Í fleiri førum hevur andstøðan lagt broytingaruppskot fram, sum kundu tryggjað, at føroyskir myndugleikar fingu fult innlit og kundu handlað við ábyrgd mótvegis føroyska borgaranum.
Fyri tveimum árum og aftur 4 mánaðar seinni, løgdu andstøðuflokkarnir hetta álit og uppskot fyri tingið, tá bankapakkarnir vórðu skundaðir ígjøgnum uttan nakra veruliga viðgerð.
Minnilutin (Annita á Fríðriksmørk, Torbjørn Jacobsen og Bill Justinussen) hevur hesar
viðmerkingar:
Meðan stjórnir kring allan heim sita í toti við at snikka saman tiltøk, ið skulu forða fyri ringastu avleiðingunum av altjóða fíggjarkreppuni, hava føroyskir myndugleikar bert bíðað eftir loysnum frá donsku stjórnini og danska Fólkatinginum.
Fyrsta tiltakið frá donskum myndugleikum var ein víðkað trygd fyri allar innskjótarar í peningastovnum undir danskari lóg, sum peningastovnunum varð álagt at fíggja sjálvir upp til eina mestuupphædd á 35 mia. krónur, meðan danski statskassin síðani veitti trygd fyri upphæddum, ið fara upp um hetta.
Henda skipan varð sett at fara úr gildi í 2010.
Landsstýrið legði 9. oktober 2008 donsku lógina um víðkaða innskjótaratrygd fyri Løgtingið í seinastu løtu, har tingið fekk eitt samdøgur í freist at samtykkja málið.
Tjóðveldið, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin løgdu fram broytingaruppskot við tí setningi, at føroyskir myndugleikar skuldu hava egin umboð og fult innlit í sambandi við at viðgera møgulig almenn innskot og at seta treytir hjá føroyskum peningastovnum. Og harafturat, at ítøkilig samráðing skuldi verða millum danskar og føroyskar myndugleikar um bæði at gjalda til føroyskar peningastovnar og at taka ímóti aftur peningi, sum føroyskir peningastovnar hava goldið inn til víðkaðu trygdarskipanina, um teir ikki verða nýttir.
Broytingaruppskotini vórðu feld.
Viðmerkingarnar vóru annars soljóðandi:
”Føroyska fíggjarkervið og føroysku peningastovnarnir eru partar av altjóða fíggjarmarknaðinum, har eitt skriðulop í løtuni tekur annað við sær. Altjóða fíggjarmarknaðurin liggur nú víðopin, og øllum stendur greitt, at hann er bygdur á jagstranina eftir skjótum vinningi uttan verulig virði ella virðisskapan aftanfyri, alsamt økjandi kapitalflutning og lán millum fíggjarstovnar og fyritøkur, sum bara liva so leingi, vaksandi lánsmylnan melur skjótari fyri hvønn dag. Ongin ivast í dag heldur í, at talan als ikki hevur verið um fólkaræðisligt eftirlit ella krøv til gjøgnumskygni og ábyrgd í hesi skipan, sum sjálvt ikki størstu leikararnir hava skilt samanhangirnar í.
Tá ið fyrstu stóru propparnir vórðu settir í partar av hesi samanvavdu rørskipan, við fallinum hjá amerikonsku íbúðarfíggingarstovnunum, steðgaði renslið upp í allari skipanini.
Altjóða fíggjarmarknaðurin, sum í fyrsta lagi støðugt hevur sett alt fólkaræði og politiskar skipanir í skák, setir nú eisini alt tað politiska valdið í heiminum í mát: Tað, ið var altjóða mál og privat ogn,tá vinningurin skuldi vinnast, gerst nú aftur ábyrgd einstakra tjóða og alment mál, tá rokningin skal gjaldast og uppruddingin fara fram.
Tískil eru nú stjórnir og ting í flestu londum hvør í sínum lagi farin at bjarga sínum fíggjarstovnum og kapitalmarknaðinum við politiskum “hjálparpakkum”. Og tey lond, ið ikki spenna trygdarnet undir sínar fíggjarstovnar við almennum peningi, eru í vanda fyri at gerast næsta skriðan, ið loypur, tí kapitalurin søkir enn har, sum hann heldur seg fáa mest burturúr, og har vandin er minstur fyri at missa.
