Tíðaravmarkaðar starvssetanir

4 May 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Svar upp á fyrispurning frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tíðaravmarkaðum starvssetanum hjá stjórum og leiðarum í almenna geiranum

Spurningar:

1. Hvat er hugsjónarliga og praktiska grundarlagið undir eini tíðaravmarkaðari starvssetan?

2. Hvør er munurin á eini tíðaravmarkaðari (ella áramálsavmarkaðari) starvssetan av stjórum og leiðarum í almenna geiranum og eini vanligari starvsetan, har ongin avmarking er uttan aldur og vanligar agareglur sambært almennum regluverki?

3. Hvussu nógvir stjórar/leiðarar eru áramálsstarvsettir í Mentamálaráðnum, stovnum undir ráðnum, annaðhvørt stýri er ímillum ella ikki, og mentanarligum stovnum, har Mentamálaráðið í stóran mun tekur lut í fíggingini av rakstrinum (Listasavnið t.d.)?

4. Hvør er vanliga tíðaravmarkingin í hesum størvum, og hvørjar eru treytirnar hjá teimum starvssettu lønarliga t.d., í mun til tað, sum kann rópast fyri vanligar starvssetanir?

5. Er tað ein av treytunum við áramálssetanini, at størvini skulu lýsast leys, áðrenn tíðaravmarkingin er rokkin? Er hetta ein meginregla, ella finnast undantøk í hesi serligu skipan, sum kunnu verja eitt framhald í starvinum, uttan at tað er lýst leyst at søkja hjá viðkomandi í starvi ella øðrum?

6. Finnast stjórar/leiðarar í geiranum hjá Mentamálaráðnum, ið vóru starvssettir við tíðaravmarking, men sum sita í starvinum/størvunum, hóast farið er um evsta mark, og starvið/størvini ikki eru lýst leys at søkja, soleiðis sum hugtakið tíðaravmarkað starvssetan eigur at vera tulkað sambært vanligari fatan?

7. Er hetta soleiðis, hvør er so orsøkin til tað, og halda viðkomandi stjórar/leiðarar fram í starvinum undir somu serligu treytum sum frammanundan?

8. Er nýggj tíðaravmarking ásett í hesum førum, ella rullar starvssetanin víðari, eins og var tað ein vanlig starvssetan uttan tíðaravmarking?

9. Lúka viðkomandi stjórar/leiðarar fakligu treytirnar, sum Mentamálaráðið eigur at krevja av teimum, eisini í mun til m.a. altjóða savnspolitikk og í mun til tær ætlanir, politiska skipanin hevur viðvíkjandi útbúgvingum, ið skulu lyftast upp á eitt hægri støði, t.d. kundi ein spurningur verið, um hvørjar fakligar førleikar Mentamálaráðið krevur av eini leiðslu, sum skal útbúgva fólk til bachelor-støði eitt nú á Vinnuháskúlanum?

10. Heldur landsstýrismaðurin hesi ”by-passini” í mun til tíðaravmarkaðar starvssetanir vera rímiligar í mun til tey starvssettu, ið kundu søkt av nýggjum, og serliga í mun til onnur, ið kundu hugsað sær at søkt størvini?

Svar

1: Fíggjarmálaráðið ger mun á áramálssettum størvum og tíðaravmarkaðum størvum. Talan kann vera um áramálssett størv, har ynski er um, at leiðarar við jøvnum millumbili kunnu verða skiftir út, fyri at tryggja størri “dynamikk” á stovnum, har eitt nú stórar broytingar og tillagingar støðugt liggja fyri framman, soleiðis at nýggj eygu og hugskot og fólk við serligum royndum og førleikum oftari sleppa framat.

Tá leiðarar verða settir í tíðaravmarkað størv, er tað vanliga fyri at loysa eina ávísa uppgávu innan ásetta tíð, ella at t.d. ein setanarmyndugleiki frammanundan veit, at stovnar innan ávísa tíð skulu leggjast saman, t.d. á savnsøkinum.

2: Taka vit fyrst tann fíggjarliga munin, so fáa áramálssett størv eina ikki eftirlønargevandi viðbót uppá 10%, um so er, at viðkomandi hevur eitt starv at venda aftur til, tá áramálssetanin er av. Viðbótin kann vera størri, um arbeiðsgevarin ikki hevur eitt starv til viðkomandi, tá áramálssetanin er av.

Vanliga verður ongin viðbót latin til tíðaravmarkað størv.

