Svar uppá fyrispurning um tíðarfreistir, útbjóðing og treytir í sambandi við Marknagilsdepilin

31 May 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

1. Er tað satt, at útbjóðingartilfarið til Marknagilsdepilin er gjørt á donskum? – Og um so er, ætlar landsstýrismaðurin at broyta hetta?

2. Hvussu nógvir peningur er higartil brúktur til prosjektering og at gera útbjóðingartilfar?

3. Hvussu stórur partur av hesum peningi er goldin til føroyskar fyritøkur?

4. Hvussu er kappingarstøðan hjá føroyskum fyritøkum at bjóða upp á partarnar í verkætlanini?

5. Eru lutir í prosjekteringini og útbjóðingartilfarinum, sum benda á, at serligir fyrimunir verða givnir fyritøkum uttan fyri Føroyar?

6. Nær er klárt at bjóða út – og nær skal byggingin vera liðug?


Svar

Ad. 1: Prosjekt og útbjóðingartilfar er framleitt av ráðgevaratoyminum Team Fuglark, sum er eitt samstarv millum 6 ráðgevara-fyritøkur. Danski arkitekturin Bjarke Ingels Group Aps er heildarráðgevi og hevur gjørt sáttmála við Landsverk um prosjekt og útbjóðingartilfar. Undirráðgevarar av uppgávuni eru Sp/f Fuglark arkitektar, Sp/f Sámal Johannesen verkfrøðingur, Sp/f Martin E. Leo verkfrøðingar og Sp/f KJ ELráð, verkfrøðingar og Lemming & Eriksson AS.

Í avtaluni millum Landsverk og Bjarke Ingels Group Aps, sum varð undirskrivað longu tann 26. februar 2010, varð avtalað, at prosjekttilfarið og útbjóðingartilfarið verður framleitt á donskum.

Tó hava Mentamálaráðið og Landsverk á vári í 2011 avtalað, at føroyska málið verður brúkt í tí formliga og dagliga samskiftinum í sambandi við prosjektið og byggingina. Tó verður ikki kravt, at partar, sum ikki duga føroyskt, skulu svara á føroyskum.

Hetta merkir, at sáttmálar og fundarfrásagnir verða skrivaðar á føroyskum eins og tilboð, viðmerkingar og spurningar í sambandi við prosjektið kunnu latast og setast á føroyskum.

Við tað, at avtala varð undirskrivað um, at útbjóðingartilfarið skuldi mælast á donskum longu 26. februar í 2010, hevur ikki borið til at gera nakað við tað eftirfylgjandi.

Eg eri tó av teirri sannføring, at tá talan er um almennar føroyskar byggiverkætlanir, eigur útbjóðingartilfarið at verða skrivað á føroyskum.

Ad. 2: Higartil eru brúktar uml. 42 mió. kr. til prosjektering, útbjóðingartilfar o.a.

Ad. 3: Landsverk hevur gjørt sáttmála við Bjarke Ingels Group Aps um at framleiða prosjekt og útbjóðingartilfar fyri fastan prís. Sambært sáttmálanum verður prosjekt, útbjóðingartilfar og prosjektuppfylging gjørt fyri fastan prís - eina upphædd áljóðandi 37.687.200 kr. Hvussu stórur partur av hesum verður avroknaður við tær 5 føroysku ráðgevarafyritøkurnar hava Mentamálaráðið ella Landsverk ikki innlit í, og kunnu tí ikki svara hesum spurningi.

Ad. 4: Í februar 2012 vórðu 21 fyritøkur, tær flestu føroyskar, undangóðkendar til at lata inn tilboð uppá eina ella fleiri av teimum átta stórarbeiðstøkunum, sum verkætlanin er býtt upp í.

Tær átta stórarbeiðstøkurnar eru hesar:

1) Jørð, kloakk, betong og stálarbeiði
2) Innilokan
3) Innrætting
4) El-arbeiði o.a.
5) HVS, luftskiftisskipanir o.a.
6) Múraraarbeiði o.a.
7) Málaraarbeiði o.a.
8) Lendisarbeiði o.a.

Landsverk hevði í samráð við Vinnuhúsið og Føroya Handverksmeistarafelag tryggjað sær, at tær 8 stórarbeiðstøkurnar eru settar saman soleiðis, at tað ber til hjá føroyskum fyritøkum at bjóða seg fram.

Í sambandi við undangóðkenningina varð eisini sett sum treyt, at fyritøkurnar, sum ynskja at bjóða seg fram, skulu hava innlit í føroysk viðurskifti og verða skrásettar sum byggifyritøkur í Føroyum.

Ad. 5: Mett verður ikki, at prosjektið, útbjóðingartilfarið ella treytinar, sum vórðu settar í sambandi við arbeiðið og undangóðkenningina, gera, at útlendskar fyritøkur uttan fyri Føroyar hava serligar fyrimunir.

Tað verður sett sum treyt, at føroyskir sáttmálar og avtalur á arbeiðsmarknaðinum skulu haldast, og at fyritøkurnar kenna til føroysk viðurskifti.

Ad. 6: Arbeiðið at gera nýggja skúladepilin við Marknagil er bjóðað út, og lisitatiónin er nú sett at verða tann 21. august 2012. Ætlanin er, at skúlin skal standa liðugur og klárur at taka í nýtslu við skúlabyrjan í 2016.

Vinarliga
Mentamálaráðið
Bjørn Kalsø
landsstýrismaður