Fyrispurningur um vinnuligan fiskiskap, settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður
Fyrispurningur:
Nær ætlar landsstýrismaðurin at fremja ásetingarnar í kunngerð, sum nevndar eru í viðmerkingunum til uppskotið um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, ið var lagt fram á ting á ólavsøku í ár?
Svar:
Í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap verður sagt, at ætlanin er at gera broytingar í økisfriðingum, ásettar í kunngerð, fyri at verja toskin.
Umboð fyri Fiskimálaráðið, Fiskiveiðieftirlitið og Havstovuna viðgera málið í hesum døgum. Viðgerðin hevur millum annað til endamáls at samanbera fiskiskap og veiðiøki við friðingarnar, sum Havstovan og Fiskidaganevndin hava mælt til.
Eg meti at fáa ein samandrátt av nevndu viðgerð fyrst í 2010. Síðani verður endalig niðurstøða tikin til nevndu ætlanir um friðingar.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