Eisini tey lond og teir peningastovnar, ið annars hava havt ein rímiliga sunnan fíggjarpolitikk og ikki hava gingið á odda í spekulasjónsátøkum, verða tvungin at geva trygdarváttanir, ið kunnu tálma óttanum, sum í løtuni stýrir atgerðum kapitalánaranna. Hvør tjóð er nú farin í kapping um at tryggja áhugamálini innan sítt politiska búskapar- og ábyrgdarøki.
Føroyski búskapurin og føroysku fíggjarstovnarnir hava ikki verið fremstir í teimum leikum, sum hava elvt til altjóða fíggjarkreppuna. Í hesum føri kann helst staðfestast, at tað hevur verið ein fyrimunur, at føroyska bankakervið hevur verið rikið lutfalsliga varisliga eftir bankakreppuna í 1992, og at útrásirnar á aðrar marknaðir hava ikki vundið upp á seg fyrrenn seinastu fáu árini.
Men eisini føroysku peningastovnarnir eru í vanda fyri at verða raktir av álitiskreppuni.
Danmark og danskir myndugleikar hava saman við donsku fíggjarstovnunum gjørt eina loysn, ið kann skapa álit á danska fíggjarkervið, og hava valt eina víðkaða innskjótaratrygd, har peningastovnarnir lutfalsliga eftir eginpeningi seta peningaupphæddir í og geva veðhald til ein tilbúgvingargrunn. Upphæddin er sett til 2% av donsku bruttotjóðarúrtøkuni – 35 mia. kr. – og bankarnir hefta samsvarandi sínum eginpeningi. Danski staturin veitir síðani statsveðhald fyri alt,
sum er oman fyri hesar 35 milliardirnar.
Samstundis verða víðfevndar heimildar latnar danska Fíggjareftirlitinum umvegis lógarsettu skipanina at taka yvir stýring av bankum, sølum, samanlegging o.a.
Hóast føroyski búskapurin er ein atskildur búskapur frá tí danska, og vit hava føroyskar
peningastovnar, ið ikki hava sett seg í somu vandar, sum danskir bankar, er fíggjarmarknaðurin formliga danskt málsøki.
Tískil er onki veruligt val hjá føroysku peningastovnunum enn at knýta seg upp í loysnina hjá donsku myndugleikunum – so ella so.
Vit kunnu sostatt staðfesta, at søgan endurtekur seg: Bankakreppan í Føroyum í 1992 og 1993 prógvaði, at onki trygdarnet ella nøkur felags loysn var spent undir føroyskar bankar tá. Ístaðin var við politiskum trýsti og vantandi kunning umvegis danska fíggjareftirlitið ásett, at føroyski skattgjaldarin og føroyska samfelagið skuldi bjarga – ikki bara føroyskum smáinnskjótarum, men eisini allar aðrar innskjótarar og bjarga donskum peningastovni í Føroyum.
Tá var ongin felags loysn millum danskar og føroyskar peningastovnar.
Nú eru føroyskir peningastovnar so noyddir at taka lut í eini skipan, har teir gjalda til eina felags loysn, ið fyrst og fremst er gjørd til at tryggja danska fíggjarkervið.
Føroysku peningastovnarnir kunnu í ringasta føri gjalda upp til tilsamans 460 mió. kr., hóast teir ikki sjálvir fáa tørv á at nýta skipanina í lógaruppskotinum. Hesar 460 mió. krónurnar eru meira enn tvífalt 2% av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni.
Og talan er um eina loysn, ið fyrst og fremst leggur rokningina til vanliga borgaran og vanliga kundan í peningastovnunum, sum skulu gjalda við hægri rentu.
Enn einaferð eru tað tey, ið ikki hava tikið lut í ella fingið vinning av spekulasjón og virðisflutningi, ið skulu gjalda fyri, at tey, ið hava fingið vinning, verða bjargað – og kunnu aftur fáa vinning, tá fíggjarmarknaðurin aftur fer at mala.
