Tíðindaskriv

27 May 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Aðalstjórn Tjóðveldis harmast um, at tingmaður floksins, Sjúrður Skaale, hevur valt at fara úr flokkinum. Sjúrður hevur verið og er ein dugnaligur politikari og hevur givið flokkinum nógv.

Aðalstjórn Tjóðveldis ger somuleiðis greitt, at stjórnarskipanarmálið hvørki er eitt stríðsmál ella persónsstríð í Tjóðveldi, hóast ein tingmaður hevur valt aðra støðu enn flokkurin.

Stjórnarskipanaruppskotið, og tær broytingar, ið eru skotnar upp í mun til upprunauppskotið, eru viðgjørd væl og virðiliga í Tjóðveldi í fleiri umførum. Allur flokkurin, aðalstjórnin og tingbólkurin, stendur saman um uppskotið og støðuna hjá formanninum í stjórnarskipanarmálinum.

Stevna floksins er framhaldandi, at einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum, og Stjórnarskipan Føroya eigur at verða ovasta lóg landsins.

Sum forkvinna fyri aðalstjórnini fari eg at takka Sjúrði Skaale fyri hansara starv fyri flokkin og ynskja honum blíðan byr.

Óluva Klettskarð, aðalstjórnarforkvinna fyri Tjóðveldi