Fyrispurningarnir vóru soljóðandi
1. Hvat ger umhvørvismyndugleikin til tess at steðga dálkingini á Sandsvatni?
2. Nær væntar umhvørvismyndugleikin, at vistskipanin í vantinum verður í lagi aftur?
3. Ætlar umhvørvismyndugleikin at forða fyri, at tøðevni frá landbúnaðinum um¬framt kloakk- og spillivatn frá húsarhaldum kring vatnið framvegis fara beinleiðis í vatnið?
4. Hvørji umhvørvislógarkrøv eru sett til landbúnað kring vøtn, soleiðis at taðing frá landbúnaðinum ikki dálkar vøtn og áir?
5. Verða hesi fylgd?
6. Hvat ger umhvørvismyndugleikin, um reglur og lógir á økinum ikki verða fylgdar, til dømis um kommunur ikki halda sínar skyldur í mun til at fyribyrgja dálking av vøtnunum?
7. Hevur umhvørvismyndugleikin yvirlit yvir, hvør dálkingarstøðan er í føroysku vøtnunum, og verða neyðug átøk framd fyri at fyribyrgja dálking?
Viðmerkingar
Í áravís hevur tað verið kent, at eitt av størstu og náttúruvakrastu vøtnunum í landinum, Sandsvatn, er illa dálkað. Í 2002 tók bygdarráðið á Sandi stig til eina kanning, sum staðfesti ringu støðuna, og at neyðugt var við álvarsomum átøkum, skuldi alt livandi í vatninum ikki doyggja.
Ein kann ikki annað enn standa spyrjandi, hví avvarðandi myndugleikar á økinum ikki fyri langari tíð síðani hava gjørt tað, sum gerast má, fyri at loysa trupulleikan. Er talan um vantandi lógarheimild at áleggja kommunum at gera tað, sum neyðugt er at verja umhvørvið, so mugu hesir lógarkarmar bøtast sum skjótast. Ella er talan um, at eftirlitsmyndugleikin, sum nú er Umhvørvisstovan, ikki hevur neyðuga orku at fremja tað eftirlit, sum skal til, ella neyðug amboð at tryggja, at umhvørviskrøvini verða fylgd, so má tað eisini koma greitt fram.
Neyðug stig beinanvegin
Hóast ringa støðan á Sandsvatni er so væl dokumenterað, renna framvegis kloakk, spillivatn og tøð í vatnið. Longu fyri fleiri árum síðani vórðu rør løgd fyri at leiða kloakkvatnið frá Meginskúlanum út á sjógv, men eingin íbinding hevur verið gjørd. Sambært lokalu myndugleikunum kemur íbindingin nú loksins, og vit kunnu vónandi um heilt stutta tíð fegnast um, at kloakkin frá Meginskúlanum ikki longur fer at dálka vatnið.
Men Meginskúlin er ikki einasta dálkingarkeldan. Talan er eisini um nógv húsarhald, hvørs spillivatn fer í vatnið, umframt at landbúnaðurin kring vatnið stendur fyri stórum parti at dálkingini.
Til munnligan fyrispurning um sama evni hin 24. februar vísti landsstýriskvinnan til kunngerðina um spillivatn, sum setur kommununum freist at hava spillivatns¬viðurskiftini í lagi í seinasta lagið ár 2015. Hetta er sjálvandi ikki ein freist, sum Sandsvatn kann bíða eftir, tí støðan í vatninum er so mikið álvarsom, at átøk mugu fremjast beinanvegin.
Tað er sjálvandi sera trupult at reka landbúnað fram við vøtnum, uttan at tað á nakran hátt nertur við umhvørvið í vøtnunum. Men tað er sera umráðandi, at øll neyðug stig verða tikin fyri at fyribyrgja oyðandi dálking av vøtnum og áum. Eitt nú tá taðað verður, má tað gerast á so skynsaman hátt, sum til ber. Til dømis má ikki taðast tá jørðin er fryst, ella veðurviðurskiftini annars eru soleiðis, at jørðin ikki tekur tøðini til sín, men alt verður skolað út í vatn og áir nærindis.
