Svar uppá fyrispurning um fátækramark

2 May 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Svar uppá skrivligan fyrispurning frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum

viðvíkjandi fátækramarki


1. Hvussu ber tað til, at samtyktin í løgtingsmáli nr. 85/2010 um at áseta fátækramark og leggja fyri Løgtingið viðkomandi lógaruppskot er broytt til at áseta fátækramarkið og at eyðmerkja orsøkir til, at fólk liva í fátækt?


2. Hvørji tiltøk ætlar landsstýrskvinnan at seta í verk fyri tey, sum liva í fátækt?


3. Hvørji átøk fer landsstýriskvinnan at seta í verk fyri at betra um livikorini hjá børnum, sum liva í fátækt?


Viðmerkingar
Nú eru áleið trý ár gingin, síðan Løgtingið samtykti, at arbeiðast skuldi við at áseta eitt føroyskt fátækramark og leggja fyri Løgtingið viðkomandi lógaruppskot.
Álitið um fátækramarkið er nú loksins liðugt, og í álitinum er víst á, hvat eitt føroyskt fátækramark er, og hvørjar orsøkir kunnu vera til fátækt.


Hetta er ikki júst sama orðing, sum løgtingsmál nr. 85/2010 legði upp til, har eisini var mælt til at leggja fyr Løgtingið viðkomandi lógaruppskot. Tí sóknast spyrjarin eftir eini grundgeving um, hví upprunaætlanin við uppskotinum ikki er fylgd, og hvør hevur broytt ætlanina.


Fátækramarkið er ásett at vera 3 ár við inntøku lægri enn 60 % av miðalinntøkuni, tó undantikið børn, har stutttíðar fátækt hevur negativ árin, og tí er álvarsamari.
Í álitinum um fátækramark er nógv gott og viðkomandi tilfar komið fram. Her er eyðmerkt, hvørji fólk og bólkar eru serliga útsett, og hetta eru neyðugar og hentar upplýsingar fyri at arbeiða við einum málrættaðum átaki, sum kann bøta um livikorini hjá hesum menniskjum.


Víst er á, at uml 1550 fólk liva í fátækt. Stakir uppihaldarar eru tey við nógv tí lægstu inntøkuni, men víst er eisini á, at fólk á arbeiðsmarknaðinum eru fátøk. Sagt verður eisini, at fólkapensjónistar í høvuðsheitum ikki eru fátækir, tó so at nakrir eru. Viðvíkjandi børnum, so verður víst á, at 350 børn liva í húskjum, har inntøkan er undir 60% markinum.


Børn, sum vaksa upp í fátækt, eru serliga viðbrekin. Stutttíðar fátækradømi kann hava sera álvarslig árin á barnalívið, og tí er umráðandi at seta øll segl fyri at betra um livikor og framtíðarmøguleikar hjá hesum børnum. Millum annað er tað staðfest, at børn í fátækt sum heild eru í størri sosialum vanda við negativum sosialum arvi sum ein álvarslig avleiðing. Eisini eru sannlíkindini fyri, at hesi børn fáa eina nógv verri útbúgving enn hjá øðrum børum, og harvið eru útlitini fyri einum góðum vaksnamannalívi skerd longu í barnaárum, av tí at foreldrini eru fátøk. Tí er umráðandi at fáa at vita frá landsstýriskvinnuni, hvat hon ætlar sær at gera fyri tey.