Tað er átaluvert, at føroyskir myndugleikar ikki hava tikið virknan lut í samráðingum um og hava viðgjørt hesa loysn út frá føroyskum áhugamálum og til tess at tryggja áhugamálini hjá føroyska samfelagnum sum heild.
Meðan danski fíggjarmarknaðurin saman við stjórn og øllum politiskum flokkum hava viðgjørt og eru samd um eina loysn, ið uttan iva verður mett skilabest fyri danska samfelagið, er als onki atlit tikið til føroyska búskapin og til føroyska fíggjarkervið.
Minnilutin staðfestir, at tað er onki val og alneyðugt, at tingið tekur undir við, at Føroyar knýta seg í framløgdu skipanina so ella so.
Men hetta átti at verið ein skipan, har Føroyar eru nevndar sum ein partur í skipanini. At hetta verður viðgjørt sum ein avtala millum Føroyar og Danmark.
T.e., at Føroyar og føroysku peningastovnarnir knýta seg í skipanina og taka lut eftir egnum fortreytum. Tí verður skotið upp:
• At lógaruppskotið greitt ásetir, at talan er um eina skipan fyri Danmark og Føroyar
• at lutur føroysku peningastovnanna til trygdargrunnin verður ásettur í mun til føroysku
bruttotjóðarúrtøkun (2%).
• at føroyskir myndugleikar hava umboð í teirri nevnd, ið skal standa fyri trygdarskipanina og fær heimild at seta peningstovnum krøv.
• at ásett verður, at samráðingar verða millum donsku og føroysku stjórnina um, hvussu farið verður fram við skyldum og møguligum afturgjøldum.
Tí setir minnilutin fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o t
Í grein 1 verður sett sum nýtt stk.2:
"Stk. 2. Inden for rammerne af den i stk. 1 nævnte garantiordning forhandler Danmarks regering og Færøernes landsstyre om en aftale der skal sikre:
a) færøske medlemmer i bestyrelsen for afviklingsselskabet
b) at de færøske pengeinstitutters andel i indbetaling og garanti sættes i relation til det færøske bruttonationalprodukt.
c) at færøske myndigheder får fuldt indblik og orientering om lovens anvendelse på samme niveau som den danske regering
d) det færøske hjemmestyres retsstilling, hvor den danske stat er nævnt i loven.
e) at i de tilfælde, hvor Afviklingsselskabet behandler sager vedrørende færøske
pengeinstitutter, skal færøske myndigheder inddrages i behandlingen på samme niveau
som danske myndigheder."”
Men landsstýrið vissaði tingið um, at samráðingar skuldu verða millum føroyska landsstýrismannin í fíggjarmálum og danska búskapar- og vinnumálaráðharran, áðrenn ein mánaður var runnin.
Ongar slíkar samráðingar hava verið. Og í fleiri mánaðir hevur síðani verið arbeitt í Danmark við einum nýggjum tiltaki fyri fíggjarmarknaðin, har stjórnin hevur samráðst við donsku politisku flokkarnar og við serfrøðingar.
Løgmaður skrivaði í desember 2008 til danska forsætisráðharran við umbøn um, at føroyskir myndugleikar nú skuldu við í samráðingarnar og skuldu hava neyva og rættstundis kunning um møgulig tiltøk. Hetta varð ikki eftirlíkað, og løgmaður fekk ikki svar fyrr enn um hálvan januar 2009, tá samráðingarnar í Danmark vóru at enda komnar.
Nærum fýra mánaðir eru lidnir síðani fyrstu donsku lógina um fíggjarmarknaðin, og ongin politisk atgerð, greining ella tiltak er farið fram hjá Føroya landsstýri.
Ístaðin liggur nú aftur eitt danskt ríkislógartilmæli á borðinum, sum Løgtingið bert hevur skammar stundir at viðgera, nevniliga tveir-tríggjar arbeiðsdagar.
Innihaldið í hesum sonevnda “seinna bankapakkanum” danska, er í trimum høvðustættum:
1. Í fyrsta lagi verður tann fyrr samtykta víðkaða innskjótaratrygdin longd frá bert at galda í tvey ár, til at galda í 5 ár fram til 2013.
