Um rættartrygd hjá føroyskum børnum og foreldrum
Spyrjari: Bjørt Samuelsen
Svarari: Annika Olsen
Spurningur:
Á tingfundi 18. januar 2011 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:
Metir landsstýriskvinnan tað vera í lagi, at føroyingar ikki kunnu flyta úr Danmark til Føroyar við børnum sínum, uttan samtykki frá hinum av foreldrunum?
Heldur landsstýriskvinnan tað vera í lagi, at annað av foreldrunum eftir samlívsslit kann flyta úr Føroyum við barni/børnunum, uttan at semja er í millum foreldrini um hetta?
Heldur landsstýriskvinnan tað vera rætt, at føroysk børn og foreldur hava sera ymiska rættarstøðu hesum viðvíkjandi í Føroyum og í Danmark?
Hvørji stig hevur landsstýrið tikið, til tess at tryggja føroyskum børnum og foreldrum teirra best møguliga rættartrygd í mun til foreldramyndugleika og samveru?
Hvørjar lógarábøtur ætlar landsstýriskvinnan at gera hesum viðvíkjandi?
Ætlar landsstýriskvinnan við kongligari fyriskipan at seta donsku foreldraábyrgdarlógina í gildi í Føroyum?
Um ikki, á hvønn hátt ætlar landsstýriskvinnan at dagføra lóggávuna í Føroyum?
Hví er málsøkið familjurættur ikki yvirtikið?
Viðmerkingar
Í 2007 fingu danir eina foreldraábyrgdarlóg, sum millum annað ásetir:
§ 3. Har forældre fælles forældremyndighed, kræver væsentlige beslutninger vedrørende barnets forhold enighed mellem forældrene. Den forælder, som barnet har bopæl hos, kan træffe afgørelse om overordnede forhold i barnets daglige liv, herunder hvor i landet bopælen skal være.
Stk. 2. Har forældre fælles forældremyndighed, og er de uenige om forældremyndigheden, skal begge give samtykke til, at barnet forlader landet, herunder udrejser til Grønland eller Færøerne, eller til, at barnets ophold i udlandet, i Grønland eller på Færøerne forlænges ud over det aftalte, forudsatte eller fastsatte, medmindre der foreligger en afgørelse efter § 17, stk. 1, 2. pkt., eller § 25.
Sostatt loyvir lógin, at hóast foreldrini hava felags foreldramyndugleika, so kann tann av foreldrunum, sum barnið hevur fastan bústað hjá, velja at flyta til ymisk heraðshorn í Danmark – til dømis úr Norðurjyllandi til Bornholm, men kann ikki gera av at flyta til Føroyar, uttan semja er millum foreldrini um hetta. Er ikki semja, má tann av foreldrunum, sum barnið býr hjá, í rættin til tess at royna at fáa góðkenning at flyta til Føroya. Heldur ikki hevur annað av foreldrunum loyvi at taka barnið við til Føroya í styttri tíðarskeið, er ikki semja millum foreldrini bæði, og í slíkum førum má Statsforvaltningen geva loyvi til, at barnið fer úr Danmark.
Sambært donsku Foreldreansvarsloven verða Føroyar mettar sum eitthvørt annað útland, hóast málsøkið familjurættur framvegis er danskt.
Rætt til felags foreldramyndugleika hava bæði foreldrini, um tey hava verið sambúgvandi eitt tíðarskeið innanfyri 10 mánaðir, áðrenn barnið varð føtt, og um faðirskapur at barninum er staðfestur.
Fleiri føroysk foreldur eru komin í rasshaft av donsku lógini, tí tey hava ynskt at flyta til Føroyar, men sleppa ikki, uttan samtykki frá hinum av foreldrunum. Ítøkiligt dømi er um, at løgreglan hevur steðgað føroyskari mammu á veg í flogfarið til Føroya. Á henda hátt kann Foreldraábyrgdarlógin “tvinga” føroysk foreldur og børn at vera búgvandi í Danmark.
