Svar uppá fyrispurning um komandi ríkisfundin

14 August 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Fyrispurningurin var soljóðandi:

1. Hvørji mál ætlar løgmaður at taka upp á komandi ríkisfundi?

2. Ætlar løgmaður at arbeiða við at fáa eina breiða semju millum allar flokkar um, hvussu ein nýggj skipan millum Føroyar og Danmark skal síggja út?

3. Ætlar løgmaður at taka ynski sítt um eina endurskoðaða avtalu millum Føroyar og Danmark upp á ríkisfundi síðst í august?

4. Um hetta ikki er ætlanin, hvussu ætlar løgmaður ítøkiliga at fara fram, fyri at fáa hol á arbeiðið at fáa eina nýggja skipan millum Føroyar og Danmark?

Svar:

Til 1. Ríkisfundir hava higartil verið av óformligum slag. Har er ongin formlig skrá, ongin fundarfrásøgn, og embætisfólk hava ikki luttikið á fundunum. Tað er tó vanligt, at vit stjórnarleiðarar siga hvør øðrum frá frammanundan, um stórmál eru at tosa um. Tað havi eg ikki gjørt enn. Tí vildi tað verið eitt sindur løgið, um eg nú boði tingmanni frá, hvørji ítøkilig mál eg ætli mær at taka upp uttan at boða forsætismálaráðharranum frá tí sama.

Eg kann tó siga, at eg ætli mær at umrøða áleikandi mál Føroya og Danmarkar millum, ið hava verið frammi seinasta árið, m.a. hvussu ein framtíðar modernisering av ríkisfelagsskapinum kundi sæð út.

Til 2. Í øllum politiskum viðurskiftum eg fáist við, royni eg altíð at fáa so breiða undirtøku sum gjørligt. Ber tað ikki til, er ofta neyðugt at noyðast við eini smalari politiskari undirtøku.

Til 3. Víst verður til 1.

Til 4. Hetta er ikki fyrsta mál á skrá hjá núverandi samgongu. Onnur áleikandi mál verða at taka upp fyrst. Tá ið málið verður tikið upp, mugu nærri umhugsanir gerast um, hvussu farast skal fram.

Løgmansskrivstovan, 14. august 2012

Kaj Leo Holm Johannesen

løgmaður