Svar uppá spurning viðvíkjandi kravdum loðsi við Føroyar

4 May 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Spurningurin var soljóðandi:

1. Hví gongur so striltið hjá landsstýrinum at koma í Løgtingið við uppskoti um lóg um kravdan loðs?


a. Í stríð við fatanina hjá undirritaðu, hevur onkur í politisku skipanini ført fram, at málsøki er danskt, og at føroyskir myndugleikar tí onki hava við málið at gera; um hetta er fatanin hjá landsstýrismanninum, hvør heldur hann so er orsøkin til, at danskir myndugleikar heldur ikki hava tikið sær av at fingið skipan við kravdari loðsskipan?

2. Um tað gongur striltið við at fáa lógina samtykta, hví verður so ikki sett í gildi kunngerð við heimild í lógini um trygd á sjónum, sum ásetir krøv um, at skip oman fyri eina ávísa stødd, skulu hava loðs, tá ið hvørki skipari ella stýrimaður umborð hava verið á firðinum nakrar ferðir áður?


3. Hvør heldur landsstýrismaðurin, at vandin er fyri føroyska umhvørvið, fiskiríkidømi og alivinnuna, at vit ikki hava kravdan loðs fyri skip, sum sigla inn á firðir í Føroyum?


4. Veit landsstýrismaðurin á leið, hvussu stór skipaferðslan er inn og út eftir føroyskum firðum við ikki staðkendari manning á brúnni? Hvør hevði kostnaðurin/ vinningurin verið fyri føroyska landskassan, um vit høvdu kravdan loðs í Føroyum?


5. Er nakað land um okkara leiðir, og sum er umgirt av sjógvi, ella sum liggur út til havið, sum ikki hevur kravda loðsskipan?


6. Hvørji krøv um kostnað fyri loðs o.a.seta grannalond okkara til skip, sum vitja inni á teirra havnum og firðum?

Viðmerkingar
Inni á føroysku firðunum er nógv virksemi, sum hevur alstóran týdning fyri føroyska samfelagið, búskapin og fyri umdømi okkara úteftir. Hetta hevur eisini útmerkað seg við dýrum og stórum íløgum innan alibrúk, bátahyljar, atløgupláss osfr. Men hetta virksemið er ikki nakað eindømi fyri føroyskar firðir. Slíkt virksemi fer fram nærum á øllum firðum í øðrum londum við, bara fólk búleikast í nærumhvørvinum. Munurin er bara, at aðrastaðni verða hesar íløgur og virksemið vart við krøvum, sum tryggja, at vandin fyri umhvørvisvanlukkum er minimalur.


Men so tykist ikki vera í Føroyum. Tað er ein ófatilig tøgn rundanum tann manglandi loðsin, sum skuldi verið eitt so sjálvsagt krav til tess at tryggja, at vinnulív okkara og umhvørvið vóru væl vard mótvegis hesum vandum og vanlukkum. Ístaðin fyri krøv lata vit útlendsk skip, og skip við skiparum og stýrimonnum, sum onki kenna til vitjandi fjørðin, hava frítt at fara inn og út gjøgnum fjørðin, uttan nøkur sum helst krøv.


Tað er ógvuliga naivt at trúgva, at hendingin við Olshanu ikki endurtekur seg. Hví skal hon ikki tað? her sigla skip regluliga inn og út eftir firðum okkara, og tey hava frítt at fara við vandamiklum góðsi og við skiparum, sum als onki kenna til firðirnar.

Hevði ein loðsur verið umborð á russiska trolaranum Olshanu, tá ið skipið sigldi útaftur, hevði skipið neyvan siglt á flesjarnar. Tað vóru øll samd um, tá ið skaðin var hendur. Og beinanvegin var almannakunngjørt frá útinnandi valdinum, at nú fór skipanin við kravdum loðsi at verða sett í verk. Síðani eru gingin fleiri ár, uttan at nakað alment er komið fram um, at nakað er broytt á hesum øki. Tað undrar stórliga, at slík tøgn valdar um hetta málið, serliga tá ið hugsað verður um tann skaða, sum skip við ókunnufólki á brúnni kunnu verða atvoldin til.

Inni á føroysku firðunum er nógv virksemi, sum er treytað av reinum umhvørvi. Vit hava alivinnuna, útróðurin og eitt ríkt fuglalív. Hetta fær lond aðrastaðni at seta strong trygdarkrøv um loðs og depositum og annað, sum ger, at virðingin fyri umhvørvinum og djóralívinum har um leiðir, er í hásæti. Men so tykist ikki vera í Føroyum. Um talan er um ógreiðar tulkingarspurningar um málsøkjabýti, líkasælu, manglandi orku, ella ein blanding av øllum, veit undirritaða ikki. Men tað tykist løgið, at hetta økið sleppur at liggja so leingi, uttan at nakað endaligt spyrst burturúr.

