Svar uppá fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. S-30/2013: Viðvíkjandi avgerðum, útsagnum og ætlanum viðvíkjandi P/F Atlantsflogi
Spurningurin var soljóðandi:
1. Landsstýrismaðurin hevur svarað tinginum, at hann sjálvur í fleiri førum er komin við uppskotum um nevndarlimir hjá Atlantsflogi seinastu 7 árini. Hvussu nógvar av nevndar-limunum, sum eru valdir seinastu 7 árini, hevur landsstýrismaðurin sjálvur havt uppskot um, og hvørjir eru teir?
2. Hvør hevur havt uppskot um og innstillað teir einstøku nevndarlimirnar, sum hava sitið seinastu 7 árini (biðið verður um svar fyri hvønn nevndarlim sær)?
3. Landsstýrismaðurin hevur sagt alment, at nevndarlimir og stjórn skulu “ikki kennast persónliga”, og hevur víst til eitt nú at hava sitið í nevndum saman. Kennast nakrir av nevndarlimunum, sum hava sitið seinastu 7 árini persónliga ella hava starvast saman í øðrum nevndum ella í privatum virksemi, og kennast nakrir av nevndarlimunum og nýsetti stjórin persónliga, ella hava starvast saman í nevndum ella í privatum virksemi?
4. Hvør innstillaði fyribilsstjóran til starvið?
5. Landsstýrismaðurin hevur svarað tinginum, at metingar verða gjørdar í Vinnumálaráðnum um førleikar hjá øllum nevndarlimum, tá teir verða valdir. Hvør av teimum nevndarlimunum, sum eru valdir seinastu 7 árini, kunnu vísa á nevndar- ella arbeiðsroyndir frá flogfeløgum, sum hava havt eitt lutfalsliga og prosentvíst so stórt fíggjarligt avlop og so stóran vøkstur í virkseminum, sum Atlantsflog hevur havt seinastu 17 árini?
6. Landsstýrismaðurin hevur svarað tinginum og sagt alment, at ráðgevingaruppgávan at gera nýggja strategi fyri Atlantsflog kundi ikki bjóðast út í Føroyum, tí førleiki finst ikki í Føroyum at arbeiða við strategi fyri Atlantsflog. Vil landsstýrismaðurin geva eina umbering fyri hesa útsøgn til øll tey mongu, sum hava bygt Atlantsflog upp frá grundini, hava starvast har og m.a. hava skapt grundarlagið fyri, at felagið vann altjóða virðisløn sum flogfelag?
7. Hvørjar førleikar og hvørji úrslit fyri flogfeløg hevur tann valda ráðgevingarfyritøkan at vísa á, og hvørjar royndir hava tey viðvíkjandi strategi fyri flogferðslu í einum lítlum landi ella fyri flogfeløg Norðuratlantshavi?
8. Hvat kostar avtalan hjá P/F Atlantsflog við útlendsku ráðgevingarfyritøkuna?
9. Á hvørjum máli fara samskiftið og uppskot fram viðvíkjandi nýggjari strategi fyri Atlantsflog, á hvørjum máli fara nevndarfundir og nevndarfrágreiðingar fram, og á hvørjum máli fer sam¬skiftið fram í millum leiðslu og starvsfólk, í millum nevnd og leiðslu og í millum starvsfólk og starvsfólk hjá og ráðgevingarfyritøkuni?
10. Hvønn arbeiðssetning og hvørji mál hevur ráðgevingarfyritøkan fingið fyri sítt arbeiði?
11. Hvønn arbeiðssetning og hvørji mál hava nevndin og nýggi stjórin sett sær fyri framtíðar-strategi og ætlanir fyri Atlantsflog?
12. Hvønn leiklut hevur landsstýrismaðurin í ætlanum, avgerðum og strategium fyri Atlantsflog?
13. Hevur landsstýrismaðurin givið eina politiska ábending um, hvør strategiin skal vera, og hvat skal broytast í mun til ta menning og strategi, sum flogfelagið hevur arbeitt eftir seinastu 17 árini?
