið verða 171 dagar.

Avhending av fiskirættindum sambært hesi grein skulu fylgja ásetingunum í galdandi lóg, men harumframt eru ásettar avmarkingar, sum bara eru galdandi fyri fiskirættindi, sum eru fevnd av skiftisregluni. M.a. verður 60% nýtslukravið varðveitt fyri hesi rættindi, og avhending av fiskirættindum í bólki 5 verður knýtt at avhending av báti.
Í stk. 5 verður ásett, at fyri teir rættindahavarar, sum áðrenn lógarbroytingina eiga rættindi uttan fyri føroysku landleiðirnar, verða viðurskiftini í útgangsstøðinum óbroytt, soleiðis at skilja, at kvotubýti verður sum higartil. Í teimum førum, har t.d. talan er um felagskvotur, verða hesar framvegis tillutaðar einum ávísum skipabólki at fiska, til kvotan er uppi. Rættindini til hesar kvotur verða varðveitt óbroytt undir verandi skipan, um landsstýrismaðurin ikki broytir hetta til eginkvotur.
Sama er galdandi fyri fiskidagarnar.


Tá kvoturættindini uttan fyri føroysku landleiðirnar eins og fiskidagarnir skulu latast eigaranum aftur við ávísum prosentparti árliga, hendir tann broyting, at tá hesi rættindi verða boðin út og seld, verður bara talan um egnar kvotur og egnar fiskidagar, sum hvør einstakur fær tillutað í sambandi við keypið. Harvið hvørva felagskvoturnar og felagsfiskidagarnir úr skipanini so líðandi fyri teir ymsu skipabólkarnar.

Skjal: Úr Búskaparfrágreiðingini á vári 2000 (víst verður til skjalið í lm.nr. 5/2006)

Á Løgtingi, tann 19. juli 2010


Tórbjørn Jacobsen