Ofta er umberingin fyri at ávíst virksemi ikki verður sett í verk, at møguleikar fyri játtan til økið eru avmarkandi, men í hesum førum er talan um nakað, sum í minsta lagi eigur at vera sjálvfíggjandi, um vit gera sum onnur lond, og lata skipini rinda fyri kravda loðsin.

Nú má loðskravið fram á borðið, og virðingin fyri firðum okkara og tess umhvørvi setast í hásæti. Umhvørvið hevur ikki ráð at bíða, heldur ikki vinnulívið ella virksemi inni á og kring føroysku firðirnar!

Svar:

1. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur sett arbeiði í gongd at fáa sett reglur í gildi um skyldu hjá skipum at nýta loðs í sambandi við innanoyggja sigling í Føroyum. Heimild er í § 31 í løgtingslógini um trygd á sjónum at áseta reglur í kunngerð um brúk av loðsi í innanoyggjasigling, og verður í løtuni arbeitt við at gera eina kunngerð við heimild í hesi grein. Henda heimildin røkkur tó bert til at seta reglur í gildi um skyldu til at nýta loðs, undir hesum reglur um viðurskifti viðvíkjandi loðsnýtslu, so sum innrættingar til at taka loðsin trygt umborð og seta hann av aftur.


Heimild er ikki í løgtingslógini um trygd á sjónum til at áseta reglur um, hvussu loðsøkið nærri skal skipast, undir hesum bygnaður, førleikakrøv til loðsar, eftirlit, kostnaðurin av at taka loðs, fígging v.m.


Hesi viðurskifti eru regulerað í loðslógini frá 1916 – lov nr. 131 af 17. april 1916 om lodsvæsenet, som senest ændret ved lov nr. 155 af 14. april 1920. Loðslógin er ikki gjørd til føroysk viðurskifti og hevur ongantíð verið praktiserað í Føroyum. Loðslógin er ikki tíðarhóskandi, og tí verður mett neyðugt at nýggj loðslóg verður sett í gildi í Føroyum, áðrenn skyldan at nýta loðs verður sett í gildi.


Loðslógin er danskt málsøki, men hóast hetta ber ikki til at siga, at føroyskir myndugleikar einki hava við økið at gera, tí føroyskir myndugleikar mugu gera donskum myndugleikum greitt, at tørvur er á einari slíkari skipan í Føroyum.


Vinnumálaráðið ætlar at seta ein bólk at gera eitt tilmæli um, hvussu ein loðsskipan eigur at verða skipað.


Sambært samgonguskjalinum er ætlanin at yvirtaka loðsøkið.

2. Sí svarið til spurning 1.


3. Tað er sjálvsagt av alstórum týdningi, at bæði manning, skip, havumhvørvi, fiskiríkidømi og alivinnan í Føroyum í størst møguligan mun verða vard móti skaðum og dálking. At serliga fremmand skip sigla inn á føroyskar firðir og havnir uttan loðs økir um vandan fyri óhappum og dálking. Óhappið við ”Olshanu” – sum tíbetur ikki førdi til umfatandi dálking – er seinasta dømi um hetta. Ein tvungin loðsskipan fyri útlendsk – og møguliga eisini føroysk skip – har vakthavandi navigatørur ikki er vanur at sigla á avvarðandi farleið, er eitt gott amboð til tess at minka um vandan fyri óhappum og havumhvørvisdálking.

4. Tað finst helst ongin skipað skráseting fyri samlaðu skipaferðsluna inn og út eftir føroysku firðunum, men einstøku føroysku havnirnar føra helst hagtøl yvir tey skip, sum koma í avvarðandi havn. Alt eftir, hvussu ein møgulig tvungin loðsskipan vildi verið skipað fíggarliga og umsitingarliga, vildi ein tílík skipan givið inntøkumøguleikar – serliga til teir persónar, sum loðsa skipini. Hinvegin vil tað eisini viðføra útreiðslur, um tað almenna skal eiga og reka eina loðstænastu í Føroyum.


5. Flestu londini kring okkum hava loðsskyldu í størri ella minni mun. Summi lond hava strangar reglur um loðs í innanoyggja sigling (t..d Noreg), meðan onnur lond bert hava loðsskyldu á ávísum siglingarleiðum og fyri ávís skipasløg (t.d. Danmark). Landsstýrismanninum kunnugt er ongin skipað loðsskylda í Íslandi. Fleiri lond hava ásett sonevndar ”siglingarleiðir/”siglingarrennur” (frammanundan ásettar nágreiniligar reglur fyri, hvussu eitt skip skal sigla í einum avísum øki), sum í ávísan mun koma í staðin fyri loðskravið.


6. Umsitingin hevur ikki havt stundir ella orku til at gera eitt yvirlit, sum svar upp á henda spurning.

Vinnumálaráðið, tann 26. Apríl 2010


Johan Dahl
landsstýrismaður