Fyrispurningur um tannlæknaloysið á Landssjúkrahúsinum, settur Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Á hvønn hátt er søkt og leitað eftir nýggjum tannlækna til Landssjúkrahúsið?
2. Hvussu tryggjar Heilsumálaráðið sær, at eitt nú sjúklingar á psykiatriska deplinum, børn, sum hava tørv á serkønari tannlæknahjálp, og fólk, sum hava fingið stráluviðgerð í høvd og háls, fáa røttu og kønu tannlæknahjálpina?
3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin í heilsumálum at loysa hesa avbjóðing?
4. Er talan í veruleikanum um eina her og nú spariætlan hjá Heilsumálaráðnum?
5. Nær væntar landsstýrismaðurin, at starvið verður mannað?
Viðmerkingar
Mong mundu gerast paff og undra seg stórliga, tá tey í farnu viku fingu at vita, at eingin tannlækni verður á Landssjúkrahúsinum frá 1. oktober. Verandi tannlækni fer frá vegna aldur. Sostatt kemur tað neyvan óvart á Heilsumálaráðiðið, at starvið nú skal mannast av nýggjum.
Tannlæknafelagið ger vart við, at tey, sum serliga fara at kenna sviðan av hesum, eru sjúklingar, sum hoyra undir psykiatriska depilin, børn, sum hava tørv á serligari tannlæknaviðgerð, og fólk, sum hava fingið stráluviðgerð í høvd ella háls.
Verandi tannlæknar hava allir so mikið nógv at gera, at teir ikki taka móti fleiri sjúklingum. Tískil verður neyvan gjørligt hjá hesum fólkum at fáa røttu hjálpina aðrastaðni.
Nýggjur tannlækni tykist at vera niðarlaga raðfestur hjá landsstýrismanninum. Yrkisfelagið hjá tannlæknunum kennir einki til, at lýst hevur verið eftir tannlækna. Tykist sera løgi, um Heilsumálaráðið ikki hevur sparrað við yrkisfelagið um hetta sera týdningarmikla starv, tá tað ikki er mannað. Starvslýsingar skulu vera til øll almenn størv, eisini tí tykist tað ógvuliga margháttligt, um hetta starv ikki er lýst leyst á nakran hátt. Tað er ikki í samsvari við almenna setanarpolitikkin.
Í grein í Dimmalætting fríggjadagin hin 17. september stendur, at eingin annar tannlækni dugir tað, sum verandi tannlækni á Landssjúkrahúsinum dugir. Spell, at eingin er lærdur upp til ella er eggjaður til at ogna sær hesar týdningarmiklu førleikar.
Á Løgtingi, 23. september 2010
Bergtóra H. Joensen

