Spurningar frá Kristinu Háfoss og svar frá Jørgen Niclasen um langtíðarleigu/leasing av privatum havrannsóknarskipi
1. Hvør er metti meirkostnaðurin fyri landið, at lata privat gera havrannsóknarskip, ið landið langtíðarleigar, í mun til um hetta verður gjørt av landinum?
2. Er orsøkin til, at valt verður at gera havrannsóknarskipið privat, at “rúm ikki er fyri hesum á landsins íløgukarmi”?
3. Um ja, vil langtíðarleiga ikki bert fjala og dýrka veruligar útreiðslur til íløgur, við at býta kostnaðin yvir 20 ár og bóka undir rakstur, heldur enn at rinda sum íløga, so hvørt bygt verður?
4. Um nei, hvør er orsøkin?
5. Metir landsstýrismaðurin at tað er rætt, at gera langtíðarleiguavtalur fyri íløgur landsins, heldur enn at rinda so hvørt bygt verður?
6. Gevur ætlaða langtíðarleigan munandi og eyðsýndar fyrimunir fyri landið?
7. Um ja, hvørjar?
8. Er langtíðarleiga av havrannsóknarskipi í samsvari við kunngerð um rakstrarjáttan §3?
9. Er langtíðarleiga av havrannsóknarskipi í samsvari við kunngerð um roknskaparverk landsins?
10. Er langtíðarleiga av havrannsóknarskipi í samsvari við lóg um landsins játtanarskipan?
11. Hava fyritøkur vent sær til landsstýrið, og víst á, at tær ynskja at byggja og reka eitt havrannsóknarskip?
12. Sær landsstýrismaðurin ávísa líkheit millum leistin fyri privata Skálafjarðatunnilin, og leistin fyri privata havrannsóknarskipinum?
Viðmerkingar
Føroyar hava átroðkandi tørv á, at fáa til vega eitt nýtt havrannsóknarskip. Verandi havrannsóknarskip, Magnus Heinason, er nú 35 ár, og kann als ikki nøkta tann tørv, ið føroyska samfelagið hevur tá umræður havrannsóknir nú og framyvir. Hóast hetta, hevur landsstýrið ikki valt at seta pening av til bygging av nýggjum havrannsóknarskipi.
CHE samgongan fór undir projektering av havrannsóknarskipinum í 2008, men steðgaði arbeiðið undir ABC-samgonguni. Tá Tjóðveldi, Framsókn, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin samstarvaðu í 2011 varð lóg um um bygging av nýggjum havrannsóknarskipi samtykt, og vórðu 25 mió. kr. settar av í 2011. Henda pening hevur verandi samgonga tikið aftur.
Heldur enn at seta ferð á bygging av havrannsóknarskipi, hevur Landsstýrið nú lagt lóg fyri Løgtingið, ið skal heimila langtíðarleigu av privatum Havrannsóknarskipi. Í lógaruppskotinum verður víst til, at privat fyritøka skal byggja skipið sambært útbjóðingartilfari frá Havstovuni, og at landið síðan kann binda seg til at leiga skipið í upp til 20 ár, og skal hava møguleika fyri at keypa skipið. Talan verður sostatt í veruleikanum um eina “leasing” avtalu, og bendir sera nógv á, at hetta er eitt slag av “proforma” avtalu, sum fjalir yvir, at talan í veruleikanum er um eina almenna íløgu.
Á henda hátt verður ein íløga, ið vanliga verður rindað so hvørt hon verður framd, í staðin rindað yvir 20 ár. Samstundis skal landið eisini rinda privatari fyritøku, ið skal hava eitt avkast av virkseminum.
Hesin leistur fer - alt annað líka - at kosta landinum meira, samstundis sum farið verður burtur frá tí gjøgnumskygni, ið er so ómetaliga týðandi tá umræður fíggjarviðurskifti landsins. Tí samsvar verður ikki millum veruliga íløguvirksemið hjá landinum, og fíggjarlóg landsins.