2. Í øðrum lagi verður gjørd ein skipan, har danski staturin eftir umsókn kann seta sonevndan “hybridan kjarnukapital” í danskar peningastovnar. Tað merkir, at danski staturin fer at eiga í peningastovninum og á hendan hátt bjarga teimum peningastovnum, ið eru í vanda fyri ikki at lúka kravið um eginpening í mun til útlánini. Alt eftir støðuni í peningastovninum tilskilar danski staturin sær eina rentu, ið kann liggja millum 8 og 12%. Ongin tíðaravmarking er á, og tískil kann danski staturin í prinsippinum koma at eiga lut í peningastovnum í ókomin ár.
3. Í triðja lagi verður ein upphædd sett av til at víðka ein serligan útflutningskreditt í donsku skipanini, har fyritøkur gjøgnum ein peningastovn kunna søkja um útflutningstrygd frá danska statinum.
Harumframt eru ymsar nýggjar heimildir hjá danska Fíggjareftirlitinum, ymsar avmarkingar hjá peningastovnum til eitt nú at draga stjóralønir av í skatti og annað av fíggjartekniskum slagi.
Landsstýrið mælir til at seta hesar donsku skipanirnar í gildi fyri Føroyar uttan nakað grundleggjandi fyrivarni. Og føroysku peningastovnarnir, sum eru undir danskari lóg, mæla sjálvsagt við einari rødd til tað sama. Ikki tí, at teir eru í somu støðu sum danskir peningastovnar, men helst eru munandi betur fyri viðvíkjandi eginpeningi í mun til útlán. Men rætt og slætt tí, at peningastovnar allir eru í eini bíðistøðu, har eitt hvørt tekin út í almenningin og umheimin um, at teir ikki eru á somu slóð og undir somu skipan, sum danskir bankar, kann hava stóran týdning fyri álitið hjá kundum og lánsveitarum.
Fyri føroysk stjórnarmál og fyri føroyskt fólkaræði og ábyrgd, er talan um sera grundleggjandi vegamót.
Fyri bert 16-17 árum síðani fóru føroysku peningastovnarnir á heysin, og føroyski skattgjaldarin rindaði alla rokningina fyri eitt ábyrgdarloysi og ein studnings-, veðhalds-, útláns- og spekulasjónspolitikk, sum var farin út um alt mark.
Føroyska politiska skipanin varð sett undir umsiting, og umvegis samstarv millum donsku stjórnina, danska fíggjareftirlitið og danskar bankar varð ein eykarokning send víðari til føroyska skattgjaldaran og føroysk húsarhald, sum vit enn liva við avleiðingunum av, og har vanlig fólk enn sita í skuld. (Hetta er alt skjalfest í sonevndu “Grønborg-frágreiðingini”, sum varð handað í januar 1998.)
Politiska niðurstøðan var greið: Hetta mátti ongantíð henda aftur! Føroyingar skuldu sjálvir taka ábyrgd av egnum búskapi og fíggjarkervi – og skipanin við, at føroyskir myndugleikar róku ábyrgdarleysan fíggjar-, búskapar- og vinnupolitikk, meðan alt fíggjarkervið var undir danskari lóg, eftirliti og stýring, skuldi broytast.
7
Við bankaavtaluni í juni 1998 millum Føroya landsstýri og donsku stjórnina, ið varð einmælt samtykt á Løgtingi, varð staðfest, at føroyskir myndugleikar átóku sær ábyrgdina av øllum búskapinum, og at farið varð undir at fáa alla lóggávu og ábyrgd á føroyskar hendur. Harafturat skuldu føroyskir myndugleikar hava fult innlit í støðuna í føroyskum peningastovnum.
Og í avtaluni tók Føroya landsstýri eisini fult ræðið á Fíggingargrunninum frá 1992, sum átti Føroya Banka, á Framtaksgrunninum og á Realkredittstovni Føroya.
Síðani hevur verið roynt at taka alla fíggjarlóggávu á føroyskar hendur, sum eisini er ein fortreyt, um Føroyar skulu kunna gera altjóða avtalur við onnur lond og felagsskapir sum eitt nú EFTA, ES og WTO.
