Svar uppá spurningar um trygd á arbeiðsplássum

29 October 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Svar uppá skrivligan fyrispurning frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu í løgtingsmáli nr. 12/2014.

Fyrispurningur um trygd á arbeiðsplássinum, settur Johan Dahl, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir Tingskipanina § 52a)

Spurningarnir vóru soljóðandi:

1. Hvussu nógv álvarsom óhapp og vanlukkur hava verið á føroyskum arbeiðsplássum á landi seinastu tvey árini?

2. Hvussu nógv er hetta, í mun til undanfarin ár?

3. Metir landsstýrismaðurin, at trygdin á arbeiðsplássunum er nóg góð?

4. Metir landsstýrismaðurin, at eftirlitið við trygdini á arbeiðsplássum er nóg gott?

5. Í hvønn mun metir landsstýrismaðurin, at ásetingarnar í lógini um Arbeiðsumhvørvi verða hildnar?

6. Hvat verður gjørt til tess at tryggja rættan hugburð til trygd á arbeiðsplássunum?

7. Hvussu verður tryggjað, at nóg góð kunning verður givin arbeiðstakarum um arbeiði, sum kunnu vera vandamikil, umframt um amboð, kemisk evni og annað, sum kunnu hava við sær álvarsamar skaðar?

Til nr. 1.
Sambært § 1, stk. 1 í kunngerð um fráboðan av vanlukkum, áliggur arbeiðsgevaranum skjótast gjørligt og í seinasta lagi 9. dagin eftir fyrsta fráverudag hins skadda, at fráboða arbeiðsvanlukkur og eitringartilburðir, sum hendir eru av arbeiði í tænastu hansara, sum umfatað er av arbeiðsumhvørvislógini , um so er, at vanlukkan ella eitringin hevur havt við sær óarbeiðsføri í ein ella fleiri dagar umframt skaðadagin.

Fráboðanirnar skulu fráboðast til Arbeiðseftirlitið á góðkendum oyðublað.

Orsakað av, at skráseting av arbeiðsvanlukkum á Arvbeiðseftirlitinum ikki veruliga bleiv byrja fyri enn 2013, eru fylgjandi tal av arbeiðsvanlukkum skrásett seinastu árini:

• 2013: 145
• 2012: 126

Í tíðarskeiðinum 01/01/2014 til 15/10/2014 vóru skrásettar 124 arbeiðsvanlukkur.

Í sambandi við skrásetingina verður ikki skilt í millum álvarsamar vanlukkur og minni álvarsamar vanlukkur, eftirsum lógargrundarlagið ikki ásetur allýsingar ella nakað metingarstøðið av, hvussu álvarsemi av vanlukkunum skal greinast. Einasta fyritreyt er, at vanlukkan er atvold til í minsta lagi ein fráverudagar frá arbeiði umframt skaðadagin.

Sum nevnt, er ein deyðsvanlukka hend higartil í ár, ein hend í 2013 og ein í 2012.
Arbeiðseftirlitið metir, at áleið 25-30 av vanlukkunum árligt kunnu metast sum álvarsamar,um atlit verður tikið til, hvørt skaddi persónurin var í lívsvanda, ella fekkvarandi mein av vanlukkuni.

Til nr. 2
Sambært skráseting hjá Arbeiðseftirlitinum, er fylgjandi tal av arbeiðsvanlukkum skrásett undanfarnu árini:
• 2011: 127
• 2010: 83
• 2009: 141
Sambært tølunum hjá Arbeiðseftirlitinum, so skyldast minna talið í 2010, at óvanliga fáar arbeiðsvanlukkur hendi innanfyri vinnugreinina ‘fiskaídnaður á landi’ hetta árið.

Til nr. 3.
Um hugt verður tilsvarandi at donsku tølunum fyri arbeiðsóhapp, verða tølini hesi fyri:
• 2012: 41.750
• 2011: 42.531
• 2010: 44.335
Um hugt verður eftir lutfallinum millum danska arbeiðsmarknaðin, við í miðal 2.700.000 løntakarum, og føroyska arbeiðsmarknaðin, við í miðal 24.200 løntakarum, so vóru í miðal 1,58 % av donsku løntakarunum fyri arbeiðsóhapp, meðan 0,48 % av føroysku løntakarunum vóru fyri arbeiðsóhappi árliga í 2010-2012.

Tølini vísa sostatt, at danska Arbejdstilsynet skrásetur áleið 3 ferðir so nógv arbeiðsóhapp millum danskar løntakarar, sum føroyska Arbeiðseftirlitið ger millum føroyskar løntakarar.

Hóast danska fráboðanarskipanin, ið er 100 % talgild, sannlíkt hevur við sær at ein stórur prosentpartur av øllum óhappum blívur fráboðaður og føroyska skipanin, ið ikki er 100 % talgild, sannlíkt merkir, at ein minni prosentpartur av óhappum í Føroyum verður fráboðaður, metir Arbeiðseftirlitið ikki, at talan er um ein mun, ið kann trífalda mongdina av fráboðanum í Føroyum.

