Løgtingsvalið 2011 fer í mangar mátar at verða merkt av søguni undir heitinum:
Tá ”nei” gjørdist til ”ja”. Tí 6 ferðir ”nei” og 1 ferðir ”ja”. Hetta vóru svarini uppá spurningin frá fjølmiðlafólkunum dagin undan valinum, tá hesin spurningur: ”Skal blokkurin tinast?” varð settur øllum floksformonnunum.
Eitt nú søgdu tríggir av fýra av formonnunum í samgonguflokkunum (Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin) tá nei, men bert fáar dagar seinni, varð svarið ja. Hetta var av sonnum ein kollvelting.
Tí talan er ikki um okkurt smávegis mál, men hinvegin um eitt stórt og sera týðandi mál fyri okkara samfelag, búskap og framtíð. Okkara ynski um at gerast sjálvbjargin fíggjarliga og harvið eitt týðandi grundarlag fyri málinum at gerast eitt sjálvstøðugt land.
Størsta afturstig seinastu mongu árini
Ætlanin hjá samgonguni er tíverri, at spola aftur størsta fetið á sjálvbjargnisleið seinastu mongu árini, niðurskurðin av ríkisveitingini.
Tí er ein ”umsókn” um hækking av ríkisstuðlinum á 200 mió. kr. send donsku stjórnini. Eisini hava samráðingar verið millum Landsstýrið og donsku stjórina.
Við hesum er ætlanin at gera allar avtalur, ið Løgting og Landsstýrið hava gjørt 2002-2011 til onkis. Avtalur, ið síðan eru staðfestar bæði á Løgtingi og í Fólkatinginum, og sum hava merkt eina fastfrysting av ríkisveitingini í hesum tíðarskeiði.
At royna at spola aftur hesar avtalur er óskiljandi og sera óvirðiligt.
Í fyrsta umfari hevur Landsstýrið tó fingið at vita, at tað ikki fær ovurstóru hækkingina av ríkisveitingini játtaða, men bert eina prístalsregulering, sum í 2012 verður 8,6 mió. kr.
Men landsstýrið hevur harumframt fráboðað, at roynt verður aftur seinni í ár, at samráða seg til hægri ríkisveiting.
Nýskipanir og vøkstur skulu til
Hví skulu vit venda okkum til Danmarkar og biðja um enn størri veitingar, tá vit megna at klára okkum her í Føroyum uttan størri veiting ?
Hetta er óskiljandi. Serliga undarligt og meiningsleyst gerst hetta, nú danski ríkiskassin hevur munandi størri skuldarbyrðu, undirskot og avbjóðingar pr. íbúgva enn vit sjálvi hava.
Tað sum krevst her heima hjá okkum er, at vit fremja allar tær nýskipanir, ið skulu til - eitt nú innan kommunur, fyrisiting, skúlar og fiskivinnu.
Ongin ivi er um, at ein hækking av ríkisveitingini vil uttan iva bert minka trýstið at gera neyðugu tillagingarnar í Føroyum – fyribils. Hetta vil merkja, at nýskipanirnar verða útskotnar og trupulleikarnir í okkara samfelag fara at vaksa.
Vit eru ávegis ...
Hartil kemur, at vit eru jú væl ávegis móti einum sjálvberandi búskapi. Hetta hevur minkingin og fastfrystingin av ríkisveitingini tryggjað.
Í 2000 høvdu vit eina ríkisveiting, ið var 11,4% av samlaðu framleiðsluvirðinum í Føroyum (BTÚ) – ríkisveitingin var tá 983 mió. kr. og BTÚ 8,6 mia. kr.
Í 2002 varð henda minkað niður á 616,5 mió. kr. og var tá 6,2 % av BTÚ. BTÚ var tá komin uppá 10 mia. kr..
Í 2012 væntast okkara BTÚ at gerast 13,3 mia. kr. og við eini framhaldandi fastfrysting vil ríkisveitingin sostatt bert gerast 4,6% av BTÚ í 2012.
So sum sagt, so eru vit væl ávegis. Verður hildið áfram við fastfrystingini flyta vit okkum soleiðis skjótt mótvegis einum búskapi óheftum av donsku ríkisveitingini, sum í nærmastu framtíð kann gerast minni enn 1% av okkara búskapi. Hetta er sjálvandi rættari leiðin.
Blokkur skapar skeiklingar
Vit vita, at blokkveitingar so at siga ongantíð hava jaliga ávirkan á búskapir.
Prísvøkstur, seinkaðar tillagingar av samfelag, minni kappingarføri og skeikling.
