Svar uppá spurning um ískoytisútbúgving

4 October 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Nú hava 3 landsstyrisfólk svarað hesum spurningi. Ongin vil eiga málið. Heldur enn av finna eina loysn á málinum vísa tey til hvønn annan, og til at stóvnsleiðslurnar á økinum hava ábyrgdina. Sostatt er ongin yvirskipaður útbúgvingarpolitikkur at hóma. Framhaldandi er tað so enn soleiðis at sjúkrarøktarfrøðingar skulu liva við stórum ójøvnum á økinum, nøkur fáa útbúgvingina goldna, onnur fáa onki. So framhaldandi er ójavni millum fakbólkar, og innan fakbólkar, og høvuðsábyrgdina av útbúgvingarpolitikkinum, hana vil ongin eiga

Svar uppá fyrispurning nr. 13/2012 eftir § 52a í tingskipanini um ískoytisútbúgving til bachelor hjá sjúkrarøktarfrøðingum frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu

Spurningurin var soljóðandi:

1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum um at gjalda uppstiganina til bachelor hjá sjúkrarøktarfrøðingunum?

2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvønn útbúgvingarpolitikk Heilsumálaráðið hevur, tá ið tað snýr seg um eftir- og víðariútbúgving?

3. Metir landsstýrismaðurin tað vera eina nøktandi skipan, at nakrir fakbólkar fáa uppstiganina til bachelor goldna, meðan aðrir mugu gjalda sjálvir?

4. Vil landsstýrismaðurin virka fyri at fáa henda ójavna millum fakbólkar burtur?


Svar:

Ad. 1 og 2
Landsstýrismaðurin við heilsumálum er ikki setanarmyndugleiki hjá sjúkrarøktarfrøðingum, ið arbeiða í heilsuverkinum og umsitur tí heldur ikki nakra játtan til eftirútbúgving hjá sjúkrarøktarfrøðingum ella øðrum heilsufakbólkum í heilsuverkinum. Tað eru harafturímóti stovnsleiðslurnar á heilsuøkinum, sum út frá játtanini hjá stovninum gera metingar og taka avgerð um, hvussu peningurin verður raðfestur til ískoytis- og eftirútbúgvingar hjá starvsfólkunum. Landsstýrismaðurin hevur soleiðis hvørki sjálvstøðuga játtan ella heimild til at gjalda uppstiganina til bachelor hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Í heilsuverkinum verða tað í flestu førum ásett krøv til heilsustarvsfólk sambært lóggávu á økinum um løggilding, fyri at tey yvirhøvur kunnu starvast innan økið. Tá ið tað viðvíkur útbúgvingarpolitikk, ið snýr seg um eftir- og víðariútbúgvingar hjá heilsustarvsfólkum, hevur Heilsumálaráðið ikki orðað ein tílíkan. Uppgávan liggur hjá stovnsleiðslunum at seta út í kortið, hvønn útbúgvingarpolitikk stovnurin hevur fyri teirra starvsfólk.

Ad. 3 og 4
Tá ið tað viðvíkur eftir- og víðariútbúgvingar, ið ikki eru lógarkravdar, er tað ein uppgáva hjá stovnsleiðslunum at raðfesta tær útbúgvingar, sum stovnurin metir, at tað er størst tørvur á fyri á bestan hátt at kunna røkja tær uppgávur, sum stovnurin hevur. Tá ið tað verða gjørdar tílíkar raðfestingar innan ávísar fakbólkar, umframt millum fakbólkar, slepst neyvan undan, at tað verður ein ávísur ójavni. Harumframt skapar tað eisini ein ójavna, at nakrir fakbólkar fáa ein fíggjarligan fyrimun av at taka ískoytisútbúgvingina, við at lønin hækkar, meðan aðrir ikki hava ein tílíkan fyrimun.

Landsstýrismaðurin ynskir ikki at skerja raðfestingarrættin hjá stovnsleiðslunum, tá tað viðvíkur at játta starvsfólkunum eftir- og víðariútbúgvingar, hóast raðfestingarrætturin kann hava við sær ein ávísan ójavna millum fakbólkar. Ei heldur ynskir landsstýrismaðurin at leggja seg út í tann lønarliga ójavnan, sum ískoytisútbúgvingin hevur við sær hjá teimum ymsu fakbólkunum, tí hetta er ein samráðingarspurningur millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfeløg.

Heilsumálaráðið, 2. oktober 2012

Karsten Hansen
landsstýrismaður

Svar frá Anniku Olsen


1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan í almannamálum um at gjalda uppstiganina til bachelor hjá sjúkrarøktarfrøðingunum?


