Fyrispurningur um makrelsamráðingar og áseting av makrelkvotu, settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum (at svara skrivliga sambært Tingskipanini § 52a.)
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður
1. Hvussu stóran part av samlaðu mest loyvdu veiðuni (TAC) hava ES-londini og Noreg býtt sær sjálvum í strandarlandaavtaluni um makrelin fyri verandi ár, og í hvussu mong ár fram røkkur hendan semjan?
2. Við royndunum frá samráðingunum í Aalesund í viðførinum, hvørjar væntanir hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum um at finna eina samráðingarloysn í Reykjavík 19. og 20. apríl, og hvar gongur pínumarkið hjá landsstýrismanninum í prosentum av mest loyvdari veiðu?
3. Hvørjar lívfrøðiligar tilráðingar hevur landsstýrismaðurin fingið frá Havstovuni í málinum?
4. Hvørjar tilráðingar hevur landsstýrismaðurin fingið frá síni egnu umsiting í málinum?
5. Hvørjar tilráðingar hevur landsstýrismaðurin fingið frá felagnum Nótaskip í málinum, felagnum sum umboðar skipini, ið higartil hava veitt tann makrelin, sum ikki hevur verið umbýttur við Russland og onnur lond?
6. Hvørjar avleiðingar væntar landsstýrismaðurin tað kann fara at hava fyri føroyska fiskivinnu og Føroyar í aðrar mátar, t.d. viðvíkjandi fiskivinnusáttmálum, handilssáttmálum o.s.fr., um hann, sum ætlað, ásetir Føroyum eina eginkvotu í egnum sjógvi á í øllum førum ikki minni enn 130 túsund tons í 2010?
7. Hevur landsstýrismaðurin ráðført seg við onnur ráð, eitt nú Uttanríkisráðið, Uttanlandsnevnd Løgtingsins og løgmann um eventuellu konsekvensirnar av eini ”autonomt” ásettari kvotu uttan fyri øll mett lívfrøðilig burðardygg mørk?
8. Hevur landsstýrismaðurin nakað mandat frá politisku skipanini til at gera enda á strandarlandasamstarvinum við ES-londini og Noreg um makrelin, og hevur hann nakað mandat frá somu skipan til at áseta Føroyum eina eginkvotu í føroyskum sjógvi á 130.000 tons ella meira?
9. Hvørji átøk hevur landsstýrismaðurin gjørt fyri at fáa til vega lívfrøðilig prógv fyri, at broytta ferðingarmynstrið í makrelstovninum hevur verið atvoldin til, at hetta fiskaslagið nú í alt størri mun ferðast í føroyskum sjógvi enn fyrr?
10. Verður eginkvotan á 130.000 tons ella meira ein veruleiki, hvørjir verandi skipabólkar kunnu tá, umframt uppsjóvarskipini, rokna við at fáa møguleikan at gerast partar av hesi fiskiveiðu?
Svar:
Til nr. 1
Ongin mest loyvd veiða (TAC) er ásett fyri makrel fyri 2010, og eingin strandarlandasemja er gjørd.
Noreg og ES hava í 2010 gjørt sínámillum avtalu um makrel. Avtalan skipar umsitingina av teirra innanhýsis parti av makrelstovninum. Talan er um eina 10 ára avtalu.
ES og Noreg hava í teirra sínámillum avtalum lagt til grund, at heildarkvotan av makreli í 2010 fer at verða 572.000 tons. Hetta er tann kvotan, sum ICES hevur mælt til kann verða fiskað í 2010.
Noreg hevur ásett sær eina kvotu upp á 180.424 fyri 2010. Harumframt hevur Noreg boðað frá, at norsk skip harumframt fáa loyvi at fiska um 69.000 tons av kvotuni frá 2009, sum ikki varð fiskað. Sostatt kunnu norsk skip í 2010 fiska 249.424 tons. ES hevur ásett eina makrelkvotu út frá ES býtinum frá seinastu strandarlandaavtalu svarandi til umleið 365.000 tons. Harumframt fer ES at loyva ES skipum at fiska 7.234 tons, sum er tað, ið var eftir av 2009 makrelkvotuni hjá donskum skipum.
Samanlagt hava Noreg og ES sostatt ásett sær makrelkvotur upp á umleið 622.000 tons, sum er meiri enn 100% av tí kvotu, sum ICES hevur mælt til kann verða fiskað í 2010.
Til nr. 2
Samráðingarnar í Ålesund vístu, at tað tykist torført at fáa eina semju millum øll 4 londini – tey trý verandi strandarlondini og so Ísland, sum tað fjórða. Ísland hevur greitt meldað út, at Ísland fer í 2010 at loyva teirra skipum at fiska 130.000 tons. Ongin møguleiki er at gera eina semju, har Ísland hevur so stóra makrelkvotu í 2010.
Samráðingarnar eru nú útsettar til at verða í mai mánaði. Eg meti ikki, at tað er hóskandi at leggja fram í almenninginum, hvussu føroyska samráðingaruppleggið er. Tí havi eg onki svar at geva tygum um føroyska pínumarkið.
Til nr. 3
Landsstýrismaðurin hevur sum so ikki fingið beinleiðis lívfrøðiligar tilráðingar frá Havstovuni um makrel á sama hátt, sum landsstýrismaðurin hevur fingið tilráðingar um botnfiskiskap í føroyskum sjógvi. Tilmælini um fiskiskap eftir makreli í breiðum høpi verða latin av ICES umvegis NEAFC.
