Tíðindaskriv - landið liggur í stjórnarloysi

1 September 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

At blokkniðurskurðurin fyri 10 árum síðan fær skyldina fyri landsins støðu lýsir tað fullkomna hjálparloysi, sum stjórnarflokkarnir hava komið sær í.

Føroyska bruttotjóðarúrtøkan er nærum tvífaldað, síðani vit tóku ábyrgd av at fíggja munandi størri part av almenna rakstrinum – og landskassans inntøkur eru vaksnar við knappari milliard. Búskaparliga undirskotið er elvt av, at alt ov nógvir pengar vórðu sprændir út í ein búskap, sum longu var ov heitur. Hetta eggjaði til lánsfíggjað virksemi uttan haldgóðan botn, til prísvøkstur og hækkað kostnaðarstøði. Var blokkstuðulin ikki lækkaður, hevði allur búskapurin langt síðani verið niðurbræddur, eins og vit sóu tað í 90’unum við fullum blokkstuðli.


Aðalstjórnin ger púra greitt: Tað er skilaleys fíggjarstýring og ein fullkomin tørvur á einari langtíðarfíggjarætlan hjá sitandi samgongu, sum er beinleiðis orsøkin til støðuna í Føroyum.

Enn er fiskivinnan grundarlagið undir hesum landi og hesari tjóð. Og ruðuleikin í fiskivinnuni fremur bert ótryggleika og lítið støðufesti í vinnuni. Hetta gagnar samfelagnum illa, og tí er neyðugt við broytingum. Ovasti myndugleiki floksins, flokstingið, samtykti í vár nýggjan leist fyri fiskivinnupolitikk floksins. Leisturin tryggjar lívfrøðiliga burðardygga veiðu, elvandi til, at meginbulurin undir búskapi Føroya styrknar munandi.

Tí krevurAðalstjórnin, at uppskot floksins verður tikið við í eini framtíðar umlegging av fiskivinnuni.

Aðalstjónin ásannar, at neyðugt er við kjaki um fiskivinnuna á haldgóðum grundarlagi. Tí fer flokkurin undir at skipa kjakfundir úti um landið, bæði til at kunna um uppskot floksins, men eisini til tess at beina misskiljingar og ósannindi av vegnum.


Aðalstjórnin heitir á samgonguna um at taka tøk heldur enn at lata veikastu bólkarnar rinda fyri, at ongin samskipaður politikkur er á skránni. Politiska myrkri fjalir alla vón og alt dirvi hjá fólki, og rætta kósin er ikki at máa grundarlagi undan teimum, ið alt sítt lív hava bygt hetta samfelag. Tað verða bert veruligar umskipanir, ið fáa samfelagið aftur á rætta kós.

Óluva Klettskarð
aðalstjórnarforkvinna