Svar upp á fyrispurning nr. S-28/2013 frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, viðvíkjandi manglandi fígging av eldraøkinum
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hví eru lógaruppskot viðvíkjandi fígging av eldraøkinum ikki løgd fyri Løgtingið saman við lógaruppskotunum, ið leggja ábyrgdina til kommunurnar?
2. Er tað ikki órímiligt og óforsvarligt at leggja ábyrgdina av eldraøkinum út til kommunurnar við lóg í vár, uttan at kenna til fíggjarligu avleiðingarnar?
3. Hvørja samráðingarstøðu hava kommunurnar um fíggjarliga partin, um lógin um at koyra ábyrgdina út til kommunurnar verður samtykt av samgonguni, áðrenn semja er um fíggjarliga partin?
4. Hví vil landsstýrið ikki tryggja, at “gjald og vald” fylgjast at, tá umræður eldraøkið?
5. Hví er ikki ætlanin, at kommunurnar sjálvar áseta skattin, ið tær meta skal til at fíggja eldraøkið?
6. Hví er ætlanin at veita endurgjald til kommunur fyri øktar útreiðslur til eldraøkið, uttan at kravt verður, at hetta endurgjald skal nýtast til tænastur innan eldraøkið?
7. Hví verða eingi krøv sett til tænastustøðið ella fakliga innihaldið, tá eldraøkið verður lagt til kommunurnar?
8. Hví er ætlanin at tengja endurgjald til kommunur fyri eldraøkið at talinum av borgarum, ið eru undir NIS, DIS og líknandi skipanum, og hvat hevur hetta við talið av eldri og pensjónistum at gera?
9. Hví vil landsstýrismaðurin stavnsbinda forskattingina av pensjónum við at flyta hesar inntøkur til kommunurnar, samstundis sum hesar inntøkur ikki fara at økjast, so hvørt fleiri pensjónistar verða, og fleiri útreiðslur til eldraøkið verða?
10. Hvør er samlaði kostnaðurin av økinum, ið ætlanin er at leggja til kommunurnar (eldraøkið, heilsusjúkrarøkt og heimatænastur til fólk í øllum aldrum), tá økið er ment til at nøkta tørvin?
11. Hvør er samlaða upphæddin, ið ætlanin er at lata kommununum, so sum støðan er nú?
12. Hví hava landsstýrið og samgongan ikki gjørt nakra greining, ið lýsir, hvussu vit skulu skipa eldraøkið í Føroyum, um vit skulu fáa sum mest og best tænastur, til allar borgarar kring landið?
Viðmerkingar
Eldraøkið skal skipast væl og í tryggar karmar sum skjótast. Í alt ov nógv ár, hevur hetta stóra og týðandi øki verið ein kastibløka millum land og kommunur, og hevur ógreiða ábyrgdarbýtið fingið skyldina fyri, at økið ikki er ment nøktandi og rætt seinastu mongu árini. Veruleikin er, at landið hevur havt høvuðsábyrgdina av økinum, og heldur enn at átaka sær fullu ábyrgdina, rennur landið undan ábyrgd, og ongantíð skjótari enn júst í hesum døgum.
Fleiri eldri og færri ung
Samstundis stendur fyri framman ein søguliga stór broyting í fólkasamansetingini. Meðan vit í dag eru 4-5 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist, verða bert um 2 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist longu í 2040.
Hetta ger tað meira týðandi nú enn nakrantíð, at fáa eldraøkið skipað rætt sum skjótast. Hetta er eisini alneyðugt fyri at tryggja øllum eldri góðar tænastur í framtíðini, og at tryggja fíggjarliga haldførið hjá føroyska samfelagnum.