At forða fyri til dømis, at ein ung einlig mamma, við høvuðsábyrgd av barninum, skal “noyðast” at verða búgvandi í útlegd við barninum, tí annað av foreldrunum ikki vil, at tað skal búsetast í Føroyum, kann hava sera álvarsamar avleiðingar – fíggjarligar og sálarligar, og hetta kann eisini raka barnið meint.
Umvend støða
Um sama mundið, sum danir fingu Foreldreansvarsloven, varð gamla danska lógin, sum gevur foreldrum rætt til felags foreldramyndugleika, sett í gildi í Føroyum. Felags foreldramyndugleiki verður bert galdandi, um foreldrini semjast um hetta. Annað av foreldrunum kann lættliga taka stig til at fáa felags foreldramyndugleikan tiknan av.
Í Føroyum er støðan sostatt tann, at annað av foreldrunum eftir samlívsslit lættliga kann fara av landinum við børnunum og lata hin sita máttleysan eftir við sera skerdum møguleikum at hava samband við barnið/børnini. Og tað kann sjálvandi eisini vera ein stórur sorgarleikur fyri børnini.
Føroysk børn og foreldur eru sostatt í sera ymiskari rættarstøðu alt eftir, um tey búgva í Føroyum ella Danmark.
Barnið eigur sjálvsagt at hava rætt til bæði síni foreldur, eins og tann av foreldrunum, sum ikki hevur barnið búgvandi, eigur at hava rætt - og plikt - til at hava samveru við barn sítt. Samstundis eigur barnið at hava eitt krav upp á ein tryggan uppvøkstur og støðufastan gerandisdag.
Eftir hvørjari lóg, barnið best er vart, er ikki einfalt at staðfesta. Nýggja lógin hevur til endamáls at tryggja barninum rætt til bæði foreldrini. Hon styrkir í stóran mun rættarstøðuna hjá foreldrunum – kanska fyrst og fremst hjá tí, sum barnið ikki býr hjá. Tey, sum eru kritisk til lógina, vísa á, at hon elvir til nógv fleiri konfliktir og ger, at børnini standa sum skotskivur, ímeðan foreldrini við lógini í hondini krevja sín rætt. Lógin verður nú eftirmett, og ein niðurstøða kemur væntandi í inniverandi ári frá danska familjestyrelsen.
Føroyskur familjurættur neyðugur
Tað er sera, sera umráðandi, at vit sjálvi taka ábyrgd av og harvið ræði á Familjurættinum, tí hetta er ómetaliga viðkomandi lóggáva fyri hvørja einastu familju í landinum. Men tíverri er hetta málsøkið enn ikki yvirtikið.
Í tingsetuni 2009 løgdu andstøðuflokkarnir fram uppskot til samtyktar um at fáa kannað fyrimunir og vansar við núgaldandi lóggávu um foreldramyndugleika og samveru, hvørjar lógarbroytingar krevjast fyri, at mammur og pápar verða meira javnsett til fyrimuns fyri barnið, og at fáa lagt fram uppskot til lógarbroyting hesum viðvíkjandi.
Hetta sera relevanta uppskot feldi samgongan.
Í nevndarviðgerðini kom fram, at skulu broytingar gerast í lógarviðurskiftunum um foreldramyndugleika í Føroyum við kongligari fyriskipan, ber ikki til at gera tað við broytingum í galdandi ríkislóg, tí hon er farin úr gildi í Danmark. So leingi málsøkið er danskt, kann hetta tí einans gerast við at seta nýggju donsku foreldraábyrgdarlógina í gildi í Føroyum við møguligum tillagingum.
Spyrjarin sær tað sum heilt avgerandi, at vit í Føroyum smíða egna lóggávu á hesum øki. Her kunnu vit so nýta tær royndir, okkara grannalond hava við ymiskari lóggávu, og brúka tað besta av hesum.
Tí er eisini umráðandi at fáa fram, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur á hesum sera umráðandi lógarøki.
Á tingfundi 19. januar 2011 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.