At stakir uppihaldarar hava tað trupult er eyðsæð, og arbeiði við fátækramarkinum staðfestir eisini, at hesin bólkur hevur nógv tað lægstu inntøkuna. Av orsøkum, sum nevndar eru, er trupulleikin við at fáa fulltíðar starv, kostnaðarmikil bústaður, sosialar brádliga íkomnar støður so sum deyði, arbeiðsloysi, samlívsslit, sjúka og aðrar umstøður, har liviumstøðurnar broytast grundleggjandi. Ofta hava stakir uppihaldarar víst á, at teir kenna seg noyddar at flyta. Antin heim til foreldur, um tað er ein møguleiki, ella av landinum, um eingi útlit eru fyri at kunna forsyrgja sær og sínum her heima. Fara støku uppihaldararnir av landinum, er sorgarleikurin dupultur. Landið missir bæði nútíð og framtíð, umframt at fólk kunnu koma í truplar støður við at missa trygdarnetið og aðrar um¬sorganar¬persónar, ið eru teimum nær. Tí er spurningurin, hvussu landsstýriskvinnan ætlar sær at bøta um korini hjá støkum uppihaldarum.


Í álitinum um fátækramark er eisini víst á, at pør, har bæði eru á arbeiðsmarknaðinum, liva undir fátækramarkinum. Hetta er skelkandi vitan. At pør, sum arbeiða og hava tvær inntøkur, eru so mikið illa fyri, at tey liva undir fátækramarkinum. Tí er eisini neyðugt at fáa at vita, hvørji átøk verða gjørd fyri hesar familjur.


Samanumtikið ynskir spyrjarin svar frá landsstýriskvinnuni upp á tiltøk til frama fyri at hjálpa fólki í fátækt, íroknað eisini teir pensjónistar, sum liva undir 60 % markinum

Á Løgtingi, 9. apríl 2014

Sirið Stenberg

Svar:
1. Hvussu ber tað til, at samtyktin í løgtingsmáli nr. 85/2010 um at áseta fátækramark og leggja fyri Løgtingið viðkomandi lógaruppskot er broytt til at áseta fátækramarkið og at eyðmerkja orsøkir til, at fólk liva í fátækt?


Sum spyrjarin vísir á, so inniber samtyktin í løgtingsmáli nr. 85/2010 umframt at áseta sjálvt fátækramarkið, at landsstýrið skal leggja fyri Løgtingið viðkomandi lógaruppskot. Tað at áseta eitt fátækramark er ein samansett og trupul uppgáva. Hetta sæst í flest øllum øðrum londum, sum ikki kunnu semjast um at áseta fátækramørk, og flestu lond í heiminum hava higartil valt ikki at hava eitt fátækramark. At áseta eitt fátækramark og at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot, sum eru viðkomandi í mun til eitt fátækramark, er hvør sín uppgáva. Um vit hava eitt ynski at fáa fátækramarkið rótfest millum føroyingar – at fáa almenningin og politisku skipanina at viðurkenna eitt fátækramark, so er tað ein treyt, at vit skilja ímillum fátækramarkið og politikk. Tá vit eru samd um, hvussu vit allýsa fátækradømi, og tá vit eru samd um eitt fátækramark, tástani kunnu vit fara í gongd við at orða ein politikk, hvussu vit lyfta tey, sum eru undir fátækramarkinum.


Lógaruppskot, sum eru viðkomandi fyri eitt fátækramark, snúgva seg um, hvussu vit lyfta tey á niðastu rókum og geva teimum betri fíggjarlig kor. Hetta eru grundleggjandi politiskir spurningar, tí vit kunnu spyrja, hvussu nógv ábyrgd skal leggjast á samfelagið, hvussu nógv ábyrgd skal leggjast á tann einstaka borgaran? Verða loysnirnar, sum skulu minka um fátækradømi, tengdar saman við sjálvum fátækramarkinum, verður munandi truplari at fáa undirtøku fyri markinum.


Eg síggi høvuðsendamálið við løgtingsmáli nr. 85/2010 vera at áseta eitt føroyskt fátækramark. Av tí at eg havi eitt ynski um at liva upp til vilja Løgtingsins, valdi eg at skilja ímillum teoretiska spurningin at áseta eitt fátækramark og politisku uppgávuna, sum er at betra um fíggjarligu korini hjá ávísum samfelagsbólkum. Tað er mín sannføring, at eg á henda hátt best livi upp til vilja Løgtingsins.


