Tað loysir seg at halda á: Barnaískoytið hjá støkum uppihaldarum hækkar

4 December 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Í 2008 framdi CHE-samgongan eitt nýtt átak, sum Tjóðveldi hevði lagt fram, meðan hann sat í andstøðu: At veita eitt serligt barnaískoyti til stakar uppihaldarar. Hetta bøtti nakað um umstøðurnar hjá einum samfelagsbólki, ið hevur munin ójavnari støðu í samfelagnum

Í hesum samgonguskeiði hava andstøðuflokkarnir fleiri ferðir lagt fram uppskot um at hækka hetta barnaískoytið til stakar upihaldarar. Tað hevur verið felt - hóast talan bert er um ein lítlan bata, ið ikki kostar nógv fyri landskassan.

Men í heyst løgdu andstøðuflokkarnir aftur hetta uppskotið fram. Og nakrar fáar dagar seinni, legði so landsstýrið eitt einsljóðandi avrit av uppskotinum hjá andstøðuflokkumum fram. Tað er enn so løgið, at ein samgonga vil ikki samtykkja eitt andstøðuuppskot.

Men tað prógvar bert, at tað loysir seg at halda á. Tað, sum verður lagt fram sum andstøðuuppskot og felt fleiri ferðir - tað kemur ígjøgnum einaferð.