Svar uppá fyrispurning Viðvíkjandi Olympisku Leikunum í London 2012

30 November 2009
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Fyrispurningurin var soljóðandi:

1. Á hvønn hátt hevur landsstýrið farna árið virkað fyri, at føroyingar sleppa at taka lut á Olympisku Leikunum í London í 2012 undir egnum flaggi?


2. Hvørji stig ætlar løgmaður at taka til tess at tryggja, at føroyingar sleppa at taka lut á Olympisku Leikunum í London í 2012 undir egnum flaggi?


3. Hvussu metir løgmaður um útlitini fyri, at føroyingar sleppa at taka lut á Olympisku Leikunum í London í 2012 undir egnum flaggi?

Svar:

Í novembur í fjør boðaði eg frá, at eg vildi gera mítt til, at Føroyar fáa limaskap í Altjóða Olympisku Nevndini (IOC). Og eg havi fylgt málinum upp.

Tann 11. september í ár var eg, sum verji fyri ítróttina, vertur fyri døgurða í sambandi við, at norðurlendskur ítróttafundur varð hildin í Føroyum. Nevndarlimir og formenninir í norðurlendsku ítróttasambondunum og olympisku nevndunum luttóku á hesum fundi og døgurðanum. Tá umrøddi eg m.a. støðuna hjá Føroyum í mun til Altjóða Olympisku Nevndina (IOC). Eitt av hjartamálum mínum er sjálvstøðugur føroyskur limaskapur í IOC. Umsókn um limaskap varð send í 1984, men IOC hevur noktað føroyingum limaskap, hóast føroyingar luku treytirnar. Eg heitti á ítróttasambondini og olympisku nevndirnar í Norðanlondum um at vera við til at virka fyri, at Føroyar fáa limaskap í IOC.

Tann 29. september í ár sendi eg skriv til Prins Albert av Monako, ið er nevndarlimur í IOC. Í skrivinum greiddi eg frá málinum og heitti á hann um at virka fyri, at umsóknin fær eina jaliga viðgerð í IOC.

Eg ætli mær framhaldandi at styrkja samskiftið og samstarvið við ÍSF og á tann hátt fylgja gongdini og saman við ÍSF at gera enn meira fyri at koma á mál.

Eg fari at heita á ÍSF um at seta ein bólk at arbeiða burturav við málinum at fáa limaskap í IOC. Mítt uppskot er, at hetta verður ein verkætlan, sum ÍSF og landsstýrið fara at samstarva tætt um.


Havast skal í huga, at IOC er ein aljóða ítróttastovnur og ikki ein politiskur stovnur. Tó er rætt frá politiskari síðu at sannføra stovnin og aðrar viðkomandi leikarar um okkara sjónarmið í hesum máli. Sum løgmaður havi eg ítøkiliga virkað fyri, at málið um limaskap verður nátt, og tað fari eg framhaldandi at gera.

Vónandi fer tað at eydnast at fáa limaskap í IOC. Støðan í løtuni er hon, at IOC noktar at taka støðu til umsóknina um føroyskan limaskap í IOC, tí IOC vísir á, at treytin fyri limaskapi er, at londini eru sjálvstøðug. Í mars mánaði í 2006 fekk ÍSF svar frá forsetanum í IOC uppá skriv, ið varð sent til IOC-forsetan í mars mánaði sama ár. Grundgevingin fyri sýtanini var, at Føroyar lúka ikki treytirnar, ið eru ásettar í IOC-sáttmálanum. ÍSF hevur víst á, at treytin, at land skal vera sjálvstøðugt, varð ásett, eftir at føroyska umsóknin varð latin IOC.

Eisini kann nevnast, at ÍSF í januar í 2004 sendi til IOC rúgvismikið tilfar, sum stuðlar umsóknini um limaskap. Við tilfarinum var m.a. eitt skriv frá Anders Fogh Rasmussen, táverandi forsætisráðharra, har hann vísir sín fulla stuðul til ynskið hjá føroyingum um at fáa limaskap í IOC.

Skulu føroyingar sleppa at taka lut á Olympisku Leikunum í London í 2012 undir egnum flaggi, skal ovasta leiðslan í IOC skjótt broyta støðu til ta føroysku umsóknina. Einki tekin er í løtuni um eina slíka broyting, men eg vóni, at tað fer at eydnast at broyta støðuna.

Í Tinganesi, 27. november 2009


Kaj Leo Johannesen