14. Er ætlanin eitt nú at minka um talið av ferðamálum og leggja størri dent á einstakar leiðir?
15. Hvørjar eru fíggarligu metingarnar og framskrivingarnar fyri umsetning og rakstarúrslit hjá P/F Atlantsflogi í 2014 og 2015?
Svar:
Til nr. 1 og nr. 2
Víst verður til svarið upp á fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um nevndarval og avgerðir landsstýrismanins í P/F Atlantsflogi ( Nr. 34/2013), nr. 12 og 13, har svarað varð soleiðis:
“Søren Jespersen kom inn fyri Jens Wittrup Willumsen, tá hesin segði seg frá orsakað av ,at hann bleiv nevndarformaður i Grønlandsfly. Jens Wittrup Willumsen varð tá spurdur, um hann kundi visa á annan skikkaðn persón, sum hevði somu førleikar innan flogferðslu og marknaðarføring og rakstur av somu. Hann vísti á Søren Jespersen, og tað varð tikið upp samband við hann, og við upplýsingsum og fingu CV frá umframt tosad vid eftirfylgjandi. Eg og aðalstjórin umrøddu málið. og vórðu samdir um, at hann, grundað á hansara royndir, var rætti persónurin at avloysa Jens W. Villumsen.
Førleikar, sum lógu til grund fyri valinum av Søren Jespersen:
Arbeiðsroyndir: Fleiri leiðandi størv innanfyri SAS, stjóri í DFDS, stjóri í Mols-Linien A/S.
Útbúgving frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn
Til nr. 13
Fyrrverandi nevnarformaðurin í Smyrli Line vísti á Jens Wittrup Willumsen.
Førleikar, sum lógu til grund fyri valinum av Jens Wittrup Willumsen:
Drúgvar royndir innan flogferðslu og turismu, branding, marknaðaranalysu og altjóða handil.
Limur í fleiri nevndum. Varasjtóri í SAS. Formaður í nevndini hjá Air Greenland A/S, Mediehuset Ingeniøren A/S, Index: Design to improve life, Visit Denmark.
Ùtbúgving frá handilsháskúlanum í Keypmannahavn við sergrein innan marknaðarføring, strategiska planlegging og altjóða handil.
Nærri um førleikar síggjast á heimasíðuni hjá Atlantsflog.
Førleikar, sum lógu til grund fyri valinum av Tezz Thordsdottir,
Resultatanalysa, Marknaðarstrategi, New Business Development, m.a. arbeiðsroyndir sum stjóri í Svenska Direktflyg AB, Business Developer hjá Largus Holding AB.Nevndarlimur í Flygtorget AB.
Hægri útbúgving innan búskap.
Nærri um førleikar síggjast á heimasíðuni hjá Atlantsflog”.
Eftir viðtøkunum fyri felagið skulu vera 4 aðalfundarvaldir nevndarlimir, sum verða valdir fyri eitt ár í senn, og 2 starvsfólkavaldir.
Síðani 2007 hevur nevndin verið mannað soleiðis:
2007
Christian Andreasen, formaður, var formaður, tá eg tók við, og varð afturvaldur uttan annað uppskot.
Erling í Liða, næstformaður, var í nevndini, tá eg tók við, og varð afturvaldur uttan annað uppskot.
Petur J. Eiriksson, var í nevndini, tá eg tók við, og varð afturvaldur uttan annað uppskot.
Verna Rasmussen, starvsfólkaumboð.
Ingi S. Joensen, starvsfólkaumboð.
2008
Christian Andreasen, formaður, varð afturvaldur uttan annað uppskot.
Eyðfinnur Jacobsen, næstformaður, varð valdur eftir uppskoti og innstilling frá minnilutapartartaeigarunum.
Petur J. Eiriksson, varð afturvaldur uttan annað uppskot.