Eldraøkið krevur munandi uppraðfesting - men samgongan vil spara
Landsstýrið veit, at eldraøkið fer at krevja eina røð av ábøtum komandi árini. Tað er als ikki nóg mikið, at fleiri ellis- og røktarheim eru bygd. Langt frá. Tí rakstrarjáttanin til eldraøkið er als ikki hækkað samsvarandi tørvinum. Neyðugar lønar- og prístalsframskrivingar eru ikki gjørdar á játtanum í fleiri ár, og ein røð av sparingum eru framdar. Tí mangla eitt nú fleiri náttarvaktir á røktarheimum, reingerð heima hjá eldri, heimarøktin manglar í stóran mun játtan, enn mangla nógv røktarheimspláss o.s.fr. Seinasta árið eru enntá tvær akuttar eykajáttanir latnar Løgtinginum, bara fyri at tryggja, at mest grundleggjandi partar av tænastuni ikki fóru fyri skeyti.
Hóast hetta, so verða neyðug stig ikki tikin til, at endurreisa tænastustøðið fyri breiðu fjøldina. Sparast skal, og hóast sagt verður, at fólk skulu búgva sum longst í egnum heimi, so verður eitt nú onki gjørt fyri at uppraðfesta heimatænastuna.
Eldraútreiðslur fara úr 1,2 mia. upp í 2,4 mia. kr.
Samstundis er greitt, at framrokningar vísa, at eldraútreiðslurnar fara at økjast munandi komandi árini. Orsøkirnar eru nógvar, og er ein grundleggjandi orsøk tann broytta fólkasamansetingin við lutfalsliga fleiri eldri. Tað at vit liva alsamt longur er í sær sjálvum sera gleðiligt, men neyðugt er, at samfelagið fyrireikar seg til hetta, og tryggja sær, at inntøkurnar landsins fara at vaksa samstundis og samsvarandi sum talið av eldri og útreiðslurnar til eldraøkið økjast.
Ein gøla at forskatta pensjónir
Í londum vit samanbera okkum við fegnast tey um, at framrokningar vísa, at inntøkur frá pensjónsskatti fara at økjast munandi, so hvørt sum fleiri gerast pensjónistar og fáa útgoldið sína pensjón, ið síðan verður skattað við útgjaldi. Framrokningar í Danmark vísa, at har fara penjónistarnir um 40 ár, at rinda um 30 mia. kr. meira í inntøkuskatti (pensjónsskatti við útgjald) og avgjøldum. Í sama tíðarskeiði fara útreiðslurnar til eldratænastur at økjast við um 33 mia. kr.
Sostatt fara vaksandi inntøkurnar – serliga vegna vaksandi pensjónsskattainntøkur – at verða nóg mikið til at fíggja vaksandi útreiðslurnar til eldratænastur. Hetta leggur eitt trygdarnet undir framtíðar vælferðarsamfelagið. Ein trygdarnet, sum samgongan hevur valt at taka burtur í Føroyum.
Stuttskygdur politikkur og minni fíggjarligt haldføri
Tí í Føroyum hevur samgongan valt at gera beint øvugt. Valt at undirgrava framtíðar pensjónsskattainntøkur. Føroyingar rinda nú pensjónsskatt við inngjald, og sagt verður at vit øll skulu rinda 0% í skatti, tá pensjónin verður rindað út, tá vit gerast pensjónistar. Samstundis verður allur pensjónsskatturin ikki spardur upp til seinni tíðir, men brúktur til skattalættar til tann partin av føroyingum, ið hevur hægru inntøkurnar. Hetta er ein ómetaliga stuttskygdur politikkur.
Tí hetta merkir, at meðan vit fara frá 4-5 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist, til 3 og síðan til færri enn 2 longu um fá ár, so skal allur hesin vaksandi samfelagsbólkur samstundis rinda 0% í skatti. Í sama tíðarskeiði væntast útreiðslurnar til eldratænastur (íroknað heilsutænstur v.m.) í Føroyum, at vaksa úr um 1,2 mia. kr. upp í 2,4 mia. kr..
Broyta forskatting til pensjónsskatt við útgjald
Hetta hongur ikki saman. Her verða ov fá at rinda fyri ov nógv. Tað er ikki uttan orsøk at flest øll lond vit samanbera okkum við, ikki hava valt hesa loysnina. Og tað er ikki uttan orsøk, at Búskaparráðið hevur víst á, í seinastu frágreiðing síni, at forskattingin av pensjónum er tað øvugta av, at tryggja fíggjarligt haldføri í føroyska búskapinum.