Eg skal í tí sambandi eisini nevna, at í sambandi við framløguna av álitinum um fátækramark løgdu serfrøðingarnir áherðslu á, at fátækramarkið í sær sjálvum ikki eigur at verða brúkt til at lóggeva eftir. Tað er ikki soleiðis fátækramarkið verður brúkt í øðrum londum, og fátækramarkið er ikki egnað til tað.


Men fátækramarkið fer at verða brúkt í arbeiðinum at taka burtur fátækradømi. Vit fara at seta okkum mál at røkka, og við fátækramarkinum kunnu vit eisini eftirmeta, um átøk okkara hava virkað eftir ætlan. At gera átøk og leggja fyri Løgtingið lógaruppskot, sum skulu fyribyrgja og taka burtur fátækradømi er tað arbeiðið, sum nú liggur fyri framman.

2. Hvørji tiltøk ætlar landsstýriskvinnan at seta í verk fyri tey, sum liva í fátækt? og


3. Hvørji átøk fer landsstýriskvinnan at seta í verk fyri at betra um livikorini hjá børnum, sum liva í fátækt?


Málið, sum skal náast, er einfalt, og tað er, at fátækar familjur fáa meira pening um hendi. Men haldføru loysnirnar, sum mótvirka fátækradømi, eru harafturímóti ikki einfaldar. Í stríðnum móti fátækradømi eiga vit at miða munandi hægri enn bara við almennum stuðli at hjálpa borgarum upp til eitt fátækramark, ella beint upp um eitt fátækramark. Tað er langskygda arbeiði við eini vælvirkandi útbúgvingarskipan, sum er við til at bróta negativan sosialan arv, og øll gransking vísir, at útbúgving eisini er ein tann týdningarmesta forðingin fyri fátækradømi. Harnæst eiga vit at hava ein vælvirkandi og liðiligan arbeiðsmarknað við einum høgum arbeiðsvirkni, har vit sum myndugleiki stuðla undir, at arbeiðsmarknaðurin rúmar øllum soleiðis, at hvør einstakur borgari fær møguleika og insitament at koma út á arbeiðsmarknaðin og fáa eina vanliga lønarinntøku. Tað er hetta, sum í longdini er ein betri loysn – bæði fyri borgaran og fyri samfelagið. Og tað er eisini hetta, sum eg havi havt sum eina høvuðsraðfesting í tíð míni sum landsstýriskvinna í almannamálum.


Átøkini, sum á grundleggjandi hátt fyribyrgja fátækradømi, skulu sostatt grundfestast breiðari enn bara á almannaøkinum. Hetta skal gerast við einum samansettum, arbeiðsmarknaðar-, útbúgvingar- og sosialpolitikki.


Sirið Stenberg spyr ítøkiliga, hvat eg sum landsstýriskvinna í almannamálum ætli at seta í verk, fyri at hjálpa teimum, sum liva í fátækt. Eg umsiti veitingar til partar av teimum, sum eru uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Fyrst og fremst tey, sum hava varandi skert arbeiðsføri, men eisini tey, sum í eini fyribils støðu eru uttanfyri arbeiðsmarknaðin, og sum ikki eru tryggjaði á annan hátt. Eg fari ikki at fremja grundleggjandi broytingar í hesum partinum av sosialpolitikkinum, tí tað er ein meining við, at sosialu skipanir okkara eru, sum tær eru. Tað er ein samanhangur millum lønarlag, fyribils uppihaldshjálp, “tryggingarveitingar” frá ALS, veitingar til fólk, sum ikki kunnu arbeiða o.s.fr. Tað er ein røð av tilvitaðum politiskum valum, sum liggja aftanfyri og sum gjøgnum nógv ár hava skapað vælferðarskipanir okkara til tað, sum tær eru í dag. Vælferðarskipanin, sum í ein ávísan mun tryggjar borgarum í Føroyum eitt lívsgrundarlag, byggir í høvuðsheitum á eina javnvág millum vælferð hins einstaka og insitamentið til sjálvur at forsyrgja sær og sínum.