Samráðingarnar um makrelfiskiskapin í 2010 hava verið umrøddar í Fiskimála¬ráðnum, har eisini umboð fyri Havstovuna hevur luttikið. Á hesum fundum hevur Havstovan givið til kennar síni sjónarmið um fiskiskapin – herundir eisini við atliti at tí vaksandi útbreiðsluni av makreli í føroyskum sjógvi seinastu árini. Havstovan er kortini ikki komin við nøkrum ítøkiligum tilmæli um áseting av makrelkvotu.
Til nr. 4
Eg havi, saman við umsitingini, gjølla viðgjørt makrelfiskiskapin í 2010. Givið er, at føroyski parturin av makrelveiðuni seinastu árini ikki stendur mát við ta útbreiðslu, sum vit hava sæð í føroyskum sjógvi. Umsitingin hevur m.a. lagt hesa broyting í útbreiðslumynstrinum til grund fyri sínum sjónarmiðum.
Til nr. 5
Felagið Nótaskip tekur undir við landsstýrismanninum, at Føroyar eiga at gera alt fyri, at føroyski parturin av makrelfiskiskapinum verður størri. Felagið Nótaskip hevur tó ført fram, at eftir teirra tykki eigur í mesta mun at verða roynt at fáa gjørt eina semju millum í hvussu so er tey trý verandi strandarlondini – Føroyar, ES og Noreg. Hetta verður mælt til við atliti at møguleikanum at varðveita og helst víðka møguleikarnar fyri at fiska makrelin í norskum og ES sjógvi seinni á árinum, tá makrelprísurin vanliga er bestur.
Til nr. 6
Tá makrelsamráðingarnar vórðu fyrireikaðar seinasta heyst, vóru sjónarmið frammi um, at eitt stórt føroyskt krav í makrelsamráðingunum kundi hava við sær, at fiskiveiðiavtalur við ES og Noreg ikki kundu gerast fyri 2010, umframt at møguleikin at fiska og selja norðhavssild í norskum sjógvi/havnum kundi verða ávirkaður. Sum kunnugt hava Føroyar gjørt sínámillum avtalur við bæði Noreg og ES, umframt at strandarlandaavtalan um norðhavssild er gjørd, har ongar forðingar eru fyri hjá føroyskum skipum at gagnnýta og selja sild sum undanfarin ár.
ES hevur undir samráðingunum í Ålesund tikið fram aftur hóttanina um avleiðingar, um Føroyar seta sær stóra makrelkvotu. Hvørt hesar verða gjørdar til veruleika er torført at meta um. Royndirnar frá 2009 eru, at ES ikki gjørdi álvara av sínum hóttanum. Landsstýrismaðurin hevur ikki aðrar umstøður at halda seg til.
Til nr. 7
Makrelsamráðingarnar fyri 2010 hava verið gjølla viðgjørdar síðani á heysti 2009, og hevur henda viðgerð hildið fram í vár. Málið hevur verið umrøtt á landsstýrisfundi, hevur verið til viðgerðar í Uttanlandsnevndini bæði sum ráðførslumál, sum kunningarmál umframt, at landsstýrismaðurin hevur verið kallaður í samráð í nevndini. Umboð fyri Uttanríkisráðið hava luttikið á fyrireikingarfundum, sum hava verið um samráðingarnar.
Til nr. 8
Valdi samráðingarleisturin hevur verið umrøddur á ymiskan hátt í politisku skipanini, m.a. saman við Uttanlandsnevndini. Hetta samskiftið hevur verið í trúnaði, tí talan er um eitt samráðingarmál, sum ikki enn er endað. Eg kann tí ikki umrøða viðurskifti og niðurstøður, sum eru gjørdar í hesum samskiftinum.
Til nr. 9
Landsstýrismenn undan mær hava lagt dent á, at Havstovan fær til vega upplýsingar um makrel í føroyskum sjógvi. Tí hevur í avrikssáttmálanum millum Fiskimálaráðið og Havstovuna fyri 2009 staðið, at serlig átøk skulu gerast viðvíkjandi makreli. Hetta er endurtikið í sáttmálanum fyri 2010. Partur av hesum hevur m.a. verið, at Havstovan í 2009 skipaði fyri makrelrannsóknum í samstarvi við onnur lond. Harumframt varð skipað fyri royndarfiskiskapi eftir makreli í føroyskum sjógvi. Í 2010 verður hildið fram við hesum virksemi umframt, at Havstovan á fyrsta sinni fer at luttaka í eggkanningum av makreli. Eggkanningarnar eru grundarlagið undir stovnsmetingum av makreli, sum verða gjørdar 3. hvørt ár.
Til nr. 10
Stórur áhugi tykist at vera fyri at fiska makrel. Fiskimálaráðið hevur fingið umsóknir frá skipum í fleiri ymiskum skipabólkum um loyvi at fiska makrel í 2010. Fiskimálaráðið hevur í hyggju at gera eina kunngerð, sum skipar komandi fiskiskapin, har hædd eisini verður tikin fyri, at skip, sum áður ikki hava verið í beinleiðis fiskiskapi eftir makreli, fáa ein møguleika at fiska makrel í 2010. Givið er tó, at bróðurparturin av makrelkvotuni verður latin teimum skipum, sum árini frammanundan hava fiskað makrel. Her er talan um skipini, sum manna millum koma undir hugtakið nótaskip.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

