Svar uppá fyrispurning um umsøknir, tilmælir og játtanir

1 May 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Svar upp á fyrispurning frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr.
S-55/2009, viðvíkjandi Viðvíkjandi umsóknum, tilmælum og játtanum í sambandi við konto nr. 15.37.4.07 (Orkumál(stuðulsjáttan)) á løgtingsfíggjarlógini

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvør var tilmælandi partur hjá landsstýriskvinnuni, táið umsóknir til konto nr. 15.37.4.07: Orkumál (stuðulsjáttan), skuldu viðgerast fakliga/umsitingarliga/ fyrisitingarliga, og hvaðani kom tilmælið/tilmælini um at býta tær 5 mió. kr. út í stuðli í 2009?

2. Var samsvar ímillum endaliga fakliga/umsitingarliga/fyrisitingarliga tilmælið og endaligu politisku avgerðina um, hvussu býtast skuldi, táið 4 umsóknir av 23 fingu 5 mió. kr. av 20 mió. kr. í stuðli?


3. Um ósamsvar var ímillum fakliga/umsitingarliga/fyrisitingarliga tilmælið og endaligu politisku avgerðina, hvussu sær hendan ósemjan tá út í krónutølum og navnsgivnum umsøkjarum?


4. Politiska avgerðin hjá landsstýrismanninum endaði sambært egnari heimasíðu við, at fýra navngivin feløg fingu ávikavíst 4,023 mió. kr., 0,5 mió. kr., 0,3 mió. kr. og 177 túsund kr. Er hetta sama býtið, sum mælt varð til frá tilmælandi parti/pørtum?


5. Hvussu mangar umsóknir eru komnar Innlendismálaráðnum í hendi í 2010 til tær 4 mió. kr, sum settur eru av til hetta sama endamál í verandi ári, og hvussu mong eru umsøkjandi feløgini/persónarnir og ávíkavísu krónuupphæddirnar?


6. Er fakligt/umsitingarligt/fyrisitingarligt tilmæli gjørt í málinum hesa ferð, og hvussu sær hendan raðfestingin út í krónum og nøvnum?


7. Um politisk avgerð er tikin um býtið, táið hesin spurningurin verður svaraður, hvat gjørdist tá endaliga úrslitið?


8. Er samsvar ella ósamsvar ímillum metingarstøðið hjá tilmælandi parti/pørtum landsstýriskvinnunnar og politisku kriteriini hjá landsstýriskvinnuni, táið støða verður tikin til býti av stuðulsjáttanum sum hesari?

Viðmerkingar:

Á heysti 2008 varð dúgliga kjakað um áneyðirnar fyri, at hinar almennu Føroyar gjørdust stuðulspartur í royndum, at menna loysnir innan varandi orku og orkukeldur, eitt nú vindorku, sólarorku, vatnmegi, aldumegi, sjóvarfalsmegi o.s.fr. Úrslitið gjørdist, at settar vóru av 5 mió. kr. til endamálið á fíggjarløgtingslógini í 2009. Í mestan mun kom hetta í sum politiskt mál, orsakað av eini semju í fíggjarnevndini, táið álit skuldi skrivast nakað fyri jól í 2008. Í verandi fíggjarári eru settar av 4 mió. kr. til sama endamál.

Politiska søgan sigur okkum, at skjótt er at glíða í køkingini, táið tað snýr seg um almennar stuðulsjáttanir. Ráfiskagrunnabjølgurin, sum brast í 1992, er besta dømi um tað. Helst var fakliga/umsitingarliga/fyristingarliga lendið ov veikt og tí hoyknaði politiska valdið undir trýstinum frá diverse lobby´um.

Harvið sigur søgan okkum, at neyðugt er at vera á varðhaldi almennum stuðulsjáttanum viðvíkjandi. Heilt frá byrjan. Alternativ orkumál er enn eitt litið mál, men soleiðis sum heimurin er samskrúvaður ídag í mun til framtíðina, bendir alt á, at hetta skjótt kann gerast ein stór vinna, sum eisini fer at gera royndina, at lofta sær í almenna peningageiranum.