Tølini vísa, at arbeiðsumhvørvið í Føroyum er á einum norðurlendskum støði, og at hetta er ímillum tey bestu í teimum mest framkomnu londunum.

Eg meti tó greitt, at menningin av arbeiðsumhvørvinum á føroyska arbeiðsmarknaðinum ikki er komin á mál, soleingi vit skráseta deyðsvanlukkur og onnur álvarsom óhapp. Endamálið við arbeiðsumhvørvislóggávuni er, at einhvør skal kunna koma frá arbeiði við somu heilsustøðu, sum viðkomandi fór til arbeiðis við.

Til nr. 4.
Eg meti, at Arbeiðseftirlitið fremur eitt munagott eftirlitsarbeiði og at hetta er í tráð við lóggávuna og innanfyri karmarnar, sum myndugleikin hevur at virka undir.

Hetta geva skaða hagtølini eina greiða ábending um.

Tá Løgtingið, orsakað av fíggjarstøðuni í landinum, álegði Arbeiðseftirlitinum at virka undir eini minkaðari játtan, var Arbeiðseftirlitið sum myndugleiki noytt at raðfesta sítt virksemi so sum fíggjarstøðan bleiv, harundir hvussu mest fekst úr játtanini.

Afturat hesum kom samanleggingin millum Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiligu starvsstovuna við tí endamáli, at fáa samvirkandi fyrimunir av samanleggingini. Við m.a. hesi samanlegging var málsetningurin, at Arbeiðseftirlitið við broyttum arbeiðshátti og uppgávubýti og umlegging av arbeiðsorku kundi gerast eins virkið sum undan minkaðu játtanini og at arbeiðsumhvørvið framhaldandi var trygt og gott, og meti eg, at eftirlitið við trygdini á arbeiðsplássinum er nøktandi og gott.

Vísandi til, at virksemið í Føroyum í 2014 er vaksandi, og at hetta hevur við sær øktar avbjóðingar fyri Arbeiðseftirlitið, hevur landsstýrið í uppskotinum fyri fíggjarlóg fyri 2015, mælt Løgtinginum til at hækka játtanina hjá Arbeiðseftirlitinum við 410.000 kr., til at uppraðfesta arbeiðið við at fyribyrgja arbeiðsóhappum.

Til nr. 5.
Arbeiðseftirlitið kann upplýsa, at eftirlitsvirksemið hjá myndugleikanum vísir, at flestu føroyskir arbeiðsgevarar hava ein jaligan hugburð til at fylgja ásetingunum í arbeiðsumhvørvislóggávuni.

Boð frá Arbeiðseftirlitinum blíva fyri tað mesta fylgd uttan viðmerkingar.

Hvørki í 2013 ella 2014 er nøkur avgerð hjá Arbeiðseftirlitinum, í mun til arbeiðsumhvørvi, kærd til Vinnukærunevndina.

Til nr. 6.
Sambært arbeiðsumhvørvislóggávuni hevur arbeiðsgevarin høvuðsábyrgdina fyri at skipa bæði arbeiðspláss og arbeiðsgongdir á tryggan hátt.

Í hesum sambandi hevur Arbeiðseftirlitið eina lógarásetta leiðbeiningar- og eftirlitsskyldu.

Eisini er møguligt at fáa Arbeiðseftirlitið at gera umbiðin eftirlit við arbeiðsplássum fyri at tryggja, at umstøðurnar eru nøktandi við atliti til rættan hugburð til trygd á arbeiðsplássinum.

Arbeiðsumhvørvislógin ásetur harumframt, at øll arbeiðspláss, har 10 ella fleiri fólk starvast, skulu hava eina trygdarskipan, har starvsfólkaumboð og leiðsluumboð eru skipað í trygdarbólkar.

Arbeiðsgevarin hevur eina lógarfesta skyldu til at senda arbeiðsfólkið í trygdarskipanini á trygdarskeið innan arbeiðsumhvørvi, har hesi m.a. læra um góðan trygdaratburð.

Til nr. 7
Sum nevnt í svarinum til nr. 6, so hevur arbeiðsgevarin, sambært arbeiðsumhvørvislóggávuni, høvuðsábyrgdina fyri, at hann skipar bæði arbeiðspláss og arbeiðstilgongdir á tryggasta hátt. Hetta umfatar eisini at nema sær verkligan og ástøðiliga vitan um tær reglur, ið eru galdandi fyri virksemi, sum viðkomandi útinnir.

Fyri at økja um vegleiðing kann verða upplýst, atArbeiðseftirlitið arbeiðir við einari nýggjari felags heimasíðu fyri samanlagda stovnin. Í hesum sambandi verður stórur dentur lagdur á, at parturin hjá Arbeiðseftirlitinum er enn meira borgaravendur og upplýsandi.

Vinnumálaráðið, tann 4. november 2014

Johan Dahl
landsstýrismaður