3: Tað er Fíggjarmálaráðið, sum góðkennir áramálssetanir. Í nøkrum førum er Mentamálaráðið setanarmyndugleiki, í øðrum førum eru tað vald stýri, ið hava henda myndugleika. Har stýrini seta stjórar í starv, hevur Mentamálaráðið ikki setanarskjøl o.a. liggjandi, men Fíggjarmálaráðið skal góðkenna tílíkar setanir.

Samanlagt er talan um 15 leiðara- og stjórastørv, sum annaðhvørt eru áramálssett ella tíðaravmarkað størv, 9 áramálssett og 6 tíðaravmarkað.

Áramálssett leiðarastørv:


(við viðbót)
Kringvarp Føroya (Stýrið setir)
Tjóðpallur Føroya (Stýrið setir)
Fróðskaparsetur Føroya (Stýrið setir)
Føroya Fornminnissavn (MMR setir)
Granskingargrunnur Føroya (Stýrið setir)
Skúlin á Trøðni (MMR setir)
Skúlin við Løgmannabreyt (MMR setir)
Vinnuháskúlin (MMR setir)
Skúlin á Ziskatrøð (MMR setir)

Tíðaravmarkað sett leiðarastørv:
(uttan viðbót)
Landsskjalasavnið (MMR setir)
Landsbókasavnið (MMR setir).
Listasavnið (Stýrið setir)
Náttúrugripasavnið (MMR setir)
Føroya Læraraskúli (MMR setti. / nú er Setursstýrið setanarmyndugleikin)
Sjúkrarøktarfrøðiskúlin (MMR setti. / nú er Setursstýrið setanarmyndugleikin)


4: Vanliga skal tíðaravmarkingin hjá teimum áramálssettu vera millum 3 og 6 ár, men við møguleika fyri at verða longd í mesta lagi 3 ár. Longdin á tíðaravmarkaðum størvum er alt eftir, hvør uppgávan er. Sí eisini svar uppá spurning nr. 2.

5: Tað er ein meginregla, at áramáls- og tíðaravmarkað størv verða lýst leys, áðrenn setanarskeiðið er av. Tó kunnu ávís viðurskifti gera seg galdandi, soleiðis at avgerð verður tikin um at leingja setanina eitt ávíst skifti, uttan at starvið verður lýst leyst av nýggjum, sí eisini svar til spurning 7.

6: 3 stjórar hava fingið teirra setanarskeið longd, av teimum eru tveir áramálssettir, rektarin á Fróðskaparsetrinum og stjórin á Vinnuháskúlanum. Stjórin á Listasavninum situr í tíðaravmarkaðum starvi.

7: Ein høvuðsorsøk er, at hesir í løtuni eru stjórar á stovnum, sum eru, ella í næstum standa fyri stórum bygnaðarbroytingum. Rektarin á Fróðskaparsetrinum heldur fram við einari viðbót, tí frá 1. august 2008 varð uppgávan nógv økt. Stjórarnir á Vinnuháskúlanum og á Listasavninum halda fram við óbroyttum lønarviðurskiftum.

8: Rektarin á Fróðskaparsetrinum heldur fram, til nýggjur rektari er settur. Stýrið arbeiðir við at lýsa starvið leyst. Stjórastarvið á Vinnuháskúlanum varð longt við 2 árum, og stjórastarvið á Listasavninum longt við einum góðum ári.

9: Tá søkt verður eftir rektara til Fróðskaparsetrið, stjóra til Vinnuháskúlan ella stjóra til Listasavn Føroya verður tryggjað, at hesir lúka fakligar og aðrar treytir, ið settar verða til tílík størv. Tað eru stýrini fyri Fróðskaparsetrið og fyri Listasavnið, sum seta teirra leiðarar, og tað er ásett í seturslógini og í viðtøkum fyri Listasavnið, hvussu hesi stýri skulu veljast. Mentamálaráðið hevur sjálvt gjørt av at leingja setanina hjá stjóranum á Vinnuháskúlanum. Sum landsstýriskvinna kann eg ikki annað enn hava álit á, at stýrini og umsitingin velja leiðarar/stjórar, soleiðis at hesir lúka tær fakligu treytir, sum neyðugar eru.Vinnuháskúlin er ikki enn farin undir at bjóða BA-útbúgving, men til ta tíð verður hesin spurningur tikin upp.


10: Sum víst á, er talan als ikki um nøkur “by-pass” fyri at forða øðrum skikkaðum umsøkjarnum at søkja størvini. Størvini verða væntandi lýst leys av nýggjum innanfyri eitt ár.


Mentamálaráðið, 24. apríl 2010


Helena Dam á Neystabø
landsstýriskvinna