Svar: Á tingfundi 16. februar 2011 svaraði Annika Olsen, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis:
Svar
Til spurning 1:
Metir landsstýriskvinnan tað vera í lagi, at føroyingar ikki kunnu flyta úr Danmark til Føroyar við børnum sínum, uttan samtykki frá hinum av foreldrunum?
Sum útgangsstøði haldi eg, at tað er ein skylda hjá foreldrum at finna eina semju, tá ein so stór avgerð sum at flyta við børnum millum lond skal takast.
Men tá ymiskar lógir eru galdandi fyri Føroyar og Danmark, koma vit viðhvørt í ta støðu, at fyri somu støður eru galdandi ymiskar reglur, alt eftir hvar tú býrt. Og júst hetta er tað, sum er galdandi viðvíkjandi lóggávuni um foreldramyndugleika.
Í Føroyum kunnu ógift foreldur avtala felags foreldramyndugleika, meðan tað í Danmark sambært lóg vanliga er felags foreldramyndugleiki fyri ógift foreldur, ella eisini kann hesin avtalast.
Tí er tað soleiðis, at fyri føroyingar, sum búgva í Danmark, er danska lógin galdandi. Tað merkir, at um foreldrini hava felags foreldramyndugleika, so skal flyting til Føroya við felags børnum fráboðast tí av foreldrunum, sum ikki flytur við, við eini freist upp á 6 vikur.
Til spurning 2:
Heldur landsstýriskvinnan tað vera í lagi, at annað av foreldrunum eftir samlívsslit kann flyta úr Føroyum við barni/børnunum, uttan at semja er í millum foreldrini um hetta?
Við samlívsslit millum gift foreldur ella millum ógift foreldur, sum hava avtalað felags foreldramyndugleika, skal støða altíð takast til, hvat av foreldrunum skal hava foreldramyndugleikan, um foreldrini ikki kunnu semjast um framhaldandi at hava felags foreldramyndugleika. Tað eru í hesum førum dómstólarnir, sum avgera, hvat av foreldrunum tá skal hava foreldramyndugleikan einsamalt.
Og tað er vert at leggja til merkis, at ein avtalaður felags foreldramyndugleiki millum ógift foreldur ikki einsíðugt kann uppsigast av øðrum partinum, t.d. av mammuni, soleiðis at mamman aftur fær foreldramyndugleikan einsamøll. Eisini í hesum førum eru tað dómstólarnir, sum avgera, hvat av foreldrunum framyvir skal hava foreldramyndugleikan einsamalt.
Gift foreldur hava sambært lóggávuni í Føroyum felags foreldramyndugleika. Og sum sagt kunnu ógift foreldur í Føroyum avtala felags foreldramyndugleika, meðan tað í Danmark sambært lóg vanliga eisini er felags foreldramyndugleiki fyri ógift foreldur, ella hesin eisini kann avtalast.
Hava foreldrini ikki felags foreldramyndugleika, so er tað annað av foreldrunum, sum einsamalt hevur foreldramyndugleikan. Er ongin avtala gjørd millum ógift foreldur í Føroyum, so er tað sambært okkara lóggávu mamman, sum hevur foreldramyndugleikan einsamøll. Hin av foreldrunum hevur tó altíð rætt til samveru við barnið, eisini um barnið ikki býr í Føroyum.
Búgva foreldrini og børnini í Føroyum, kann familjan koma í ta støðu, at tað av foreldrunum, sum hevur foreldramyndugleikan einsamalt ella í felag við hin, kann flyta til Danmarkar við felagsbørnum uttan loyvi frá hinum av foreldrunum. Tað av foreldrunum, sum tá er eftir í Føroyum, kann í hesum førum leggja sak í Danmark við kravi um at fáa foreldramyndugleikan fluttan til sín ella um at fáa felags foreldramyndugleika.
Sum fyrr sagt, haldi eg, at foreldrini eiga at semjast um eina loysn, tá annað av foreldrunum ynskir at flyta við felags børnum, og hetta eigur at vera aðalmálið.