Spyrjarin fekk alment innlit í málið, spurt verður um, fyri kortum. Orsøkin til spurningarnar er, at vantandi innlitið avdúkar, at okkurt ikki ruggar heilt rætt í málinum. Spyrjarin fekk sendandi fleiri hundrað síður av við- og óviðkomandi tilfari, men júst tey vitalu skjølini, ið skuldu geva svar uppá spurnignarnar omanfyri, vóru tilvitað hildin aftur í Innlendismálaráðnum. Hetta gevur ein mistanka um, at landsstýrismaðurin hevur eitthvørt at fjala í málinum, helst tí at onki samsvar er ímillum tilmælini og politisku avgerðina um, hvussu játtanin skuldi býtast.

Orsøkin til omanfyrinevndu spurningar liggur í almennum samskifti dagarnar 17.-18. mars 2009. Í innlitinum, spyrjarin hevur fingið, sæst, at Anni á Hædd hin 17. mars 2009 kl. 10.46 sendir Anniku Olsen og Rúna Joensen ein teldupost, sum er soljóðandi: ”Góða Annika, hjálagt er viðgerð og tilmæli av nevndu umsókum. Vóni tú fært brúkt hetta sum grunarlag at taka avgerð um stuðul. Eru spurningar, so lat okkum tosa um hetta og snikka upphæddirnar til, so tað blíva 5 mió. kr. at luta út. Heilsan. Anni.”

18. mars 2009 kl. 13.18 svarar Rúni Joensen teldupostinum hjá Anni, og í honum verður tilskilað hvørjum Annika Olsen hevur gjørt av at stuðla sambært omanfyrinevndu umsóknum. Anni á Hædd fær boð um at avgreiða málini samsvarandi hesum. Kl. 16.34 sama dagin svarar Anni á Hædd soleiðis: ”Kann eg fáa eitt lyklaorð ella tvey um, hvat tykkara grundgeving er (mín undirstriking – tj.) fyri at lata hesum verkætlanum stuðul, so eg kann geva teimum skrivliga tilsøgn og gera uppskot til tíðindaskriv? Anni”

Táið tað sambært einum rykkjara til Innlendismálaráðið og samsvarandi svari ikki ber til at fáa alment innlit í viðgerðina og tilmælini frá fakliga/umsitingarliga/fyrisitingarliga myndugleikanum (sum man vera Umhvørvisstovan) og alt sambært samskiftinum bendir á, at avgerðinar bara eru politiskar/persónligar, mega spurningarnir setast. Fæst ikki svar á hendan hátt, verður málið í fyrsta lagi latið Landsstýrismálanevndini at taka støðu til.

Glyvrum, 08. apríl 2010

Tórbjørn Jacobsen


Svar:


Til spurning 1:
Í millum umsøkjarnar til stuðul til orkuverkætlanir í 2009 vóru Jarðfeingi, SEV og Náttúruvísindadeildin.

Undir vanligum umstøðum hevði verið viðkomandi at brúkt nevndu stovnar sum fakligir ráðgevar í viðgerðini av umsóknunum.

Tá hesir stovnar vóru millum umsøkjararnar varð valt ikki at nýta hesar, orsakað av gegnistrupulleikum.

Í 2009 varð nýggja játtanarskipan ikki komin í gildi, og sostatt kundu stuðulssjáttanir ikki flytast yvir um ár. Neyðugt var tí at avgreiða málini skjótt.

Avgjørt varð tí at lata umsitingina í Innlendismálaráðnum gera tilmæli í málinum. Tilmælið er hjálagt sum skjal 1.

Til spurning 2:
Landsstýriskvinnan viðgjørdi tilmæli saman við umsitingini í Innlendismálaráðnum.
Undir viðgerðini varð gjørt av at broyta metingarstigið soleiðis, at kommunur, skúlar og almennir stovnar ikki skuldu fáa part í stuðlinum.