Til áðurnevnda munnliga fyrispurning upplýsti landsstýriskvinnan eisini fyri tinginum, at Umhvørvisstovan í vikuna eftir skuldi fara á fund við kommunalu myndugleikarnar um at fáa loyst dálkingartrupulleikan við Sandsvatni. Áhugavert er at fáa fram, hvørjar ítøkiligar ætlanir kommunalu- og landsmyndugleikarnir nú hava, til tess at fáa Sandsvatn reint aftur.
Tørva náttúruverndarlóg
Føroyar hava tíverri onga náttúruverndarlóg. Nakað, sum er óskiljandi fyri eitt land við so stórum og ríkum náttúrutilfeingi. Ein væl virkandi náttúruverndarlóggáva hevði vónandi betur kunnað fyribyrgt, at støðan slapp at gerast so ring, sum hon er í Sandsvatni.
Kortini er tað neyvan orsakað av vantandi lóggávu, at vøtn kunnu koma so illa fyri, sum dømið við Sandsvatni. Eitt nú eigur Umhvørvislógin at forða fyri slíkari dálking. Grein 15 í Umhvørvislógini sigur soleiðis: “Einki, ið kann dálka vatnið, má verða leitt í áir, løkir, vøtn, strond ella føroyskt sjóøki ella goymast so nær hesum, at vandi kann verða fyri, at tað kann skolast út í hesi. Tó kann sambært § 16 loyvið verða givið um, at spillvatn verður veitt í áir, løkir, vøtn, strond ella føroyskt sjóøki.”
Men hóast hesa áseting hevur støðan á Sandsvatni sloppið at staðið við og versnað í fleiri áratíggju. Tí kann ein bera ein ávísan ótta fyri, at støðan heldur ikki er góð í øðrum vøtnum og áum aðrastaðni í landinum.
Á tingfundi 9. apríl 2010 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.
Á tingfundi 29. apríl 2010 svaraði Annika Olsen, landsstýriskvinna fyrispurninginum soleiðis:
Svar:
Til spurning 1:
Umhvørvisstovan fór inn í málið á sumri 2009 eftir at hava móttikið eina klagu um dálking av Sandsvatni. Síðani hava fundir og samskifti verið ímillum Umhvørivsstovuna og Sands kommunu um at finna eina loysn á trupulleikanum við spillivatninum, sum rennur út í vatnið og at finna eina loysn við dálkingini frá landbúnaðinum. Umhvørvisstovan staðfesti í farna mánaði, at tað eru tríggjar høvuðskeldur til dálkingina av Sandsvatni, og tær eru spillivatn frá Meginskúlanum, spillivatn frá eini 60-80 húsarhaldum og taðingarevni frá landbúnaðinum.
Umhvørvisstovan hevur í sínum samstarvi við Sands kommunu fingið tilsøgn um, at kommunan fer undir eitt miðvíst arbeiði at føra spillivatnið frá Meginskúlanum í kloakk og á sjógv, og at kommunan tekur upp samband við bóndirnar um at avmarka dálkingina av Sandsvatni. Kommunan hevur eisini upplýst, at hon hevur sett pening av til at gera eina spillivatnsætlan, sum sambært spillivatnskunngerðini skal sendast Umhvørvisstovuni áðrenn januar 2011.
Umhvørvisstovan fremur neyvt eftirlit við, at Sands kommuna fremur tey átøk, sum avgerð er tikin um.
Til spurning 2:
Kanningar hava staðfest, at Sandsvatn er dálkað. Ilt er siga, nær natúrliga vistskipanin fer at endurreisa seg, men fortreytin fyri eini endurreisn er, at dálkingarkeldurnar verða tiknar burtur, bæði frá spillivatni og landbúnaðinum. Tá hetta arbeiði er gjørt vil vistskipanin fáa rúm fyri at finna sína natúrligu javnvág aftur. Men hvussu drúgva tíð hetta fer at taka, vita vit ikki.
Til spurning 3:
Sambært kunngerðini um umhvørvisreglur, sum kommunan umsitur, skulu súrhoyggja¬brunnar, mykjubrunnar o.l vera vatntættir í botni og til veggja. Hetta merkir, at einki skal renna frá brunnunum. Kunngerðin sigur eisini, at tøð skulu nýtast til taðing, og at ansast skal eftir, at hesi ikki elva til dálking av áum og vøtnum.
Spillivatnskunngerðin setur krøv til kommunurnar um gerð av spillivatnsætlanum og spillivatnsskipanum, júst fyri at fyribyrgja dálking í nærumhvørvinum og fyri at verja fólk móti óheilsufrøðiligum viðurskiftum.