Ein háttur at loysa hendan trupulleikan kann vera við nýggjari lóggávu. Eg haldi avgjørt, at tað er rætt, at man skal fáa samtykki frá hinum av foreldrunum at flyta barnið langt burtur, og tí dámar mær væl “varslingsregluna”, sum er í donsku lógini, og sum krevur, at um barnið skal flyta innlendis ella uttanlands, so skal hetta fráboðast, “varslast”, hinum av foreldrunum við eini freist upp á 6 vikur. Hetta gevur foreldrunum møguleika at semjast um flytingina og at finna útav, hvussu samveran skal skipast framyvir; og um foreldrini ikki kunnu semjast, hevur tann av foreldrunum, sum ikki hevur børnini búgvandi, møguleika at leggja sak um at fáa foreldramyndugleikan fluttan til sín, ella at fáa felags foreldramyndugleika, um barnið býr í Danmark.
Til spurning 3:
Heldur landsstýriskvinnan tað vera rætt, at føroysk børn og foreldur hava sera ymiska rættarstøðu hesum viðvíkjandi í Føroyum og í Danmark?
Eg haldi, at tað er sera óheppið, at vit hava so ymiskar reglur, tá tað snýr seg um flyting millum Føroyar og Danmark.
Men hóast lógirnar í fyrstu atløgu kunnu tykjast at vera sera ymiskar, so er tað í praksis ikki altíð so stórur munur á støðuni. Hava foreldur í Føroyum felags foreldramyndugleika, og eru tey ikki samd um, hvat av teimun skal hava foreldramyndugleikan einsamalt, so kann barnið ikki flyta úr Føroyum uttan samtykki frá báðum foreldrum.
Hevur annað av foreldrunum einsamalt foreldramyndugleikan og flytur við børnunum langt burtur frá hinum av foreldrunum, so kann tann av foreldrunum, sum er eftir og hevur samverurætt leggja sak um at fáa foreldramyndugleikan fluttan til sín. Hetta kann eisini vera gjørt, um annað av foreldrunum leggur órímiligar forðingar fyri samverurættinum hjá hinum, tað sum vanliga verður rópt “samveruchikana”.
Býr barnið í Danmark, verður slíkt mál viðgjørt í Danmark, og býr barnið í Føroyum verður málið viðgjørt í Føroyum. Og uttan mun til, um málið verður viðgjørt í Danmark ella Føroyum, er tað somu atlit, sum avgerðin verður grundað á, og tað er, hvat verður hildið at vera best fyri barnið.
Vit kunnu fáa líka rættarstøðu í Føroyum og Danmark við at hava somu reglur um foreldramyndugleika, sum í Danmark. Seta vit donsku lógina í gildi í Føroyum, kunnu vit loysa trupulleikan um flyting millum Føroyar og Danmark. Hóast danska lógin á mangan hátt er góð, hevur umsitingin av nýggju lógini í Danmark víst á nakrar veikleikar, har t.d. børn vegna ósamd foreldur hava verið noydd at skula flyta skúla aðru hvørja viku.
Til spurning 4:
Hvørji stig hevur landsstýrið tikið, til tess at tryggja føroyskum børnum og foreldrum teirra best møguliga rættartrygd í mun til foreldramyndugleika og samveru?
Vit hava eina lóg, sum regulerar viðurskiftini viðvíkjandi foreldramyndugleika. Men tað er av týdningi at leggja dent á, at hóast annað av foreldrunum ikki hevur foreldramyndugleikan, so kann hitt av foreldrunum framhaldandi hava gott samband við børnini, tí tað hevur framvegis samverurætt við síni børn.
Um foreldrini ikki kunnu semjast um samveruna, eru tað myndugleikarnir, sum taka avgerð um hetta.
Um barnið býr í Danmark, eru tað myndugleikarnir har, sum viðgera umsókn um samveru.
Um barnið býr í Føroyum, er tað Ríkisumboðið, sum avger samverurættin.
Og uttan mun til um samveran verður ásett í Danmark ella Føroyum, er vavið av samveruni tað sama.
Harafturat hevur tann av foreldrunum, sum ikki hevur foreldramyndugleikan, ein “kunningarrætt”, t.e. at biðja um at verða kunnaður um viðurskifti barnsins av skúla, dagstovni, almanna- og heilsumyndugleikum, lækna og tannlækna.
