Svar upp á skrivligan fyrispurning frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu viðvíkjandi broyttu pensjónsskattaskipanini
Spurningar:
1. Eru allir peningastovnar, øll pensjónsfeløg, allir arbeiðsgevarar og almennir myndugleikar - hvør í sínum lagi og saman - klár til at umsita lógina um skatting av pensjón við inngjaldi nú í januar 2012? Um ikki, hvat manglar í hjá ymsu pørtunum, nær verða hesir klárir, og hvussu verða pensjónsinngjøld umsitin, til klárt er at umsita lógina til fulnar?
2. Verða allir føroyingar skattaðir eins av teirra pensjón frameftir? - ella verður pensjónin hjá tænastumonnum og landsstýris- og løgtingsmonnum skattað sum A-inntøka við útgjaldi, og harvið øðrvísi enn hjá flestu føroyingum, ið fáa 40% skatt av pensjónsinngjaldi?
3. Ætlar landsstýrið, at skattaðar pensjónsinntøkur frameftir skulu mótroknast eins og óskattaðar pensjónsinntøkur í almennum veitingum og fólkapensjónini?
4. Hvussu nógvir føroyingar starvast í dag hjá útlendskum arbeiðsgevara og rinda pensjón til útlendsk pensjónsfeløg? Hvør er ítøkiliga ætlanin at tryggja, at hesi, eins og aðrir føroyingar, rinda skatt av pensjónsinngjaldi sínum frameftir?
5. Í grannalondum okkara verða pensjónsinngjøld ikki skattað, men hinvegin verður pensjón skattað við útgjaldi. Í Føroyum verða nú pensjónsinngjøld skattað og útgjøldini verða skattafrí. Nær eru skattaavtalur gjørdar við Norðurlond og onnur viðkomandi lond, ið skulu tryggja, at føroyingar ikki rinda skatt av pensjón bæði við inngjaldi og útgjaldi, um føroyingar í pensjónsárum flyta til útlandið?
6. Er ætlanin at veita endurgjald til teir føroyingar, ið nærkast pensjónsaldri, men verða noyddir at flyta pensjónsfelag og missa uppspart virði - vegna broyttu lóggávuna? Um ikki, verður so umhugsað at geva undantak til føroyingar yvir ávísan aldur?
7. Hvussu ætlar landsstýrið at fáa til vega nýggjar inntøkur fyri at endurrinda kommununum teirra part av pensjónsskattinum, nú samgongan hevur valt at lata allar skattainntøkurnar frá skatting av pensjónsinngjaldi út sum skattalætta í landsskattinum?
8. Føroyar eru langt afturút, tá umræður pensjónsuppsparing í mun til grannalond okkara. Hetta er ein stórur vansi og fer at leggja stórt trýst á landskassan í framtíðini. Hartil kemur, at ótryggleiki um framtíðar pensjónsviðurskifti vanliga elvir til minni hug at spara saman til pensjón. Seinastu árini hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum ynskt at økja um pensjónsinngjaldið, men eru tað í sambandi við almennu lønarsamráðingarnar í ár nøkur ynski um at hækka pensjónsinngjaldið?
9. Áðrenn løgtingsvalið var komið væl áleiðis við eini pensjónsnýskipan. Eru ætlanir um, at seta gongd aftur á arbeiðið at gera eina pensjónsnýskipan? Um so er, nær og hvør kemur at luttaka í hesum arbeiði?
Svar:
Til spurning 1:
TAKS kann ikki svara fyri, um allir peningastovnar, øll pensjónsfeløg og allir arbeiðsgevarar, hvør í sínum lagi, eru klár at umsita lógina um skatting av pensjón við inngjald.
TAKS kann staðfesta, at skipanin virkar sum ætlað, tí eftirlønir verða fluttar gjøgnum afturhaldsskipanina, bæði til persónligar eftirlønarkontur í peningastovnunum, og eisini á samlikontunar hjá ymsu eftirlønargrunnunum.
Til spurning 2:
Landsstýrið arbeiðir víðari við uppskotinum til pensjónsnýskipan, og í hesum sambandi skal støða takast til allar spurningar og øll ivamál viðvíkjandi pensjónum. Eisini spurningurin viðvíkjandi tænastumonnum og øðrum serligum bólkum verður umrøddur. Men ikki ber til hjá mær at siga nakað ítøkiligt um hetta enn, tí ongin avgerð er tikin um hetta.
Til spurning 3:
Sum sagt, verður arbeitt við pensjónsnýskipan. Hendan gongur í stuttum út uppá, at fólk sjálvi spara upp til eftirløn, sum síðani verður mótroknað í fólkapensjónini. Um ongin mótrokning verður, so er óneyðugt við pensjónsnýskipan, tí so sparir landskassin onki. So eftirløn – bæði skattað og óskattað – verður allarhelst mótroknað. Men, hvussu hesar inntøkur ítøkiliga skulu handfarast er ikki avgjørt enn.
Til spurning 4:
Sambært skattauppgerðini fyri 2010, sum er seinasta árið, ið er endaliga uppgjørt, høvdu 1.367 føroyskir skattgjaldarar inntøku frá útlendskum arbeiðsgevarum. Hvørt hesir rinda eftirløn til útlendsk eftirlønarfeløg hevur TAKS ikki ítøkiligar upplýsingar um. Teir persónar, sum gjalda eftirløn til útlendsk eftirlønarfeløg skulu á sjálvuppgávuni 2012 geva upplýsingar um hetta. Annars fremur TAKS vanligt eftirlit við skattaálíkningini, herundir um skattur verður goldin av inngjaldi til útlendsk eftirlønarfeløg.