Vit hava í hesum samgonguskeiðinum gjørt nøkur týðandi átøk á almannaøkinum at fyribyrgja fátækradømi. Fyrst og fremst hava vit við lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk styrkt um sosialfakliga arbeiðið at fáa fólk á arbeiðsmarknaðin, sum eru í vanda fyri varandi at missa tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Ein týðandi partur av lógarpakkanum var at áseta fastar forsorgarveitingar, og ásannandi at stakir uppihaldarar hava serliga trupul fíggjarlig kor valdu vit at uppraðfesta stakar uppihaldarar.


Ein onnur týðandi broyting í mun til fátækradømi er við tillagaðum størvum, sum eru komin í staðin fyri sokallaðu vardu størvini. Tillagað starv og vart starv eru lønarískoytisskipanir til fólk við varandi skerdum arbeiðsføri. Fólk, sum eru í nýggju tillagaðu størvunum eru tryggjað eina inntøku, sum er eitt sindur hægri enn hægsta sjúkradagpengaveiting – t.v.s. alt annað líka eru hesi omanfyri fátækramarkið. Við gomlu skipanini við vardum størvum var tað soleiðis, at fólk við heilt lítlum arbeiðsføri og lágari løn fingu lægri lønarískoyti, og tískil vóru eisini nøkur, sum høvdu heilt lágar inntøkur.


Harumframt eru vit við at koma á mál við at broyta skipanina við fíggjarligum fríplássum á dagstovnum, sum vísir seg at vera ein fátækrafella hjá støkum uppihaldarum og familjum við lágum inntøkum.


Eisini skal eg nevna, at í 2012 løgdu vit fram bústaðarpolitik landsins, sum hevur til endamáls at tryggja at útboðið av bústøðum og kostnaðurin eru á einum støði, soleiðis at vit – uttan mun, hvar vit eru í lívinum – kunnu fáa eitt nøktandi heim.


Úrslitini av átøkum okkara síggjast í hagtølunum, sum verða tøk á vári í 2015. Hagtøl um inntøkur hjá borgarum (og harvið hagtøl um fátækradømi) eru altíð tvey ár afturút. Hagtølini, sum Hagstova Føroya almannakunngerð á vári 2014 eru fyri inntøkur í 2012, og um átøk t.d. høvdu fingið virkna í morgin, sæst hetta í hagtølum, sum verða tøk í 2016.


At bøta um fíggjarligu korini hjá teimum, sum liva undir fátækramarkinum, kann bert í avmarkaðan mun gerast við verandi veitingum á almannaøkinum. Tað eru serliga barnafamiljur, sum liggja frammarlaga í mínum raðfestingum, men eru okkara almannaveitingar til familjur við børnum í stóran mun í samsvar við fátækramarkið – eisini veitingar til stakar uppihaldarar. Forsorgarveitingar til stakar uppihaldarar liggja eitt vet undir markinum, meðan t.d. ein stakur uppihaldari við lægstu fyritíðarpensjón liggur nakað omanfyri markið. Eisini eini hjún við børnum, sum bæði fáa lægstu fyritíðarpensjón, og sum ikki hava annað inntøkugrundarlag enn fyritíðarpensjón, hava inntøku, sum er hægri enn fátækramarkið. Lægsta fyritíðarpensjón til gift er tann lægsta almannaveitingin, sum vit hava í Føroyum, men barnaviðbøtur og barnafrádráttur munar somikið gott í tøku inntøkuni, at hendan familjan sambært fátækramarkinum ikki livir í fátækt.