Verna Rasmussen, starvsfólkaumboð.
Ingi S. Joensen, starvsfólkaumboð.
2009
Bjarni Askham Bjarnason, formaður, varð valdur eftir uppskoti frá mær.
Kaj Johannesen, næstformaður, varð valdur eftir uppskoti og innstilling frá minnilutapartartaeigarunum.
Petur J. Eiriksson varð afturvaldur uttan annað uppskot.
Jens Wittrup Willumsen, sí svarið undir nr. 1.
Verna Rasmussen, starvsfólkaumboð.
Ingi S. Joensen, starvsfólkaumboð.
2010
Bjarni Askham Bjarnason, formaður, varð afturvaldur uttan annað uppskot.
Kaj Johannesen, næstformaður, varð afturvaldur uttan annað uppskot.
Jens Wittrup Willumsen, varð afturvaldur uttan annað uppskot.
Tezz Tordsdotter Ohlsson, sí svarið undir nr. 1.
Ingi S. Joensen, starvsfólkaumboð.
Olaf S. Poulsen, starvsfólkaumboð.
2011
Bjarni Askham Bjarnason, formaður, varð afturvaldur uttan annað uppskot.
Kaj Johannesen, næstformaður, varð afturvaldur uttan annað uppskot.
Jens Wittrup Willumsen, varð afturvaldur uttan annað uppskot.
Tezz Tordsdotter Ohlsson varð afturvald uttan annað uppskot.
Ingi S. Joensen, starvsfólkaumboð.
Olaf S. Poulsen, starvsfólkaumboð.
2012
Kaj Johannesen, formaður, tók sum nærstformaður við sum formaður, tá Bjarni Askham Bjarnason segði seg frá sum formann.
Jens Wittrup Willumsen, næstformaður, sí svarið undir nr. 1.
Tezz Tordsdotter Ohlsson varð afturvald uttan annað uppskot.
Bjarni Askham Bjarnason, sí viðm. omanfyri.
Ingi S. Joensen, starvsfólkaumboð.
Olaf S. Poulsen, starvsfólkaumboð.
2013
Niels Mortensen, formaður, varð valdur eftir uppskoti frá mær.
Kaj Johannessen, næstformaður.
Tezz Tordsdotter Åkerman.
Søren Jespersen, sí svarið undir nr. 1.
Ingi S. Joensen, starvsfólkaumboð.
Olaf S. Poulsen, starvsfólkaumboð.
Til nr. 3
Upplýsast skal, at Niels Mortensen bleiv valdur sum nevndarformaður á aðalfundinum í mars í fjør. Niels Mortensen hevur ikki áður starvast saman við nøkrum av nevndarlimunum, hvørki persónliga ella gjøgnum onnur feløg. Niels Mortensen kendi heldur ikki Jørgen Holme, áðrenn hesin varð settur sum stjóri í november í fjør.
Til nr. 4
Tá nevndin hevði tikið avgerð um at slíta samstarvið við forstjóran í felagnum, gjørdi nevndin ymiskar kanningar til tess at finna ein fyribils stjóra. Tá avtornaði vóru tveir kandidatar til starvið, sum nevndin hevði samrøður við. Málið endaði við, at ein samd nevnd tók avgerð um at seta Jørgen Holme sum fyribils stjóra.
Til nr. 5
Víst verður til svarið undir nr. 1.
Til nr. 6
Ein partur av tilgongdini at skifta forstjóra fyri Atlantic Airways hevur verið, at nevndin ynskti eina óhefta meting av rakstri felagsins.
Í hesum sambandi hevur nevndin fyri felagið tikið upp samband við ráðgevarafyritøkuna Qvartz fyri at gera eina slíka meting. Nevnda fyritøka, sum starvast í øllum Norðurlondum, hevur fingið til uppgávu at greina alla fyritøkuna og eisini at sammeta raksturin við onnur flogfeløg.