Hóast hetta eru góðar orsøkir til, stigvíst og yvir eitt áramál at sleppa av við blokkin – heldur samgongan fast um at vilja hækka hesa.
Hetta kann undra, tí tað tykist ikki sum samgongan heldur at inntøkur mangla hjá landinum.
Samgongan metir at landið megnar at lata 265 mió. kr. í skattalættum til hægri inntøkurnar, og harvið lækkar skattainntøkur landsins við hesi upphædd. Hví so ikki rúm fyri eini framhaldandi fastfrysting ella minking av ríkisveitingini ?
Nýskipanir og vøkstur skapa yvirskot
Eisini metir samgongan – og alt Løgtingið – at vit megna at spara og skapa vøkstur fyri at fáa undirskot á 461 mió. kr.
burtur og fáa javnvág
Longu her eru væl meira enn ríkisveitingin í dag. Í alt 726 mió. kr. (265 mió. kr. í skattalætta og 461 mió. kr. í halli í fíggjarlógaruppskotinum frá landsstýrinum fyri 2012).
Halda vit áfram við at fremja neyðugar tillagingar, menning, fáa til vega nýggjar inntøkur og fremja nýskipanir eftir at javnvág er fingin á fíggjarlógina, so er skjótt at fáa yvirskot – eins og í 2001 á 700 mió. kr. – og harvið eina fíggjarlóg óhefta av ríkisveiting.
Mótrokning merkir 0 kr. í hækking
Leggjast kann afturat, at í samgonguskjalinum millum samgonguflokkarnar frá 14. november 2011, verður staðfest viðvíkjandi ríkisveitingini, at:
”Samráðingar verða við donsku stjórnina um at dagføra ríkisveitingina til dagsvirði. Av hesum og komandi árligu økingini av ríkisveitingini verða 15% av vanligu meirinntøkum landskassans mótroknaðar í økingini.”
Lansstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur upplýst, at væntandi vaksa ”vanligu inntøkur landskassans” við 60 mió. kr. í 2012. 15% av hesum er 9 mió. kr.
Um samgonguskjalið skal fylgjast verða tær 8,6 mió. kr., ið ætlanin er at hækka ríksiveitingina harvið mótroknaðar soleiðis, at hækkingin verður 0 kr. í 2012.
Tí átti als ongin orsøk verið til, at nakar á Løgtingi – heldur ikki samgongutinglimir – tóku
undir við, at hækka ríkisveitingina.
Latið okkum saman arbeiða fyri einum sjálvberandi búskapi
Allir flokkar á Løgtingi siga seg vilja hava ein sjálvberandi búskap.
Hækking av ríkisveitingini gongur beint móti hesum. Heitt verður tí á Løgtingið um í minsta lagi ikki at taka undir við hækking av ríkisveitingini.
Latið okkum heldur fremja neyðugar nýskipanir í samfelagnum og seta okkum sum mál miðvíst at minka ríkisveitingina sum part av føroyska búskapinum.
Vit eiga í Føroyum sjálvi at skapa eina miðvísa ætlan fyri, hvussu ríkisveitingin verður slúsað úr føroyska búskapinum. Helst skal breið semja fáast um hesa skipan á Løgtingi.
So leingi sum Løgtingið velur ikki at skerja ríksiveitingina úr Danmark til Føroya, kundi ein loysn verið, at nýta Búskapargrunn Føroya sum amboð at gera eina skiftisskipan viðvíkjandi ríkisveitingini. Hetta hevur Tjóðveldi eisini skotið upp í fleiri umførum. Eitt nú kundi ríksiveitingin verið sett inn í grunnin á hvørjum ári, og síðan varð slúsaður støðugt minni partur av hesum inn á fíggjarlógina. Yvir eitt áramál vildið fíggjarlógin sostatt verið leys av ríkisveitingini.
Samsvarandi málinum, ið Løgtingið hevur sett sær at venda hall á fíggjarlógini á nærum hálva milliard krónur til yvirskot, kann Løgtingið eisini seta sær sum mál at gera fíggjarlógina óhefta av ríkisveitingini yvir eitt áramál.
Mælt verður tí til, at settur verður ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri allar flokkar á Løgtingi, at arbeiða við semju um eina skipan, ið kann tryggja, at Føroyar røkka einum sjálvberandi búskapi, ið eitt nú er óheftur av donsku ríkisveitingini.
Á Løgtingi, 17. februar 2012
Kristina Háfoss
Fíggjarnevndarlimur og løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