Til spurning 5:
Hvørjar lógarábøtur ætlar landsstýriskvinnan at gera hesum viðvíkjandi?
Beinleiðis lógarábøtur eru ikki ætlaðar. Men tað eru óivað tiltøk, sum tað ber til at seta í verk beinanvegin, og sum ikki krevja lógarbroyting el.tíl., og sum kundu verið við til at tryggja børnunum, at foreldur teirra hava felags foreldramyndugleika. Her verður t.d. hugsað um, at foreldrini longu á sjúkrahúsinum, tá barnið er føtt, áttu at fingið øll neyðug skjøl til at søkja um felags foreldramyndugleika.
Hetta kundi havt við sær, at fleiri foreldur høvdu avtalað felags foreldramyndugleika, tí í dag skulu tey venda sær til Ríkisumboðið at fáa hetta gjørt, og tað eru tað óivað fleiri, sum ikki fáa uppí lag at gera, tá gerandisdagur aftur er byrjaður.
Eisini kundu umstøðurnar á føðideildini verið gjørdar betri, soleiðis at bæði foreldrini kundu verið um barnið fyrstu dagarnar.
Til spurning 6:
Ætlar landsstýriskvinnan við kongligari fyriskipan at seta donsku foreldraábyrgdarlógina í gildi í Føroyum?
Tað hava verið nógvar atfinningar at nýggju lógini í Danmark, og kanska serliga hevur verið spurt, um tað er soleiðis, at tað eru tey veikastu børnini, ið eru við sviðusoð. Tað eru fleiri børn, ið hava verið tvungin til at vera saman við einum av foreldrunum, og vísir hetta seg at hava skaðiliga ávirkan á barnið.
Danir hava boðað frá, at danska foreldraábyrgdarlógin verður endurmett í ár, væntandi síðst í árinum.
Sum skilst hava danir hesi árini gjørt sær nakrar royndir í umsitingini av lógini, og í ávísum førum hevur umsitingin broytt sína praksis, tí man hevur sæð, at nakrar avgerðir ikki hava verið til barnsins besta.
So í verandi støðu er helst skilabest at síggja, hvussu foreldraábyrgdarlógin hevur roynst í verki, áðrenn stig verða tikin til at seta hana í gildi í Føroyum.
Til spurning 7:
Um ikki, á hvønn hátt ætlar landsstýriskvinnan at dagføra lóggávuna í Føroyum?
Familjurætturin er felagsmál, og í verandi støðu kunnu vit tí velja antin at varðveita núverandi lóg ella at seta foreldraábyrgdarlógina í gildi fyri Føroyar. Hetta gevur okkum ikki teir stóru møguleikarnar.
Eg haldi tað vera alneyðugt, at vit fáa eina føroyska foreldraábyrgdarlóg, sum er tillagað okkara tørvi, heldur enn at vit seta í gildi enn einaferð eina danska lóg, ið ikki hevur víst seg at virka nóg væl higartil.
Eg kundi tí hugsa mær at sett ein arbeiðsbólk at tillaga og gera eina føroyska lóggávu, har vit eisini hyggja eftir, hvussu hesi rættindini eru skipaði í hinum norðurlondunum, og sum kann setast í gildi, tá yvirtøkan gerst veruleiki.
Til spurning 8:
Hví er málsøkið familjurættur ikki yvirtikið?
Í samgonguskjalinum er ásett, at persón-, húsfólka- og arvarættur skal yvirtakast. Sum fíggjarligu útlitini eru júst nú, er tað tíverri ikki møguligt at yvirtaka hetta málsøkið, sum í 2003 varð mett at kosta umleið 3,6 mió kr árliga í rakstrarkostnaði. Og havandi í huga, at Ríkisumboðið hevur sagt frá, at talið á málum hjá teimum tey seinastu árini er vorðið tvær ferðir so stórt, so má roknast við, at kostnaðurin av yvirtøkuni møguliga í dag er nærri 6 mió. kr.
Málið avgreitt.