Forsorgarveitingar til støk eru undir fátækramarkinum, men havast skal í huga, at talan er um eina fyribils skipan. Forsorgarveiting er ætlað at lofta teimum, sum í eitt avmarkað tíðarskeið eru í eini støðu, har tey ikki megnað at uppihalda sær sær og sínum. Stigið eftir forsorgarveiting er vanliga arbeiðsmarknaðurin (ofta umvegis arbeiðsfremjandi fyriskipanir), og hjá teimum, sum hava varandi avmarkingar í arbeiðsførinum, er næsta stigið vanliga fyritíðarpensjón ella tillagað starv.


Í høvuðsheitum eru veitingarnar á almannaøkinum á einum rímiligum støði, men neyðugt er áhaldandi at endurskoða ymsu skipanirnar, og eg skal eisini viðurkenna, vit hava onkrar avbjóðingar við onkrum veitingum í mun til fátækramarkið. Í lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk er ásett, at landsstýriskvinnan í hesum árinum skal eftirmeta, um lógin riggar, sum hon skal. Eftirmetingin fer eisini at fevna um veitingarpartin, og fara vit í tí sambandi at meta um, hvørt tað er neyðugt við reguleringum.


Vit kunnu við verandi skipanum á almannaøkinum bert í ein ávísan mun gera tillagingar og nýskipanir, sum hjálpa fólkum úr fátækradømi, tí ein týðandi partur av teimum fátøku ikki eru innanfyri sosialu skipanirnar frammanundan. Tað eru borgarar, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, tað eru borgarar, sum fáa ALS-veiting, tað kunnu vera borgarar, sum verða uppihildin av øðrum o.s.fr. Spurningurin um, hvussu tú hjálpir fátøkum fólkum á arbeiðsmarknaðinum úr fátækradømi, er ikki einfaldur at svara. At tryggja borgarum eina minstuløn, ella at seta í verk eina sokallaða borgaraløn er ikki nakað, sum mær vitandi ikki hevur verið roynt í øðrum londum og er heldur ikki nakað, sum serfrøðingar og ella politikarar, frá høgru til vinstru ynskja at fremja.


Men tað eru sjálvsagt ein long røð av átøkum, sum kunnu verða nevnd, sum geva fátøkum familjum meira pening um hendi. Fyrst og fremst er tað at lækka skatt hjá lág- og miðalløntum, sum eg meti vera átrokandi at fáa framt í verki. Men tað kunnu eisini vera átøk so sum barnakekkar, serlig frádrøg, bústaðarískoyti, avsláttarskipanir, inntøkutreytað brúkaragjøld o.s.fr. Men nøkur av hesum átøkum kunnu ikki uttan víðari setast í verk saman við verandi sosialu skipanum, og spurningurin er, hvussu tað ávirkar marginalskattaprosent hjá lágløntum, og okkurt er ikki í tráð við sokallaða universalprinsippið, sum vit í norðurlendsku vælferðarsamfeløgunum leggja so stóran dent á o.s.fr.


Eg havi biðið umsitingina gera eina frágreiðing, sum skal vera eitt slag av hugskotskatalog, við eini gjøgnumgongd av fyrimunum og vansum við ymsum átøkum, sum kunnu hugsast at vera relevant í sambandi við fátækradømi, og sum hava verið nevnd í almenna kjakinum. Hetta arbeiðið væntast at vera liðugt í hesum mánaðinum, og vænti eg tá at vera komin nærri svarinum um, hvat vit skulu arbeiða víðari við.


Sambært álitinum um fátækramark er neyðugt at nágreina inntøkukelduna hjá teimum, sum eru undir fátækramarkinum, og fari eg at heita á landsstýrismannin í fíggjarmálum um at bera so í bandi at hetta verður gjørt, soleiðis at vit fáa nærri vitan um, hvørja støðu hesir borgarar hava – serliga í mun til arbeiðsmarknaðin. Harumframt verður í álitinum um fátækramark víst á tørvin at gera kanningar eftir sokallaða saknháttinum, og fari eg at arbeiða fyri, at peningur verður játtaður til endamálið.


Tórshavn, 1. mai 2014

Annika Olsen
landsstýriskvinna