Tá ið stjórnarskifti var í Føroyum í 2004, og Fólkaflokkurin kastaði saman við sambandsflokkunum í Føroyum, kom tó stígur í ætlanirnar, og tann greiða ábyrgdarleiðin, sum varð løgd eftir kreppuna í nítiárunum, kámaðist.
Og frá 2004 byrjaði sama gongd í Føroyum, har studningur, skattalættar, spekulasjónsfyrimunir og vantandi fíggjarstýring gjørdust gerandiskostur eins og í 80’unum. Peningastovnarnir fóru í sínum lagi eisini at bjóða nýggj og kreativ lán, og landsstýrið gav serligar fyrimunir til spekulasjón.
Tá ið partar av Føroya Banka og Atlantsflog vórðu einskild í 2006, bant landsstýrið seg at seta peningin í Búskapargrunn ella gjalda almenna skuld niður. Men landsstýrið framdi ikki samtyktina. Ístaðin verður hesin peningur nú nýttur í vanliga rensli landskassans.
Altjóða fíggjarkreppan hevur avdúkað, at tær politisku skipanirnar, sum skuldu umboða fólkið og gera framtíðartryggar loysnir fyri komandi ættarlið, hava gjørt beint tvørturímóti. Tær politisku skipanirnar hava bæði slept allari stýring og forsømt eftirlitið við einum fíggjarheimi, sum hevur sprænt pengar út, uttan at verulig virði vóru aftanfyri.
Og politisku skipanirnar hava hartil eggjað til neo-liberal átøk, sum hildu uppá, at tess minni spekulantar rindaðu til felagsskapin og stóðu til svars fyri politiska myndugleikanum, tess meiri skuldi ævigur vøkstur skapast.
Talan hevur verið um eitt slag av góðkendum spæli, har onki gjøgnumskygni og ongin ábyrgd hevur verið til staðar yvirhøvur.
Og alt endar hjá politisku skipanini, sum bæði forsømdi sína ábyrgd og spældi virknan leiklut í spælinum. Og tað endar hjá vanligum húsarhaldum og burðardyggum vinnulívi, sum nú hava trupulleikar at fáa fígging til vanligt virksemi.
Fyri føroysk stjórnarmál og føroyskt fólkaræði og ábyrgd kann tað als ikki góðtakast, at tað politiska ábyrgdarloysið, sum hevur verið atvoldin til trupulleikarnar, nú skal elva til uppaftur størri ábyrgdarloysi .
Við uppskotnu loysnini at seta donsku “bankapakkarnar” í gildi fyri Føroyar, leggja føroyskir myndugleikar alla ábyrgd fyri fíggjarkervinum frá sær til danskar myndugleikar:
- Danska fíggjareftirlitið fær øktar heimildir mótvegis føroyskum peningastovnum – uttan at føroyskir myndugleikar hava innlit ella avgerðarrætt.
- Danski Búskapar- og vinnumálarðaharrin fær heimildir at seta danskan statspening í
føroyskar peningastovnar í prinsippinum í óavmarkaða tíð – uttan at føroyskir myndugleikar hava innlit ella avgerðarætt.
- Og lagt verður upp til, at føroyskar vinnufyritøkur skulu umvegis føroyskar peningastovnar søkja um útflutningskreditt og – trygging frá donskum statsstovnum.
Fyri føroyska sjálvsvirðing og føroyskt stríð at standa á egnum beinum, er talan um eitt risaafturstig, har vanligi føroyingurin og føroyskt vinnulív fær trúttað niður í seg, at danska stjórnin bjargar teirra pengum og møguleikum, hóast talan ikki er um nakra útreiðslu fyri danska statin, men heldur eina inntøku, um ætlanirnar eydnast.
Fyri møguleikarnar hjá Føroyum at taka lut í altjóða samstarvi, er talan um risaafturstig, tí kravið til øll lond, sum skulu samstarva og gera avtalur, er sjálvsagt, at tey hava myndugleika og ræðið á sínum egna fíggjarkervi.