2. Kann landsstýriskvinnan greiða frá, hvønn útugvingarpolitikk Almannamálaráðið hevur, tá ið tað snýr seg um eftir- og víðariútbúgving?

Sum landsstýriskvinna í almannamálum meti eg sjálvsagt, at tað er týdningarmikið at menna sosiala økið við nýggjastu fakligu vitanini, soleiðis at tænastan á økinum støðugt mennist, borgarunum at frama.


Almannaverkið umsitur eitt umfevnandi og torgreitt øki, við ymsum sosialum fyriskipanum, sum krevja fakligan serkunnleika á nógvum ymiskum økjum. Almannamálaráðið metir tískil eisini, at tað er Almannaverkið sum arbeiðsgevari, ið hevur bestan førleika at meta um, hvørji øki eiga at vera styrkt við nýggjum ella øðrvísi fakkunnleika og harvið eisini, hvønn víðari- ella eftirúbúgvingarpolitkk arbeiðsplássið eigur at hava. Almannamálaráðið metir, at útbúgvingarpolitikkurin á arbeiðsplássinum eigur at taka støði í, hvørjir førleikar eru neyðugir at styrkja, eins og atlit verða tikin til fakligu og persónligu førleikarnar hjá einstaka starvsfólkinum umframt tey ynski, sum hin einstaki hevur í mun til fakliga menning og nýggjar avbjóðingar.


Almannaverkið hevur boðað frá, at stovnurin í ávísum førum rindar fyri eftir- og framhaldsútbúgving, tá Almannaverkið vantar fólk við ávísum útbúgvingum, ella tá mett verður at tað er tørvur á at styrkja ávís øki við nýggjum ella øðrvísi fakligum førleika. Almannaverkið leggur áherðslu á at viðgera øll starvsfólk og starvsbólkar í Almannaverkinum eins, og er meginreglan í sambandi við útbúgving hjá starvsfólkum, at Almannaverkið ikki rindar fyri eftir- ella víðariútbúgving hjá starvsfólkunum.


Almannaverkið hevur sjálvstøðugan raðfestingarrætt á starvsfólkaøkinum og hevur Almannamálaráðið ikki í hyggja at leggja seg út í tílík viðurskifti hjá stovninum.


Almannamálaráðið ætlar tó á yvirskipaðum støði at taka spurningin um starvsfólka- og førleikamenning upp við Almannaverkið, m.a. í mun til tørvin á at orða ein starvsfólka- og útbúgvingarpolitikk fyri sosiala økið í Føroyum. Viðvíkjandi yvirskipaða politikkinum, fari eg at vísa til Mentamálaráðið, sum umsitur útbúgvingarpolitikk landsins.

3. Metir landsstýriskvinnan tað vera eina nøktandi skipan, at nakrir fakbólkar fáa uppstiganina til bachelor goldna, meðan aðrir mugu gjalda sjálvir?


4. Vil landsstýriskvinnan virka fyri at fáa henda ójavna millum fakbólkar burtur?

Almannaverkið er Føroya størsta arbeiðspláss við uml. 1600 starvsfólkum kring alt landið. Millum fakbólkarnar, sum eru umboðaðir í Almannaverkinum kunnu, umframt sjúkrarøktarfrøðingar, nevnast heilsuhjálparar, heilsurøktarar, fysioterapeutar, ergoterapeutar, heilsufrøðingar, pedagogar, sosialrágevarar, akademikarar, merkonomar, skrivstovufólk, handverkarar o.a.


Eg haldi tó, at tað er óheppið, at munur verður gjørdur millum fakbólkar, alt eftir hvar teir arbeiða. Tað hevði verið ynskiligt, at sami yvirskipaði útbúgvingarpolitikkur var galdandi fyri allar starvsbólkar, sum starvast hjá tí almenna.

Í hesum sambandi haldi eg tó, at tað er týdningarmikið at viðmerkja, at tað kann vera sera ymiskt millum fakbólkarnar, hvat ein uppstigan kann merkja fyri einstaka starvsfólkið. Ikki minst í mun til lønarspurningin, av tí at summir fakbólkar fáa ein lønarfyrimun av eini uppstigan, meðan aðrir ikki gera tað. Spurningurin um uppstigan til bachelor hjá fakbólkum og útbúgvingarmøguleikar í heila tikið, er tí eisini í stóran mun ein spurningur, sum er tengdur at sáttmálaviðurskiftum hjá teimum ymsu fakbólkunum. Tað er tó ikki siðvenja og góður skikkur at politiska skipanin leggur seg út í sáttmálaviðurskifti.

Annika Olsen,
landsstýriskvinna í almannamálum