Tí eigur forskattingin sum skjótast at verða broytt til pensjónsskatt við útgjald.
Pensjónsskattur vorðin hægri enn A-skattur
Samstundis skal penjónsskatturin sjálvandi ásetast eftir einum progressivum skattastiga, og ikki sum í dag, har samgongan hevur broytt pensjónsskattin til ein 100% flatskatt á 40% frá fyrstu krónu. Harvið hevur samgongan gjørt, at penjónsskatturin er væl hægri enn A-skatturin fyri nógv. Serliga fyri tey við lægri lønum og lægri pensjónum.
Tá egin uppspard pensjón hartil verður mótroknað í fólkapensjónini - og samgongan ætlar eftir øllum at døma at økja um hesa mótrokning - verður veruligi og samlaði pensjónsskatturin av egnari pensjónssparing munandi hægri enn skatturin á A-inntøku. Hetta gevur onga meining.
Tí hevur eisini verið eyka átroðkandi hjá hesi samgonguni at áseta lógarkravt pensjónsinngjald. Tí tá fólk gerast varug við, at tær broytingar, ið samgongan hevur framt gera, at tað loysir seg munandi betur at fáa alt útgoldið sum løn, enn at spara upp til pensjónsárini, høvdu fólk og feløg í nógv størri mun valt pensjón frá og løn til.
Landsstýrið blakar ábyrgdina á kommunurnar
Landsstýrið hevur samstundis runnið undan ábyrgd, við onki at gera fyri at nýskipa eldraøkið. Sjálvt nú Almannaverkið er umskipað fyri at betra tænastuna, so er eldraøkið hildið uttanfyri hesa umskipan. Grundgevingin sigst vera, at kommunurnar skulu yvirtaka økið, so hví broyta nakað? So heldur enn at skipa eldraøkið so optimalt sum møguligt, fyri at fáa so góðar tænastur sum møguligt til okkara eldru kring allar Føroyar, so verður sagt, at hetta kunnu kommunurnar finna út av.
Landsstýrið kennir til ovurstóru fíggjarligu avbjóðingarnar fyri framman.
Landsstýrið kennir til trupulleikan við manglandi framtíðar pensjónsskatti.
Landsstýrið kennir til munandi tørv á uppraðfesting og øktum útreiðslum á eldraøkinum.
Men heldur enn at átaka sær ábyrgdina, verður henda blakað á kommunurnar.
Fíggjarligt klútateppi við nógvum holum
Afturfyri at átaka sær ta ovurstóru ábyrgd og avbjóðing, sum eldraøkið er og verður, arbeiðir landsstýrið við, at bjóða kommununum eitt fíggjarligt klútateppi av inntøkum, ið ikki koma at økjast so hvørt kommurnar fáa fleiri útreiðslur á eldraøkinum, og sum samanlagt als ikki verða nóg mikið til at fíggja tær 400-500 mió. kr., ið minst verða neyðugar fyri at endurreisa alt eldraøkið nú og framyvir.
Fíggjarmálaráðið hevur enn ikki lagt lógaruppskot fyri Løgtingið, men arbeiðir við, at bjóða kommununum hesa loysn:
1. Kommunurnar skulu fáa afturbering fyri mistar inntøkur, tí borgarar starvast undir serstøkum skipanum – t.d. DIS v.m. – ikki geva kommununum neyðugan inntøkuskatt.
Trupulleiki:
Gott at kommunurnar fáa hesa afturbering, men henda afturbering eigur ikki at tengjast at eldraøkinum. Tí hetta hevur onki við komandi eldraútreiðslur at gera. Hesar inntøkur fara ikki at hækka, so hvørt kommunur frá fleiri pensjónistar. Tvørturímóti. So hvørt hesir persónar, ið endurgjald verður veitt fyri, gerast pensjónistar, so fellur endurgjaldið burtur.