Hetta varð eisini gjørt við atliti til, at Landsgrannskoðarin fleiri ferðir, t.d. í frágreiðing frá 2007, um umsiting av ymiskum stuðulsjáttanum undir Mentamálaráðnum, hevur mælt frá at stuðla almennum stovnum, uttan so, at reglur um hetta eru ásettar beinleiðis í løgtingslóg.

Eitt annað atlit var, at stuðulin kundi gagnnýtast í fíggjarárinum 2009, vísandi til metingarstøði í tilmælinum.

Til spurning 3:
Ikki ber til í krónum og oyrum at lýsa munin millum tilmælið og endaligu politisku avgerðina. Sum sæst er tilmælið ikki ætlað sum eitt endaligt og liðugt tilmæli. Av somu orsøk inniheldur tilmælið heldur ikki nakað uppskot til, hvussu tær 5 mió. kr. á játtanini kundu býtast ímillum umsøkjararnar.

Avgjørt varð at játta Sp/f Atlanticon stuðul. IMR metti verkætlanina at vera áhugaverda, og at hon samsvarar við landsstýrisins politik, at almennir bygningar skulu spara mest møguliga orku.

P/F Bitland fekk eisini játtað stuðul. Stuðulin var til at stovna Tacit, ið millum annað skuldi samskipa gransking um veðurlagsbroytingar og alternativar orkukeldur í norðurhøvum. Stovnurin skuldi hava høvuðssæti í Føroyum og skuldi sjónliggera Føroyar á veðurlagskortinum.

Mest fekk eisini stuðul. Endamálið við stuðlinum var at gera forkanningar um, hvussu trolaraflotin kundi minka um orkuna við at menna ein øðrvísi hátt at trola.

At enda var valt at stuðla Sp/f Rhesa. Stuðulin var til at menna og granska í alternativum orkuhættum undir føroyskum fyritreytum í einum føroyskum umhvørvi.


Her kann verða skoytt uppí, at verkætlanin eisini var stuðlað av NORA við kr. 900.000 og av Fuglafjarðar kommunu við kr. 1.699.575.

Einini kann vera nevnt, at Fíggjarnevndin í viðmerkingunum til fíggjarlógini nevndi hesa verkætlan, sum eina verkætlan, sum var egnað til at verða stuðlað.

Til spurning 4:
Víst verður til svarið til spurning 3.

Til spurning 5:
Eftirsum viðgerðin ikki er liðug enn, verður bert víst til upplýsingarnar, sum Innlendismála¬ráðið longu hevur almannakunngjørt hesum viðvíkjandi, nevniliga at talan er um 47 umsóknir, har søkt verður um knappar 52 mió. kr. tilsamans.
Tó kann verða skoytt uppí, at reglugerðin um stuðul til alternativar orkuverkætlanir nú er broytt soleiðis, at almennir stovnar ikki fáa stuðul í 2010.

Til spurning 6:
Ja, eitt fakligt tilmæli er gjørt í málinum, men eftirsum umsøkjararnir enn ikki hava fingið svar, vil eg bera meg undan at svara hesum spurningi beint nú. Hinvegin, so fer Innlendis¬mála¬ráðið sambært siðvenju at almannakunngera nøvn og upphæddir so skjótt sum málið er avgreitt.

Til spurning 7:
Víst verður til svarið til spurning 6.

Til spurning 8:
Landsstýriskvinnan hevur latið gjørt og góðkent eina reglugerð fyri veitan av stuðli av játtanini. Umframt ásetingarnar í reglugerðini er vanligt at áseta eitt metingarstøði sum grundarlag undir viðgerðini og fakligu tilmælunum. Landsstýriskvinnan fyriheldur seg til reglugerðina og faklig tilmæli, tá avgerð verður tikin í slíkum málum.

Tinganes, 26. apríl 2010

Annika Olsen
landsstýriskvinna



Les tilmæli frá Innlendismálaráðnum her