Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.
Fyrispurningur um áramálssett starvsfólk, settur Kaj Leo Johannesen, løgmanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Viðvíkjandi áramálssettum starvsfólkum
1. Kann løgmaður sum ovasti starvsfólkaleiðari landsins siga tinginum, hvussu hann skilir ásetingina um, at starvsfólk, serliga stjórar og leiðarar, verða áramálssett í starv hjá tí almenna?
2. Hvørjar eru sertreytirnar og sømdirnar hjá hesum fólkum?
3. Hvørjum kompensera hesar sersømdir fyri, eitt nú lønarliga?
4. Heldur løgmaður, at størv, sum eru mannað sambært avmarkaðum áramáli, skulu lýsast leys av nýggjum, tá ið avmarkaða tíðin er um at vera runnin?
Á Løgtingi, tann 3. desember 2009
Tórbjørn Jacobsen
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.
Fyrispurningur um lógardygd og um undantakstøða er lýst í landinum, settur Kaj Leo Johannesen, løgmanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hvussu nógv og hvørji uppskot ætlar landsstýrið at leggja fyri tingið við 17 undirskriftum til frávik frá tíðar- og framløgufreistum, so tey kunnu samtykkjast fyri jól?
2. Hvussu nógv av hesum uppskotum – og av teimum, ið landsstýrið hevur lagt fram í hesi tingsetuni – hava verið til løgliga eftirkanning, soleiðis sum eitt rundskriv frá landsstýrinum ásetur?
3. Hvussu nógv av hesum uppskotum hava verið til hoyringar hjá hoyringspørtum?
4. Hevur landsstýrið sett rundskriv um lógareftirkanning úr gildi og strikað aðrar fólkaræðisligar mannagongdir og siðvenjur um hoyring av lógaruppskotum, og er eitt slag av undantakstøðu lýst í landinum?
Viðmerkingar:
Nú vit eru farin inn í jólamánaðin, veit ongin, hvat henda kann í Løgtinginum, sum skal umboða Føroya fólk í øllum lóggávumálum.
Frætt verður í túnatosi millum tingfólk og í onkrum fjølmiðlastubba um uppskot, ið skulu vera á veg í tingið, og sum skulu samtykkjast fyri jól. Hetta er meira enn mánað eftir seinastu framløgufreist fyri mál, ið skulu fáa lógarásettu minstutíðina fyri veruligari viðgerð.
Verða mál løgd fram nú, og vikið verður frá øllum kravdum tíðarfreistum, so hevur tingið reelt bert tvær vikur at viðgera málini – samstundis sum fíggjarlóg og onnur óavgreidd mál, hava ligið fyri íla uttan nakra veruliga viðgerð.
Í vár breyt sitandi samgonga allar tíðarfreistir og samtykti 10-tals mál mánaðar eftir seinastu freistir. Og tá kom fram, at landsstýrið legði 53 mál á ting, ið als ikki vóru løgliga eftirkannað, hóast rundskriv frá landsstýrinum sjálvum ásetur, at soleiðis skal vera.
Eisini verða hoyringsfreistir brotnar regluliga.
Hetta er ongantíð komið fyri fyrr í søgu Løgtingsins – og tí verður spurt um, hvørt okkurt slag av undantaksstøðu er lýst í landinum, har alt ber til og ongar fólkaræðisligar reglur, siðvenjur ella mannagongdir verða fylgdar.
Og biðið verður um svar frá løgmanni um, hvørji mál ætlanin er at leggja fyri tingið – og hvørt tey yvirhøvur eru eftirkannað og hoyringsfreistir verða virdar.
Á Løgtingi, tann 3. desember 2009
Tórbjørn Jacobsen