Felagið er eisini biðið um at gera eina analysu av teimum rutum, sum felagið í dag rekur. Eisini er felagið biðið um at koma við uppskotum til rationaliseringar av rakstrinum.
Ráðgevarafyritøkan er ikki biðin um at leggja eina strategi fyri felagið, men er biðin um at gera eina greining av rakstri felagsins, soleiðis at nevndin út frá úrslitinum av hesum kanningum á egnum grundarlagi kann leggja eina strategi fyri felagið.
Nevndin hevur í sambandi við arbeiðið at greina fyritøkuna havt sum fortreyt, at felagið framhaldandi skal røkja verandi rutunet, eins og ynski hevur verið um at kanna prísstrukturin hjá felagnum, eisini við tí endamáli at kanna møguleikan fyri møguligum príslækkingum.
Nevndin fyri Atlantic Airways hevur mett, at Qvartz hevur neyðugar førleikar til hesa uppgávu, og at førleikin hjá hesi fyritøku er betri enn hjá teimum fyritøkum, sum annars bjóða seg fram til líknandi uppgávur í Føroyum.
Til nr. 7
Nevnda ráðgevingarfyritøka, sum hevur royndir í øllum Norðurlondum, er sera væl kvalifiserað til at gera metingar av einum flogfelagi, og felagið hevur drúgvar royndir innan hetta økið.
Til nr. 8
Nevndin fyri Atlansflog ynskir ikki at upplýsa innihaldið í ráðgevaraavtaluni, sum felagið hevur inngingið við Qvartz, herundir samsýning fyri uppgávuna. Talan er um upplýsingar, sum vanliga eru í trúnaði millum tveir handilspartar.
Til nr. 9
Nevndin fyri Atlantsflog hevur gjøgnum øll árini samskift á einum máli, sum øll í nevndini skilja. Samskiftið í felagnum fer fram á føroyskum, men eisini um neyðugt til tess at tryggja, at øll skilja samskiftið, á donskum og enskum.
Til nr. 10
Hesin spurningur er svaraður í sambandi við svarið upp á spurning 6.
Til nr. 11
Nevndin fyri Atlansflog hevur ætlanir um at leggja fram uppskot til endaliga strategi fyri felagið, tá ráðgevarafelagið er liðugt við arbeiði sítt, væntandi í juni í ár.
Til nr. 12
Eg havi ongan leiklut í fyriliggjandi ætlanum um strategi fyri Atlansflog. Hinvegin rokni eg við, at nevndin altíð lurtar eftir teimum signalum, sum høvuðspartaeigari felagsins kemur við. Tað hevur verið eitt signal frá høvuðspartaeigaranum, at nevndin eigur at arbeiða fyri bíligari ferðaseðlaprísum. Nevndin hevur upplýst, at hetta atlit verður tikið við í viðgerðini at leggja nýggja strategi fyri felagið.
Til nr. 13
Eg havi ikki givið Atlansflog nakra politiska ábending um, hvør strategiin skal vera fyri felagið, tó havi eg fleiri ferðir givið til kennar, at eg meti, at tað er ov dýrt at ferðast á rutunetinum hjá Atlansflog.
Til nr. 14
Nevndin fyri Atlansflog hevur upplýst, at tað er eingin ætlan um at minka talið av ferðamálum og leggja størri dent á einstakar leiðir. Fyritreytin fyri tí arbeiði, sum í løtuni verður útint, er, at felagið framhaldandi skal røkja verandi rutunet hjá felagnum, tó hevur nevndin fyri Atlansflog upplýst, at verandi strategi hjá felagnum viðvíkjandi charterrutum til Egyptalands ikki hevur eydnast serliga væl.
Til nr. 15
Talan er um ein spurning, sum er umfataður av tagnarskyldu, og felagið hevur bert loyvi til at almannakunngera slíkar upplýsingar gjøgnum fráboðanir til virðisbrævamarknaðin.
Vinnumálaráðið, tann 10. mars 2014
Johan Dahl
landsstýrismaður