Kommunan er staðbundin umhvørvismyndugleiki. Kommunan hevur eftirlit við landbúnaðinum og kann seta krøv til landbúnaðin. Tað er sera umráðandi, at kommunan tekur sína umhvørvisligu myndugleikaábyrgd í álvara og setur krøv til eitt nú goymslu av tøðum, nær og hvar tað kann taðast o.s.fr.
Til spurning 4:
Sum nevnt frammanundan, so eru ávísar reglur um dálking frá landbúnaðinum í kunn¬gerðini um umhvørvis¬reglur. Tað er væl hugsandi, at hesar reglur – og vantandi umsiting av reglunum í kommununum – ger, at tørvur er á einari dagføring ella herðing av reglunum. Sjálv haldi eg, at tær bygnaðarbroytingar, sum nú síggjast innan landbúnaðin, við at fleiri bóndir ganga saman í stórbrúk, gera, at tørvur er á strangari umhvørvisreglum fyri eitt nú taðing.
Innlendismálaráðið fekk í 2007 eitt uppskot til kunngerð um taðing, og havi eg heitt á Umhvørvisstovuna um at gera uppskotið liðugt og senda tað í almenna hoyring, so tað kann verða lýst skjótast gjørligt.
Til spurning 5:
Ilt er at siga, um reglurnar altíð verða fylgdar í øllum kommunum, men eg gangi út frá, at kommunur, landið og borgarar hava áhuga í, at tær reglur, sum eru gjørdar, verða fylgdar og handhevjaðar. Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at kommunurnar útinna sínar umhvørvisskyldur eftir lóggávuni. Tað er ikki óvanligt, at landsmyndugleikin gerst varugur við møguligt óreglusemi eftir, at borgarar og áhugafeløg klaga til landsmyndugleikan, soleiðis sum tað var í málinum um dálkingina av Sandsvatni. Eg havi heitt á Umhvørvisstovuna um at herða eftirlitið við heimild í kunngerðini um spillivatn frá 2009.
Til spurning 6:
Sum nevnt omanfyri, hevur tað ikki verið siðvenja, at Umhvørvisstovan fer inn í mál um dálking úti í kommunu¬num, uttan so at tað fyriliggur ein klaga. Eftir at klaga er móttikin, er Umhvørvisstovan farin í samskifti við kommunurnar um, hvussu dálkingartrupulleikin kann loysast, og so verður arbeitt eftir tí. Sum nevnt undir svarinum til spurning 5, havi eg heitt á Umhvørvisstovuna um at herða eftirlitið við heimild í kunngerðini um spillivatn frá 2009, so at tað ikki neyðturviliga verður bíðað eftir klagum frá borgarum, men at Umhvørvisstovan fer út til kommunurnar eftir avtalu. Umhvørvisstovan veitir sostatt eisini kommununum ráðgeving og leiðbeining um, hvussu dálkingarmál kunnu loysast á ein skilagóðan hátt.
Nú kunngerðin um spillivatn er sett í gildi, skulu allar kommunur áðrenn 1. januar 2011 gera eina spillivatnsætlan. Í hesum sambandi fer Umhvørvisstovan at vegleiða kommunurnar um, hvussu hesar spillivatnsætlanirnar skulu gerast.
Til spurning 7:
Eitt fullfíggjað yvirlit yvir dálkingarstøðuna er ikki tøkt. Kap. 9 í umhvørvisverndarlógini um kortlegging og planlegging er tíverri ongantíð sett í verk vegna vantandi fíggjar- og starvsfólkaorku. Hinvegin verður eitt ávíst kortleggingararbeiði gjørt, bæði í mun til spillivatn og aðrar dálkingarkeldur so sum kap. 5 virkir og niðurløgd tyrvingarpláss.
Til síðsta spurningin um, hvørt neyðug átøk verða framd fyri at fyribyrgja dálking, kann sigast, at hvør einstakur dálkingarvandi krevur sína serstøku loysn at fyribyrgja og loysa. Ymiskt er frá ári til ár, hvørji umhvørvisátøk verða raðfest hægst, men yvirskipað verður sett inn har, sum størstur tørvur er at finna eina loysn á umhvørvisdálkingini.