2. Kommunurnar skulu ”fáa” landsins inntøkur frá forskatting av pensjónum.
Trupulleiki:
Áðrenn 1. januar 2012 áttu kommunurnar um 40% av øllum pensjónsskatti, ið varð rindaður tá pensjónin varð útgoldin. Við forskattingini broytti samgongan hetta soleiðis, at landið tók allan pensjónsskattin 100%. Í 2014 væntast 252 mió. kr. í forskattaðum pensjónum. Kommunurnar eiga av røttum minst 101 mió. kr. av hesum (40%). Nú sigur landsstýrið, at um kommunurnar átaka sær útreiðslurnar av eldraøkinum (400-500 mió. kr.), so skulu kommunurnar fáa hesa inntøku, ið samgongan tók frá kommununum pr. 1. januar 2012, aftur og restina av forskattaðu pensjónunum. Ljóðar heilt komiskt.
Her mugu kommunurnar í minsta lagi tryggja sær, at tær góðar 100 mió. kr. sum landið hevur tikið, verður latið teimum aftur undir øllum umstøðum, og undir ongum umstøðum telja við sum ”nýggj fígging” til kommunurnar.
Trupulleikin við forskattaðu pensjónunum er hartil – sum nevnt – at inntøkurnar ikki koma at hækka, samsvarandi økta talinum av pensjónistum. So sum tær høvdu gjørt, um pensjónistar rindaðu pensjónsskatt við útgjaldi. Tó skal nevnast, at av tí, at samgongan nú fer at krevja at flest øll skulu rinda til egna pensjón, so vil forskattingin økjast í avmarkað tíðarskeið, meðan lógarkravda pensjónsuppsparingin fer úr 1% upp í 15%. Hetta gevur tó bert meiri í pensjónsskattainntøku fyri teir føroyingar, ið ikki hava pensjónsuppsparing í dag. Men tá tvungna pensjónsuppsparingin fyri hesar persónar samstundis verður tikin av A-inntøkuni, vil inntøkuskatturin gerast samsvarandi minni í sama tíðarskeiði.
Yvir tíð fara talið av pensjónistum og eldraútreiðslurnar sostatt at økjast, uttan at inntøkurnar økjast samsvarandi. Tí verður úrslitið ivaleyst, at neyðugt verður við stórum brúkaragjøldum ella nýggjum skattum, um eldratænastan skal kunna veitast og rindast í framtíðini. Um kommunurnar velja at yvirtaka eldraøkið, yvirtaka tær harvið eisini hesa óbehagiligu avleiðing av forskattingini av pensjónum.
3. Hartil skulu kommunurnar fáa MVG fyri rest.
Trupulleiki:
Tykist um landsstýrið ikki rættiliga veit, hvat tey skulu finna uppá. Velur tí at siga ”blandað MVG” fyri rest. Hesin parturin kann bert geva ógreiðari inntøkubýti millum land og kommunur, og gera okkara skatta- og avgjaldsskipan enn meira ógjøgnumskygda og fløkta. Beint tað øvugta av tí, ið vit ynskja.
Landsstýrið vil stavnsbinda forskattingina
Her tykjast at vera í minsta lagi trý endamál hjá landsstýrinum við at bjóða kommunum hesa fígging:
1. At binda forskattingina av pensjónum fastari, so komandi samgonga ikki líka lætt kann broyta hetta aftur.
2. At lata kommunurnar um, at taka stór brúkaragjøld og/ella nýggjar skattir, tá inntøkurnar frá pensjónsskatti ikki fara at økjast samsvarandi hækkandi eldraútreiðslum.
3. At landið letur minni fígging enn veruligi útreiðslutørvurin fer at vera á eldraøkinum framyvir. Trýstið verður tí á kommunuskattin, ið er ein flatskattaskipan (í enn størri mun enn landsskatturin), heldur enn á landsskattin.