Í kunngerð nr. 84 frá 7. juni 2011 um rakstrarjáttan, verður eisini ásett í §3, stk. 1: “Tað er ikki loyvt at gera avtalur um langtíðarleigu. Langtíðarleiga er í hesi merking, at váðar og fyrimunir, sum eru tengdir at ognarrættinum til ognina, verða fluttir frá útleigara til leigara. Í hesum føri er langtíðarleiga at rokna sum eitt keyp og skal verða viðgjørt samsvarandi.”
Fyri at fáa lýst málið nærri, herundir lýst støðuna hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum til landsstýrisins ætlan, at gera privata langtíðarleiguavtalu viðvíkjandi havrannsóknarskipi, heldur enn at landið letur hetta skipið byggja, verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 24. mars 2014
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
Svar frá landsstýrismanni:
Ad.1
Vísandi til løgtingsmál nr. 119/2013 verður skotið upp, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fær heimild at gera langtíðarleigu av nýbygdum havrann¬sóknar¬skipi í upp til 20 ár, har tað er ein fortreyt, at leigugjaldið, sum avtala skal gerast um, verður lægri, enn útroknaða árliga gjaldið, svarandi til, at landið sjálvt útvegaði sær skipið, sí viðmerking frá Fíggjarmálaráðnum til omanfyri nevnda løgtingsmál.
Ad.2, 3 og 4
Langtíðarleigan av havrannsóknarskipinum er í tráð við ásetingarnar í samgonguskjalinum og ætlanirnar hjá samgonguni um útveiting av almennum tænastum. Reiðaravirksemið er ikki ein natúrligur partur av virkseminum og endamálinum hjá Havstovuni, og tí er leigan av havrannsóknarskipinum ein uppløgd uppgáva at veita út til privat at reka.
Ad.5
Skilji ikki rættiliga henda spurningin. Spyrjarin verður tí biðin um at gera spurningin greiðari og seta hann av nýggjum.
Ad.6 og 7
Vísandi til svarið til spurning 1, so er tað ein fortreyt fyri heimildini at gera eina langtíðarleigu av havrannsóknarskipi, at leigugjaldið, sum avtala skal gerast um, verður lægri, enn útroknaða árliga gjaldið, svarandi til, at landið sjálvt útvegaði sær skipið, sí viðmerkingarnar frá Fíggjarmálaráðnum til løgtingsmál nr. 119/2013.
Ad.8
Í § 3, stk. 2 í kunngerð um rakstrarjáttan er ásett soljóðandi: “Tó kunnu avtalur um langtíðarleigu verða gjørdar, um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum metir, at slíkar avtalur hava munandi og eyðsýndar fyrimunir fyri landið.” Fortreytin um at leigugjaldið skal verða lægri, enn útroknaða árliga gjaldið, um landið sjálvt útvegar sær skipið, er í samsvar við hesa áseting, sí viðmerkingarnar frá Fíggjarmálaráðnum til løgtingsmál nr. 119/2013.
Ad.9 og 10
Sáttmálin, sum fer at verða gjørdur við privata fyritøku um langtíðarleigu av havrannsóknarskipi, fer at verða í samsvar við roknskaparverk og játtanarlóg landsins, eins og t.d. tyrlusáttmálin við Atlantic Airways um ferðafólka¬flut¬ning og bjarging.
Ad.11
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur ikki samskift við nakra fyritøku um henda spurningin. Spyrjarin má venda sær til landsstýrismannin í fiskivinnumálum við hesum spurninginum.
Ad.12
Meti ikki, at tað er stórvegis líkheit millum leistin fyri privata Skálafjarðar¬tunnilin og leistin fyri privata havrannsóknarskipið. Størri líkheit er millum leistin fyri privata havrannsóknarskipið og tyrlusáttmálan, sum landið hevur við Atlantic Airways um ferðafólkaflutning og bjarging.
Fíggjarmálaráðið, 4. apríl 2014
Jørgen Niclasen