Til spurning 5:
Eftir tí Norðurlendsku skattaavtaluni kann ein eftirløn skattast í báðum londunum. Keldulandið, t.v.s. landið har eftirlønin er stovnað, skattar fyrst síðani bústaðarlandið. Fyri at sleppa undan tvískatting skal bústaðarlandið taka hædd fyri skattinum, sum longu er goldin í keldulandinum, t.v.s. útroknaði skatturin í bústaðarlandinum skal lækkast við skattinum, sum er goldin í keldulandinum.
Norðurlendski sáttmálin, tryggjar, at skattur ikki verður goldin við inngjald og útgjald, um ein føroyingur flytur til Ísland, Noreg, Svøríki ella Finnland.
Við atliti til Danmark er støðan øðrvísi, tí Føroyar hava gjørt eina bilaterala avtalu við Danmark sum víkir frá høvuðsregluni í norðurlendska sáttmálanum, sbr. protokolpunkt VII, stk. 1 til grein 18 í sáttmálanum. Avtalan sigur, at eftirlønir, lívrenta, almannaveitingar, uppihaldspeningur og aðrar samsvarandi veitingar, ið stava frá einum parti av ríkinum, og verða goldnar einum persóni, sum er heimahoyrandi í hinum partinum av ríkinum, bert kunnu verða skattaðar í seinna nevnda parti av ríkinum, t.v.s. í bústaðarlandinum.
TAKS hevur sent skattamálaráðnum ein ítøkiligan fyrispurning um pensjónsskattin við atliti til aftaluna millum Føroyar og Danmark, men TAKS hevur enn ikki fingið svar frá skattamálaráðnum.
Í sáttmálanum millum Føroyar og Grønland er ásett at bæði londini kunnu skatta eina eftirløn. Leisturin við linking er her tann sami sum í Norðurlendska Sáttmálanum við atliti til Ísland, Noreg, Svøríki og Finnland.
Í avtaluni við Stóra Bretland og Norður Írland er ásett, at bústarlandið hevur rætt til at skatta lívrentu, lutaeftirløn og líknandi eftirlønir. Stóra Bretland og Norður Írland upplýsti undir samráðingunum, at tey de facto ikku skattaðu eina eftirløn, sum var spard upp í sambandi við bústað uttanlands.
Í sáttmálanum við India er tað bert keldulandið sum hevur rætt til at skatta eftirlønir, og í sáttmálanum við Schweiz hevur keldulandið rætt til at skatta eina eftirløn, um keldulandið hevur givið frádrátt í sambandi við inngjald. Eftirløn, sum keldulandið hevur givið frádrátt fyri í sambandi við inngjald, verður ikki skattað í Schweiz.
Hinar skattaavtalurnar, sum Føroyar hava við onnur lond, fevna ikki eftirlønir.
Til spurning 6:
Í sambandi við Pensjónsnýskipanina skal støða takast til hesar spurningar, og tí ber ikki til hjá mær at siga nakað endaligt um hesi viðurskifti enn.
Men tað er soleiðis, at næstan øll, sum hava danskt eftirlønarfelag, hava tað umvegis sítt fakfelag í Føroyum. Hesi koma sostatt at skifta felag sum ein bólkur og ikki sum einstaklingar. Her er tað uppgávan hjá fakfeløgunum at tryggja, at tryggingartreytirnar hjá eldru limunum ikki versna munandi. Talan er sostatt um ein samráðingarspurning og tí ber ikki til at siga frammanundan um talan verður um verri ella betri sømdir.
Til spurning 7:
Fyrst vil eg staðfesta, at tað er soleiðis, at kommunurnar tey komandi nógvu árini fara at fáa hækkandi inntøkur av pensjónsútgjaldingum eftir gomlu skipanini.
Annars er at siga, at býtið millum land og kommunur er ikki nakað støðugt; tað er skiftandi, bæði viðvíkjandi inntøkum og útreiðslum. At pensjónir nú verða skattaðar við inngjald, fer sjálvandi at hava við sær, at inntøkurnar hjá kommununum verða minni enn tær vildu verið um hildið varð áfram við at skatta við útgjald.. Men talan er um eina minking, sum ikki fer at merkjast stórvegis fyrr enn um nógv ár.
Til ta tíð eru uttan iva fleiri broytingar gjørdar í uppgávubýtinum og inntøkubýtinum millum landið og kommunurnar, og í tí sambandi verður hesin inntøkumissur sjálvandi havdur í huga soleiðis, at fíggjarligu byrðarnar, sum lagdar verða á kommunurnar, verða minni enn tær annars vildu verið um kommunurnar framhaldandi fingu sín fulla part av skattinum á arbeiðsmarknaðarpensjónum.
Til spurning 8:
Tað vildi ikki verið rætt av mær, at greitt frá í smálutum, hvørji ynski fakfeløgini hava havt undir lønarsamráðingunum, tí samráðingarnar eru farnar fram fyri afturlatnum hurðum.
Til spurning 9:
Sambært samgonguskjalinum skal Pensjónsnýskipan setast í verk og er hetta arbeiði longu farið í gongd. Tað eru embætisfólk, sum arbeiða við uppskotinum.
Fíggjarmálaráðið 13. februar 2012
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður

