Norðuratlantsbólkurin hevur sum felags mál at arbeiða fyri fólkarættarligu rættindunum hjá føroyska og grønlendska fólkinum og fyri einari frælsari, framkomnari og fólkaræðisligari avgerð um føroyska og grønlendska sjálvstøðu. Svend Auken luttók á fyrstu ráðstevnuni hjá Norðuratlantsbólkinum, ”Hevur ríkisfelagsskapurin eina framtíð?”, í 2002. Í tí sambandi segði hann:
”Ein av ógvuliga áhugaverdu nýskapanunum, ella rættari, tann áhugaverda nýskapanin, ið hendi eftir valið 20. november 2001, er sjálvandi ikki stovnanin av VK-stjórnini, men skapanin av Norðuratlantsbólkinum.”
Les meiri um Norðuratlantsbólkin á www.dnag.dk