Samsvar er ikki millum “gjald og vald”
Hartil verður við hesum leisti hjá landinum onki samsvar millum gjald og vald. Kommunurnar fara í framtíðini at skula nýta tíð og orku at samráðast við landið fyri at fáa størri endurgjald til at røkja tænasturnar, tí landið fer framhaldandi at skula taka gjaldið inn, fyri síðan at lata víðari til kommunurnar. Hetta fer at skapa stórar avbjóðingar í samstarvinum millum land og kommunur, og fer at stilla kommunurnar munandi verri, enn um tær sjálvar kundu áseta, hvussu tær uppgávur, ið tær ætlaðu at veita, skuldu fíggjast.
Leggja ábyrgda til kommunurnar uttan at kenna fíggjarligu avleiðingarnar
Eins og gjørt hevur verið í øðrum stórmálum hjá samgonguni, so verður roynt at seta hesi í verki í bitum, so samgongutingfólk og almenningurin ikki megna at síggja samlaðu avleiðingarnar av uppskotinum.
Pensjónsmálið er eitt dømi um hetta. Lógartvungni inngjaldsparturin er settur í verk, og enn bíða vit eftir hvat hendir við fólkapensjón, samhaldsfasta v.m.
Nú verður roynt at fáa samgongutingfólk at samtykkja lóg, ið leggur ábyrgdina og útreiðslurnar av ovurstórum øki til kommunurnar, uttan at nøkur lóg um fíggjarliga leistin fylgir við. Hetta hóast allar kommunur o.o. hava lagt dent á, at júst fíggjaligi leisturin og endurgjaldið er avgerandi. Um lógin um at leggja út til kommunurnar verður samtykt nú í vár er ongin ivi um, at samráðingarstøðan hjá kommununum verður munandi verri. Tá kann landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vísa til, at Løgtingið longu hevur samtykt, at málið skal út, og at kommunurnar bara mugu finna seg í tí, ið samgongan kemur við av endurgjaldi. Hetta er sjálvandi alt annað enn nøktandi.
Sjálvandi áttu lógaruppskotini um at leggja eldraøkið út til kommunurnar bíðað, til lógin um fíggjarliga leistin varð klárt. Síðan kundi ein samlaðu lógarpakki verið viðgjørdur.
Landið skal taka ábyrgd – ikki renna undan ábyrgd
Eftir er at vóna, at Løgtingið ikki áleggur kommununum stóra og vaksandi uppgávu og útreiðslu, enntá uttan at lata “gjald og vald” fylgjast, og uttan at lata kommununum nýggjar inntøkur, ið samsvara við veruliga tørvin á eldraøkinum nú og framyvir.
Spurningurin eigur at setast við, hví landsstýrið ger alt fyri at renna undan ábyrgdini av eldraøkinum.
Heldur eigur at verða kravt, at eldraøkið verður skipað á ein hátt, ið tryggjar øllum føroyingum sum mest og best tænastu, sum minst umsiting, og so javnbjóðis eldratænastur sum møguligt kring landið. Enn er ongin ætlan komin frá landsstýrinum hesum viðvíkjandi.
Tykist tíverri sum landsstýrið rennur undan – heldur enn at átaka sær ábyrgd.
Hesir spurningar verða settir fyri at fáa lýst ætlanirnar hjá landsstýrinum, herundir:
- at fáa samgongutinglimir at samtykkja lóg, ið flytir ábyrgdina av eldraøkinum, parti av heilsuøkinum (heimsjúkrarøkt) og heimatænastur til fólk í øllum aldrum, til kommunurnar, uttan at fíggjaligi parturin er greiður,
- at arbeitt verður við fíggjarligum leisti, ið ikki tryggjar at “gjald og vald” fylgjast,
- at arbeitt verður við fíggjarligum endurgjaldi, ið ikki samsvarar við kostnaðin av, at nøkta veruliga tørvin á eldratænastum framyvir,
- at ongi krøv verða til kommunurnar um, at endurgjaldið skal nýtast til eldratænastur, og tí kunnu nýtast til heilt onnur endamál, og
- at arbeitt verður við einum fíggjarligum leisti, ið als ikki tryggjar at kommunurnar fáa endurgjald, ið samsvarar við talinum av eldri og tørvin á eldratænastum í framtíðini.
