Fyrispurningur um fiskiveiðiskipanarnevnd, settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður
Fyrispurningur:
1. Hvør er arbeiðssetningur nevndarinnar?
2. Hvør situr í hesi nevnd?
3. Hvussu nógvar fundir hevur hon hildið, og kann roknast við, at nevndin er liðug við sítt verkevni til avmáldu tíðina?
4. Er hetta málið viðgjørt í samgonguni, at loyvini skulu gerast óendalig aftur fyri, at eitt rímiligt tilfeingisgjald verður ásett?
Svar:
Til nr. 1, 2 og 3
Arbeiðið hjá Skipanarnevndini er skipað um 3 arbeiðsbólkar:
• Ein, ið viðgerð lógina um vinnuligan fiskiskap við atliti at brúksskyldu og umsetiligheit
• Ein, ið viðgerð útlendskan kapital í føroysku fiskivinnuni
• Ein, ið viðgerð, hvussu loyvisparturin í fiskivinnuni kann skipast eftir 2018
Tveir teir fyrstu arbeiðsbólkarnir eru farnir til verka, og væntandi er tilfar tøkt frá hesum bólkum tíðliga í 2010.
Tann triði bólkurin, ið skal viðgera loyvispartin, er ikki settur enn. Umsitingin er í holt við at fyrireika arbeiðið, sum byrjar tíðliga í komandi ári, um somu tíð, tá tilfarið um brúksskyldu/umsetiligheit og útlendska kapitalin er tøkt.
Miðað verður eftir, at arbeiðið skal vera liðugt til avmáldu tíðina.
Til nr. 4
Nei, málið er ikki viðgjørt í samgonguni.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