Fyri møguleikarnar hjá føroyingum at reka skilagóðan fíggjar- og búskaparpolitikk er talan um eitt risa-afturstig, tí størri myndugleiki verður fluttur til Danmarkar og onki innlit tryggjað.
Og fyri føroyskt fólkaræði er talan um, at føroyskir politikarar og ráðharrar kunnu ikki haldast til svars fyri sínar avgerðir viðvíkjandi fíggjarkervinum og vanligum føroyskum húsarhaldum og bankakundum, tí ábyrgdin verður send av landinum.
Hvussu ætla løgtingsfólk og landsstýrisfólk við ráðharraábyrgd at svara mótvegis teimum, ið hava valt tey, um gongdin á fíggjarmarknaðinum elvir til hægri rentur og økt gjøld hjá peningastovnunum? At tað bert er eitt danskt mál?
Tað tykist vera ein serføroysk misskiljing, at samstarv snýr seg um at leggja ábyrgd frá sær og lata onkran annan taka avgerðirnar. At tað at hava egnan myndugleika og avgerðarrætt merkir, at tú ert einsamallur og isoleraður.
Men veruleikin er tann øvuti: Bert um vit taka ábyrgd av okkara avgerðum sjálvi, og hava bæði innlit og myndugleika á týdningarmestu samfelagsøkjum, kunnu vit samstarva sum javnir partar við onnur – eisini um so áleikandi mál sum altjóða fíggjarkreppuna, har vit enn ikki hava sæð veruligu avleiðingarnar í Føroyum.
Tí skjýtur Tjóðveldi upp, at vit samstarva við danskar myndugleikar um átøkini á
fíggjarmarknaðinum, og taka ábyrgdina av øllum tí, sum hevur við føroyskar peningastovnar og fígging at gera.
Tað merkir, at hóast lóggávan enn er donsk:
- Skulu føroyskir myndugleikar hava innlit í og sjálvir finna fígging til ta víðkaðu
innskjótaratrygdina, um tørvur er á tí oman fyri tað, ið bankarnir sjálvir hava goldið inn til.
- Og føroyskir myndugleikar skulu eisini hava tann avlopspening, sum kann vera frá
føroyskum peningastovnum, um inngoldni peningurin ikki verður nýttur, heldur enn at hetta er í danska statskassan, sum samtykt varð í oktober.
Tí skjýtur Tjóðveldi sama broytingaruppskot upp til lógina um fíggjarligt støðufesti, sum sett varð fram í oktober:
- Um føroyskir peningastovnar søkja um “hybridan eginkapital”, so skal tað vera landsstýrið, ið viðger umsóknina og útvegar hann og eisini ásetur rentu og treytir. Verður samanborið við, hvat danskir myndugleikar seta av til donsku peningastovnarnar í hesum sambandi, so verður í mesta lagi talan um einar 3-400 mió. krónur til føroyskar peningastovnar, sum ikki er ógvusligt í mun til eitt nú lánið til Íslands.
- At landsstýrið sjálvt ger eina skipan fyri útflutningskreditti, um tørvur er á tí, eitt nú í samstarvi við Realkredittstovn Føroya.
Tískil setur minnilutin fram soljóðandi:
b r o y t i n g a r u p p s k o t
Í grein 2 verður sett sum nýtt stk. 3:
"Stk.32. Inden for rammerne af den i § 1, stk. 1 nævnte garantiordning forhandler Danmarks regering og Færøernes landsstyre om en aftale der skal sikre:
a) færøske medlemmer i bestyrelsen for afviklingsselskabet
b) at de færøske pengeinstitutters andel i indbetaling og garanti sættes i relation til det færøske bruttonationalprodukt.
c) at færøske myndigheder får fuldt indblik og orientering om lovens anvendelse på samme niveau som den danske regering
d) det færøske hjemmestyres retsstilling, hvor den danske stat er nævnt i loven.
e) at i de tilfælde, hvor Afviklingsselskabet behandler sager vedrørende færøske pengeinstitutter, skal færøske myndigheder inddrages i behandlingen på samme niveau som danske myndigheder."