Svar:
1. Í uppskotinum til fíggjarleist er lagt upp til, at fíggingin verður ásett, tá metti kostnaðurin fyri at reka økið í 2015 er kendur. Samráðingar vóru við umboð fyri kommunurnar síðsta mikudag og halda fram nú mikudagin. Tá samráðingarnar eru lidnar, verður uppskot lagt fyri Løgtingið
2. Fíggjarligu avleiðingarnar eru ikki so ókendar. Vit vita, hvat landið rekur økið fyri í dag, og útgangsstøðið er, at kommunurnar fáa tann pening, ið raksturin hevði kostað landinum, um økið ikki varð lagt út.
3. Fíggingin, ið fylgir við ábyrgdini av økinum, verður ikki ávirkað av, nær lógin um at leggja ábyrgdina út verður samtykt. Annars varð uppskotið fríggjadagin samtykt við stórum meiriluta í Løgtinginum av Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Miðflokkinum, Framsókn og Sjálvstýrisflokkinum. Bert tveir flokkar tóku ikki undir við málinum.
4. Gjald og vald koma at fylgjast. Tað verða kommunurnar, ið rinda og hava ábyrgd av økinum.
5. Kommunurnar áseta sjálvar skatt. Um kommunur t.d. ætla at brúka størri upphædd til eldraøkið, enn tær fáa flutt frá landinum, hava tær møguleika at áseta skatt eftir hesum.
6. Eg havi fult álit á, at kommunurnar fara at røkja hetta økið við ábyrgd.
7. Fíggjarmálaráðið varðar ikki av spurningum viðvíkjandi tænastustøði ella fakligum innihaldi í sambandi við útleggingina, tað ger Almannamálaráðið.
8. Uppskotið til fíggjarleist er m.a. gjørt við tí í huga, at í útgangsstøðinum er inntøkugrundarlagið ógvuliga ymiskt hjá teimum kommunum og økjum, ið koma at taka við ábyrgdini av heimatænastu, eldrarøkt v.m. Tí varð hugsað um, at ein partur av fíggingini skuldi virka fyri, at inntøkugrundarlagið gjørdist meira javnt, so økini lutfalsliga vóru áleið líka væl fyri at taka ímóti uppgávuni.Tað vísir seg at vera ein ávísur øvugtur samanhangur millum lutfalsliga talið av eldri og skattavirðið á ávísum frádráttum, ið skattgjaldarar í økjunum fáa. Tað er nevniliga soleiðis, at øki við lutfalsliga nógvum eldri borgarum eisini hava lutfalsliga nógvar borgarar við ymiskum frádráttum í skattskyldugu inntøkuni. Við at geva kommununum eina afturbering, ið samsvarar við skattavirðið á hesum frádráttum, verða kommunurnar á meira javnum føti, tá ið tær taka við ábyrgdini av heimatænastu, eldrarøkt v.m.
9. Inntøkurnar frá forskattingingini av pensjónum fara at vaksa. Víst verður í hesum sambandi til almennu viðmerkingarnar í uppskotinum til Eftirlønarlógina (Løgtingsmál nr. 121/2012). Har verður mett, at samlaða árliga inngjaldið til eftirlønaruppsparing í Føroyum fer at tvífaldast í mun til í dag.
10. Nær er tørvurin nøktaður? Tað eru nógv ymisk boð uppá, hvør tørvurin er, og hvat skal til fyri at nøkta tørvin. Økið verður lagt út við tí kostnaði, sum landið hevði havt, um økið ikki varð lagt út. Hvussu tørvurin verður nøktaður framyvir, er upp til tey at avgera, ið yvirtaka økið.
11. Hetta er ein spurningur, sum í løtuni verður samráðst við kommunurnar um. Tá samráðingarnar eru lidnar, verður uppskot lagt fyri Løgtingið.
12. Eg havi fult álit á, at kommunurnar koma at skipa hesi viðurskifti, so tær fáa sum mest og best burturúr.
Fíggjarmálaráðið, 31. mars 2014
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður

